hósdagur 25. januar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018
SOSIALURIN 11
21
Ábyrgdarøki
Stjórin hevur evstu ábyrgd av dagliga virksemi stovnsins.
Havstovan umsitur virksemi, ið hevur til endamáls at savna inn
vitan, at granska, at miðla og ráðgeva um livandi tilfeingi í
havinum og tess umhvørvi við skilagóðari gagnnýtslu fyri
eyga.
Ítøkilig og nýggj ábyrgdarøki, ið eru fyri framman, eru
uppgávur viðvíkjandi bygging og rakstri av nýggjum
rannsóknarskipi og menning av øllum virksemi í hesum
sambandi. Við atliti at nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi
skulu nýggjar mannagongdir mennast innan ráðgeving og
umsitingarætlanir.
Høvuðsuppgávur
•
At seta meginsetningar fyri stovnin, sjálvstøðugt ella í
samstarvi við Fiskimálaráðið.
•
At leiða og samskipa alt arbeiðið á stovninum í sambandi
við vísindaliga ráðgeving, kanningar, gransking og
verkætlanir.
•
At tryggja, at arbeiðið á stovninum eisini verður samskipað
í altjóða samstarvi, tá tørvur ella møguleiki er fyri tí.
•
At umboða stovnin alment í Føroyum og altjóða, eins og
at samskifta við myndugleikar, vinnu- og
granskingarumboð, yrkisbólkar og einstaklingar.
•
At hava ábyrgd av fíggjarstýring, at fáa fígging til vega, og
at játtanir verða hildnar.
Almenn førleikakrøv
•
Útbúgving frá lærdum háskúla.
•
Starvsroyndir, kunnleika og royndir annars, ið kunnu setast
í samband við starvið og virkisøkið á stovninum.
•
Stjórin skal hava góð evni at samskifta í almenna rúminum
og beinleiðis við myndugleikar, felagsskapir og
einstaklingar.
•
Stjórin skal hava evni at taka ímóti stórum avbjóðingum,
bróta uppúr nýggjum, men eisini leggja arbeiðið á
stovninum í skipaða legu.
•
Førleikakrøv í síni heild, ið annars kunnu setast í samband
við stovnin, ábyrgdarøkið og høvuðsuppgávurnar.
Setanartreytir
Starvið verður áramálssett og verður lønt ájavnt við 38.
lønarflokk hjá Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera
tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og
stovnar undir tí, umframt hin stjórnarráðini.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig
viðmæli verður send til Fiskimálaráðið, postrúm 347, FO-110
Tórshavn, ella við telduposti til fisk@fisk.fo og skal vera
ráðnum í hendi í seinasta lagi 8. februar 2018, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva
Reinert, aðalstjóra, á telefon 55 32 11, ella Hera Joensen,
fíggjar- og starvsfólkaleiðara, á telefon 55 32 12.
Stjóri til Havstovuna
Fiskimálaráðið
Starvið sum stjóri á Havstovuni verður við hesum lýst leyst at søkja.
Havstovan er vísindastovnur undir Fiskimálaráðnum. Havstovan skal millum annað gera kanningar av livandi tilfeinginum og tess umhvørvi í
føroyskum sjógvi, eins og á havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál. Stovnurin kunnar landsins myndugleikar og almenning um
granskingarúrslit, eins og stovnurin ráðgevur myndugleikum um livandi havtilfeingið við skilabestu gagnnýtslu fyri eyga. Á Havstovuni starvast umleið
40 fólk, 28 eru knýtt at sjálvum stovninum og 12 at rannsóknarskipinum Magnus Heinason. Stovnurin skipar partar av granskingini um leyst atknýttar
granskarar. Sí annars heimasíðu stovnsins www.hav.fo.
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn