Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JANUAR 2018 SOSIALURIN 11 24 Veðurfakenews Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 V eðrið má sær ráða. Og tað ger tað so sanniliga. Tað ræður sær sjálv­um. Vit fáa einki gjørt við tað. Vit hava roynt, og vit royna at broyta tað við d á l k i n g . Men slíkt tekur tíð, langa tíð. Og broyt­ ingin er so tann, at veðrið versnar, sigst. Veðrið ræður, og tað hevur avgjørt at versna, sigst. Alt var betri fyrr, eisini veðrið. Vit hoyra javnan, at útlend­ing­ um dámar soooo væl at koma til Føroya. Tey elska veðrið her, rusk og meira rusk og uppaftur meira rusk. Nógvur vindur og meira regn. Tað hava tey ikki heima, tí koma tey higar. Væl gagnist teimum, í eina viku ella so. Vit, sum liva í illveðri og/ella hálku 350 dagar um árið, halda ikki, tað er so hugnaligt. Vit kundu hugsað okkum gott veður, slíkt veður, sum turistarnir hava heima hjá sær. Teim­um nýtist ikki at knýta ”um viðrar” upp í annan hvønn setning. Bara ”um Gud vil”. Ikki ”um Veðurgud vil”. Hjá okkum veður­ sjúku eru Føroyar ikki rætta landið at búgva í. Hví rýma vit so ikki hiðani, suður í góðveðrið?. Tí, tað viðrar ikki. Øll hugsa, nøkur tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað. Hava vit hoyrt hatta fyrr? Ofta, alt ov ofta. Og tó, og tó, vit gera okk­urt, vit dálka. So vit fara víðari. Veðrið er ikki ringt. Tað er bara at lata seg í sum veðrið er. Ella er tað óneyðugt, tí øll hava bil. Í bilinum er fjálgt. Starta hann hálvan tíma, áðrenn tit skulu fara. So dalkar hann hálvan tíma longur við CO2. Sum broytir veðrið. Ger tað verri, sigst. Latið okkum í staðin fyri skriva okkurt gott og jaligt um veðrið. Tað kann altíð blíva verri, kaldari, vátari, illfýsnari. So latið okkum vera glað fyri tað veður, sum vit hava. Uttan veðrið var eingin slupptíð til dømis. Alla søgur úr slupptíðini eru um sluppir í ringum veðri. Tá var eisini altíð ringt veður. Eingin slupp uttan veðrið. Veðrið er eisini hent at hava til at taka hjá teimum, sum alla tíðina noyðast at tosa. Hava tey einki at tosa um, men bara noyðast at tosa, ber altíð til at tosa um veðrið. Øll kunnu tosa um veðrið. Og so er eitt, sum eitur veðursjúka. Føroyingum dámar sera væl at tosa um sjúkur, sera væl. So tvær vespur í einum høggi har, veðrið og sjúka. So er samrøðan byrjað, ella eina­ røðan. Og kann halda fram allan dagin. Vit hava veðrinum nógv fyri at takka. Eiga tí at tosa og skriva pent um tað, hóast veðurtíðindini verri enn so altíð eru pen. Men tey eru ofta fakenews, forsøgnin er bara 65 prosent røtt fýra dagar for viðganga veðurfrøðingar. Heimurin, allur heimurin, verður upphitaður, siga tey klóku, tey flestu klóku. Tað ljóðar sum onkur grýturættur, sum hevur staðið í kuldaskápinum síðani í gjár og skal nú hitast upp aftur og etast. Allur heimurin, skrivaði eg, men so er tó ikki. Føroyar eru serstakt land, vit føroyingar eru serstøk tjóð. Vit eru 23 ár aftan fyri hini. Her var frost í nógvar dagar, ja, eina heila viku. Upphitingin er ikki komin higar enn. Vit eru serstøk tjóð. Her er kølið enn, man heimurin uttan um okkum bráðnar og tiðnar. So, samanumtikið, eiga vit at vera glað fyri okkara veður, okkara heilt egna veður. Vit eiga ikki at halda, at tað er vánaligt. Vit eiga at fagna tí. Til ber eisini at ignorera veðrið. Lata sum um, tað ikki er har. Sum sjómenninir. Tað er sum á stovu­ gólv­inum, tá ódnin er 40 m/sek. pluss. Veðrið er bara har. Ringt ella gott ella mitt í millum. Eg komi aftur um eina viku, um viðrar. Veðurbardur umaftur­aft­ urum. Høgni Djurhuus Trý stig í parlagnum JÓGVAN ZACHARIASSEN N akað av tí stuttligasta at spyrja pør er: "Greið frá, hvussu tit komu saman, og hvussu fyrsta tíðin var! Hvat var tað, sum gjørdi, at tit vórðu drigin hvørt at øðrum? Tað er altíð við einum stórum smíli og glógvandi eygum, tey siga frá hesi serligu tíð – spenningurin og kenslurnar, sum tey kendu, áðrenn tey komu saman, spurningurin, um hann vildi hava meg, ella um hon hevði eyguni á einum øðrum, tíðin, fyrsta djúpa samtalan, fyrsti kossurin og fyrsti kærleikin. Alt hetta eyðkennir eina serliga tíð í parlagnum. Bæði eru forelskaði og hava stórar dreymar um tilveruna saman! Ofta verður sagt, at parlagið hevur trý stig. Fyrsta stigið er, BRÚÐAR­FERÐIN. Hetta er tíðin, tá ið alt er so gott og vónríkt. Vit eru for­elskaði og síggja tað jaliga, hava góð ynskir og stórar dreymar hvørt fyri øðrum. Men munur er á forelskilsi og kærleika. Kærleiki og forelskilsi kunnu ikki skiljast sundur sum tveir ymiskir lutir í lívinum, men kortini er munur á teimum. Forelskilsið sær bara tað jaliga. Kærleikin tolir at síggja veikleikar. Forelskilsið hevur óreal­istiskar væntanir. Kærleikin góð­tekur veruleikan. Forelskilsið hevur stórar dreymar. Kærleikin ger dreymar til veruleika. For­elsk­ ilsið letur kenslurnar stýra vilj­an­ um. Kærleikin letur kenslurnar og viljan ganga hond í hond. Fólk kunnu siga, at tá ið for­elsk­ ilsið hvørvur, verður alt keðiligt. Men tað verður bert keðiligt, um kærleikin hvørvur saman við forelskilsinum. Lokaldoyvandi for­ elsk­ilsiskenslan fer við tíðini, men um kærleikin samstundis økist, so verður parlagið sterkari, og for­elskilsið verður eisini verandi – bert ikki doyvandi longur. Men skjótt kemur annað stigið, sum er VÓNBROT. Hetta er tíðin, tá vit fáa eyguni upp fyri, at tann, vit forelskaðu okkum í, ikki var so lýtaleysur, sum vit hildu. Tá ið vit eru nýgift, kunnu vit ikki ímynda okkum, hvussu illa vit klára at slíta okkum frá sjálvsøkni, og hvussu nógv tað fer at krevja av okkum at elska eitt annað menniskja. Vit fara mangan at falla í kærleikanum, og vón­brot, vreiði og særdar kensl­ur fara at gerast partur av gerandis­ degi okkara. Eingin sleppur undan at verða særd­ur, og øll læra á sín egna hátt at liva við tí. Hetta kemur til sjónd­ ar, tá ið vit royna at fjala okkum, í staðin fyri at siga okkara hugsan, tá ið vit verja okkum í staðin fyri at vera opin, tá ið vit samtykkja, í staðin fyri at vera ósamd, og tá ið vit leypa á, í staðin fyri at halda aftur. Veruleikin er tann, at vit bert kunnu sleppa gamlari pínu og sorg, um vit gera frið við fortíð okkara. Eru vit enn bundin at gomlum óvanum og sárum í tilveruni, sum koma frá eini truplari fortíð, verða ósemjur í parlagum sera truplar. Tað krevur hart arbeiði, og tað eru ikki nøkur løtt stig til eitt full­ komið lív, tí sum við øllum, ið er liv­andi, so krevur tað tíð, trivnað og umsorgan. Men triðja stigið í parlagnum er HALGAN. Her ásanna bæði, at sjálvt um hjúnafelagi okkara ikki er fullkomin, so halgar ein seg til at elska og æra hann/hana alt lívið. Vit góðtaka, at vit eru ymisk. Vit stuðla hvørt øðrum. Vit læra sterku síður­nar hjá hvør øðrum at kenna. Hjálpa hvør øðrum við veiku síð­un­ um. Vit eru viðurkennandi, góð­tak­ andi og vilja fáa greiðu á, hvat er best fyri parlagið. Halgan krevur dirvi. Tað krev­ ur dirvi at seta orð á tað, sum vit mugu verða loyst frá, og at um­ fevna tað góða, vakra og frælsa, sum endurreisir okkum. Tá ið vit eru opin um sár okkara, kunnu vit syrgja um tað, sum hevur sært okk­um, síggja, hvussu hetta hevur myndað okkum, og hvørjar gávur vit hava fingið gjøgnum hesar roynd­ir. Tá ið vit umfevna søgur okkara, finna vit tilfeingið, sum er sam­ anvovið í lív og pínur okkara, og tá byrjar lív okkara at verða til sign­ ing fyri hvør annan og onnur. Parlagið eigur at vera staðið, har vit finna frið, hvíld og sælu. Tað er her, grýtuta, kalda og turra lendi okkara kann verða broytt til at vera litríkt, livandi og fruktbart. Og tá vit, eftir mong ár, hoyra spurningin, “Kunnu tit greiða frá fyrstu tíð tykkara saman?”, verður tað altíð við einum stórum smíli og glógvandi eygum, vit siga frá, hvussu alt byrjaði.