hósdagur 25. januar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Høvdu danir vitað meira um Føroyar
og Katalonia, kundu teir sólað sær
Gott nokk kann tað skiljast sum ein tjóðveld
is-provokation at hála katalonska loysingar
leiðaran inn á Christiansborg. Og ja, vit skilja
eitt sindur »óttan« hjá Sambandsflokkinum
og Edmundi Joensen.
Men vit vita akkurát líka væl, at føroyska
mjarrið um hetta als ikki hevur nakað sum
helst við stórpolitikk at gera.
Magni Arge veit væl, at hetta er symbol
politikkur. Og Edmund Joensen veit eisini
væl, at hetta er symbolpolitikkur.
Tað sum kanska er eitt sindur keðiligt
hjá Sambandsflokkinum akkurát nú er, at
loysingarvongurin í Føroyum ikki er so illur,
sum sambandsvongurin roynir at tykjast. Tí
hvørvir konfrontatiónin. Tað er sum um, at
eingin leggur nakað í kjakið um loysing – tí at
kjakið er, tíbetur, vorðið meira nuanserað, enn
tað hevur verið seinastu stórthundrað árini.
Men hví danskir politikarar skulu renna
sum hundur um heitan greitt um hendan
Carles Puigdemont er heldur óskiljandi.
Um orðini hjá sonvenda »professaranum«
á lærda háskúlanum í Keypmannahavn skulu
takast sum ein felagsnevnari fyri politisku
vitanina millum ráðandi fólk í Danmark um
ríkisrættarligu viðurskifitni í ávikavist danska
og spanska kongaríkinum, so er tað ikki so
løgið kortini.
Tí danskir politikarar kundu so sanniliga
havt sólað sær framman fyri altjóða fjølmiðl
um við at greitt frá, hvussu teir loyva »økjum«
í kongaríkinum at hava sjálvstýri – og at teir
virða sjálvsavgerðarrættin hjá Føroyum og
Grønlandi.
Hesi púrasta sjálvsøgdu rættindini hjá
okkum eru tað reina anarki í Spania. Kanska
hevur Carles Puigdemont pressað sitrón
ina eitt sindur meira, enn tjóðveldisfólk í
Føroyum hava torað – men bara at krevja tey
rættindi, sum føroyska tjóðin hevur í danska
kongaríkinum setur fólk í fongsul í Spania.
Her er eingin orsøk at ræðast ella smæð
ast. Tey sum óttast størri føroyskt sjálvræði,
tey mugu óttast føroyska fólkið. Men tann
sum vil fólkaræði, hann má sjálvandi virða
tað, at føroyska fólkið eigur ta avgerðina.
Fólkaviljin í Føroyum er enn sum áður at
vera innan fyri kongaríkið. Tað er bara ein
flokkur við 20,7% av veljarunum aftan fyri
seg, sum sigur seg vilja úr kongaríkinum. So
støðan á hasum økinum er enn rættiliga greið.
Men tað eru grundlógartryggjað rættindi at
vilja broyta hesa støðuna.
Tað hevur verið siður í áratíggju at skipa fyri ár
ligari møtirøð í ymisu missiónshúsunum kring
landið vetrarhálvuna.
Hesa vikuni verða slíkar møtirøðir – ella
missiónsvikur – hildnar á fleiri støðum, millum
annað í Havn, har Meinigheitshúsið bjóðar á
møti.
Hesi møti eru merkt av nógvum felagssangi,
onkrari sangframførslu, og har ein persónur tal
ar til samkomuna.
Ein fastur partur av einum slíkum møti er
tann fríi vitnisburðurin, har ein og hvør kann
siga tað, sum Harrin hevur lagt honum á hjarta.
Á summum missiónsvikum er ein nýggjur
talari hvørt einasta kvøld, men í ár hevur Mein
igheitshúsið valt at hava einans tveir talarar –
Torleif Johannesen av Nesi og Pól Johannesen
úr Klaksvík. Hesir fara at tala á øllum møtunum.
Umframt talurnar fara fleiri kór og
einstaklingar at syngja við møtini.
Øll møtini byrja klokkan 19:30, men sunnu
kvøldið tó klokkan 18.00.
– Við hesi møtini ljóðar ein greiður boð
skapur um frelsu og
fyrigeving frá Jesusi.
Tí hava vit eisini valt
at hava »Tí tørvar tær
Jesus« sum heiti í ár,
siga fyrireikararnir.
Hví ræðast tey Carles Puigdemont?
Johannesen og
Johannesen tala
Missiónsvika
Les eisini blaðið
á telefonini
Um almennar
pensjónir
Heri Mohr
síða 15
Nei Føroya Arbeið
arafelag fremur
einki rán
Georg Hansen
síða 15
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Í sambandi við at Magni Arge, fólkatings
maður, hevði boðið katalonska loysinga
leiðaranum, Carle Puidgemond, á vitjan á
Christiansborg, varð Marlene Wind, profess
ari í stjórnmálafrøði og leiðari á evropisku
deildini á lærda háskúlanum í Keypmanna
havn, av katalonskum miðlum spurd, hví
Danmark letur sjálvsavgerðarrætt frá sær:
– Hvussu ber tað til, at Danmark letur
sjálvsavgerðarrætt til ávís øki, tá Spania ikki
ger tað?
– Tað er tí, at tey eru so fátøk, og vit leggja
als einki í tey. Vit eru ikki so upptikin av
hasum spurninginum. Altso vilja tey vera
sjálvstøðug, so lat tey vera sjálvstøðug
Spurd hví hon er so upptikin av, at lond
fara hvør til sítt, um tað ikki er nakar trupul
leiki, svaraði hon:
– Jú men tey fara ongan veg kortini, sama
hvat hendir. Tað er tað eingin, sum roknar
við.
– Tey fáa so nógvar pengar frá okkum, at
tey høvdu farið á húsagang, um tey loystu.
Ikki hissini sjálvupptikin, sjálvhátíðarlig
– fyri ikki at siga arrogant dama. Ikki sørt
ørkymlandi, at tað er ein við heitinum »pro
fessari í stjórnmálafrøði á lærda háskúlanum
í Keypmannahavn« og enntá »leiðari á evrop
isku deildini«, sum kemur við slíkum sluturi.
Okkara viðmerking til hendan professarin
er einføld: Sikkin eitt vrøvlhøvd.
Sikkin eitt vrøvlhøvd
Carles Puidgemond og Marlene Wind: Hon kallar seg professara – eitt heiti hon hevur fing
ið frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í samrøðu við katalonskar miðlar blottaði hon
sína óvitan um Føroyar – sum eru »so fátækar, at tær hava ikki ráð til loysing«
26. januar 2018