Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 2 januar 2018 26 SHIPYARD Mest.fo +298 301100 sales@mest.fo MELCAL KRANAR TIL SJÓVINNUNA! Síðani MEST gjørdi avtalu um at umboða MELCAL kranarnar í 2016 hava vit veitt 11 kranar til skip í Føroyum. DYGDARKRANAR VIÐ GÓÐARI GÓÐSKU Skraddaraseymaðar kranar í mun til tín tørv Kranarnir eru metalliseraðir og rør og fittings eru A316 Allir kranar kunnu snara 360 stig TRYGGUR RAKSTUR – VIÐ TÆNASTU ALLASTAÐNI Á MEST hava vit skipað okkum við einum MELCAL kranatoymi, sum veitir tænastur til kranarnar kring alt landið MEST kemur á staðið fyri at veita hjálp Kring knøttum veitir MELCAL tænastur á staðnum Sí annars www.melcalmarine.com BIÐ UM EITT KRANAPRÁT Vit á MEST eru altíð klár til eitt kranaprát. Lat okkum frætta frá tykkum um tit hava tørv á íblástri ella einum ítøkiligum tilboði Hans Egil Joensen & Synir syrgja fyri øllum flutningi SAMSTARVIÐ MILLUM HANS EGIL JOENSEN & SYNIR OG SALMON PROTEINS, SUM LAKSAVINNAN REKUR Á EIÐI, RØKKUR HEILT AFTUR TIL BYRJANINA HJÁ VIRKINUM. BILAFYRITØKAN Á EIÐI SYRGIR FYRI AT HAVA EGNAÐAR TANGABILAR TIL FLUTNING, BÆÐI TÁ RÆÐUR UM LÁG-OG HÁVANDAFLUTNING Vilmund Jacobsen Hóast fyritøkan, Hans Egil Joensen & Synir á Eiði, hevur røtur heilt aftur til 1959, so er hetta á ongan hátt ein fyritøka, sum hevur staðið í stað. Fyrsti bilurin var ein tvey tons Morris lastbilur við vippu til síðuna og krana, sum lyfti 900 kilo. Í dag hava Hans Egil Joensen & Synir eina stóra bilapark, og umframt at syrgja fyri øllum vanligum flutningstænastum og ymiskum serflutningstænastum, hevur fyritøkan eisini entreprenørvirksemi við gravmaskinum og bilum. Tangabilar Í vinnublaðnum í Sosialinum í dag hava vit samrøðu við stjóran á Salmon Proteins á Eiði, Annvør Jacobsen, sum tekur sær av at savna súrløgu av øllum avskurði og deyðum fiski frá føroysku laksavinnuni. Øll árini síðan byrjan hjá Salmon Proteins hava Hans Egil Joensen & Synir tikið sær av hesum serflutningi við tangabilum, og dugnaligu menninir á Eiði stýra flutninginum sjálvir. Tað eru brøðurnir, Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen, sum í dag eiga og reka fyri­ tøk­una, sum pápin, Hans Egil Joensen, legði lunnar undir og førdi langt fram á leið. Ikki í stað Stóra bilaparkin hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði vísir týðiliga, at hetta er ein fyri­ tøka og veitari, sum hevur ment seg og hevur endur­nýggjað seg alla tíðina. Í mai í fjør fekk fyritøkan ein nýggjan Volvo FH 540, sum eitt nú er útgjørdur við einum Palfinger PK 65002 SH krana, bátastúttum og útgerð til at grabba. Hesin bilurin fekk navnið Kellingin. Í november í fjør fingu Hans Egil Joensen & Synir eisini ein nýggjan Risa, sum er ein Volvo FH16 750 HK 8x4 og er útgjørdur við øllum tí nýggjasta, sum slíkir bilar kunnu hava. Nýggi Risin, sum var triði Volvo FH hjá Hans Egili Joensen & Synum í 2017, hevur ein Palfinger PK 165.002 krana frá KJ Hydraulik. Gott samstarv Samstarvið millum Hans Egil Joensen & Synir og Salmon Proteins, sum laksavinnan rekur á Eiði, røkkur heilt aftur til byrjanina hjá virkinum. Samstarvið hevur verið gott, og bila­fyri­ tøk­an á Eiði hevur syrgt fyri at hava egnaðar tanga­bilar til flutning av súrløgu, bæði tá ræður um lág-og hávandaflutning. Hans Egil Joensen & Synir veita annars flutningstænastur um alt landið. Hetta er nýggjasti Risin hjá Hans Egili Joensen & Synum, sum fyritøkan á Eiði keypti í 2017 Umframt at taka sær av øllum vanligum flutningstænastum, hava Hans Egil Joensen & Synir eisini serflutningstænastur við eitt nú tangabilum