Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 januar 2018 26 Marine Harvest stóran týdning fyri Sandoynna - VIT HAVA NÓGV GOTT AT SÍGGJA FRAM TIL, OG VIT BÍÐA Í SPENNINGI EFTIR ÚTSETINGINI TIL VÁRS, SIGUR BRANDUR SANDOY, BORGARSTJÓRI Í SANDS KOMMUNU Vilmund Jacobsen Tað hevur higartil gingið so sum so við aling á Sandsvág, men eitt er vorðið greitt í tíðini, sum aliringar við fiski hava ligið á sjónum. Tað er, at vøksturin á alifiskinum á Sandsvág hevur verið fram úr góður. - Eftir at neyðugt var at taka alifiskin í ring­ un­um fyri góðum ári síðan, tá herviligt illveður við høgari aldu og hørðum streymi um jóltíðir gjørdu av við nógvan fisk, vóru umboð fyri Marine Harvest Føroyar her suðuri og greiddu frá. Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands komm- ­unu, sigur, at alifelagið í tíðarskeiðnum, með­an aling fór fram á Sandsvág, staðfesti, at laks­urin í ringunum hevði havt metvøkstur. - So, her hava vit nógv gott at síggja fram til, og vit bíða í spenningi eftir útsetingini til várs. Borgarstjórin sigur, at soleiðis, sum tey í Sands kommunu hava skilt tað, ætlar Marine Harvest at seta út fisk til várs, sum vigar 800 gram. - Síðan er ætlanin at taka fiskin aftur, áðrenn vetrarstormarnir koma, sigur Brandur Sandoy. Innari á vánni Í vetur hava stórir aliringar ligið ankraðir stutt úr landi úti fyri bygdini á Sandi, og hetta verður vetrarlegan hjá ringunum, tá teir eru tómir, og eingin nót hongur úr teimum. - Tá fiskur aftur verður settur út, fara ring­ ar­nir at liggja innari á vánni, enn teir gjørdu í seinastu aliroyndini. Ringarnir eru størri, og nótirnar verða grynri. Borgarstjórin hevur góðar vónir um, at henda royndin hjá Marine Harvest fer at eydn­ ast - bæði tí, at ringarnir nú koma at liggja inn­ ari á vánni og tí, at fiskurin verður tikin, áðrenn ring­astu vetrarstormarnir koma. Stóran týdning Brandur Sandoy sigur, at hesi trý árini, síðan ali­felagið so smátt byrjaði sítt virksemi í Sand­ oynni, hava havt stóran týdning fyri komm­ unu­kassan, tí felagið hevur lagt nógvan parta­ felags­skatt eftir seg. - Vit hava fingið eitt bein aftrat at standa á, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at skatta­ inntøkurnar hava fjálgað væl um í komm­unu­ kassanum. Hann vísir á, at virksemið hjá Marine Har­ vest í Sandoynni eisini sæst aftur í granna­ komm­ununi fyri norðan, Skopunar kommunu. - At aling er á Sandsvág, merkir eisini, at Sandoy Seafood í Skopun koyrir aftur, og hetta sæst serliga væl aftur í veksandi inntøkuskatti hjá Skopunar kommunu, leggur hann aftrat. Útmeldingar Tað var í undanfarnu samgongu, at Sandsvág varð góðkend sum aliøki, og borgarstjórin í Sands kommunu fegnast um, at stríðið, sum var um hetta, bar á mál. - Men, í dag síggja vit vandan í útmeld­ing­ unum um ætlaða skattareformin, har lagt er upp til, at kommunurnar ikki skulu fáa parta­ felagsskatt. Um so verður, fer tað at kennast sum ein dyggur smeitur fyri nógvar kommunur - og eisini fyri okkara kommunu. Brandur Sandoy heldur tað ikki vera rætt, at kommunur, sum leggja fjørð, havnalag og umstøður annars til aling, ikki skulu fáa inn í eyga av tí, sum alingin kastar av sær. - At aling er komin á Sandsvág, hevur longu nú havt stóran týdning fyri Sandoynna, sigur borgarstjórin í Sands kommunu. Tríggir stórir aliringar liggja ankraðir stutt úr landi úti fyri bygdini á Sandi, og hetta er vetrarlegan hjá ringunum, tá teir eru tómir, og eingin nót hongur úr teimum Tað er ikki bara Sands kommuna, sum hevur fingið ágóðan av Marine Harvest. Alifelagið eigur eisini sín lut í, at fleiri fólk hava sína inntøku á Sandoy Seafood í Skopun - At aling er komin á Sandsvág, hevur longu nú havt stóran týdning fyri Sandoynna, sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy