hósdagur 25. januar 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
januar 2018
26
Árni Gregersen
Ein lítil mánaður er nú farin, síðani nýggja lógin
um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi.
Ongantíð fyrr í nýggjari tíð hevur ein lóg,
sum ikki hevur við viðurskiftini millum Føroyar
og Danmark at gera, fingið so nógva umrøðu
og so hvassorðað kjak, sum hendan lógin.
Tilgongdin vardi í meira enn tvey ár og
nógvar broytingar vórðu gjørdar, áðrenn
lógin loksins var samtykt og sett í gildi á
nýggjárinum.
At áhugin var so ógvusligur fyri hesi lógini,
sum avloysti lógina um vinnuligan fiskiskap frá
níti-árunum, hongur saman við, at fiskivinnan
er okkara høvuðsvinna og røkkur í hvønn krók
í landinum so ella so.
Beinleiðis rakar hon vinnuna og tey sum
dagliga hava sítt arbeiðið í fiskivinnuni og teirra
millum eru limirnir hjá Føroya Fiskimannafelag
og hinum manningarfeløgunum.
-Ja, tað er rætt, at lógin fer at ávirka okkara
limir, men hvussu nógv tað verður, duga vit
ikki heilt at siga enn, sigur formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag, Jan Højgaard.
Hann
og
hansara
fólk
í
Fiski
mannafelagnum hava fylgt tilgongdini neyvt
hesi seinastu tvey árini og neyvan er tal á
teimum fundum, sum umboð fyri Fiskimanna
felagið hava tikið lut í.
-Hetta fer at geva stórar broytingar, men
eg noyðist at siga, at enn kenna vit ikki allar
avleiðingarnar av lógini. Vit vita als ikki hvørji
hol vit fara at finna í lógum og kunngerðum,
so hvørt sum lógir og kunngerðir fara at virka,
sigur Jan Højgaard.
Í evstu løtu
Formaðurin í Fiskimannafelagnum fylgdi
væl við, meðan lógin var gjørd – líka frá tí ein
arbeiðsbólkur var settur at gera eitt uppskot til
lógina og so meðan lógaruppskotið frá Høgna
Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum,
var til hoyringar og fekk politiska viðgerð.
-Talan er um okkara livibreyð, so tað var mín
skylda at fylgja við og royna at ávirka har vit
kundu, sigur formaðurin.
Hann leggur dent á, at ein stórbroyting tann
positiva vegin hendi millum klokkan trý og fýra
náttina fyri at lógin var samtykt.
Tá eydnaðist at tryggja, at útlendingar ikki
sleppa umborð at manna skipini fyri lága hýru.
-Eg veit væl, at tað framvegis fer at bera til
hjá norðurlendingum at fara umborð á okkara
skip, men vandin fyri, at teir fara at mynstra
fyri minni hýru enn okkara limir, er ikki serliga
stórur, sigur Jan Højgaard.
Óttast gjøld
Formaðurin í Fiskimannafelagnum víisir á, at
tað enn er nógv, sum er ókent fyri teimum og
fyri vinnuni sum heild.
Millum annað er enn ikki avgjørt, hvussu
stór gjøld, vinnan skal lata til almenna kassan.
-Tað uppskotið er ikki samtykt enn, so vit
vita ikki hvussu ógvuslig hesi gjøldini fara at
vera, men eg stúri um tey gerast ov ógvuslig,
sigur hann.
-Tað má framvegis vera soleiðis, at tað
loysir seg at vera í vinnuni. Hetta er ikki bara
galdandi fyri okkum, men so sanniliga eisini
fyri tey, sum eiga skipini og gera tey út.Taað má
loysa seg og tí er tað avgerandi, at avgjøldini
ikki máa grundarlagið undan okkum, sigur Jan
Højgaard.
Uppskotið um veiðugjald liggur í løtuni í
vinnunevndini hjá Løgtinginum.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum ásannar,
at partar av vinnuni hava pening at gjald við,
men ein annar partur av flotanum í veruleika
num als ikki hevur pengar at gjalda við.
-Verður gjaldið ásett ov høgt, so er ein
avleiðing heilt givið, at partar av heimaflotanum
als ikki fer at loysa frá bryggju. Støðan er longu
so ring nú, at fleiri ivast í, heldur at leggja
skipini, sigur Jan Højgaard.
Hann vísir á, at oljan aftur er dýrkað
munandi og tað ger, at tað er dýrt, serliga hjá
trolarunum, í heila tikið at fiska.
-Heimaflotin og serliga trolararnir eru
pressaðir. Oljan er vorðin dýr aftur og veiðan
er ikki økt nakað serligt, sigur hann.
-Skal eitt veiðugjald ásetast, so má tað
gerast sum eitt prosentgjald. Eitt fast gjald pr.
kilo, kann gera, at tað yvirhøvur ikki fer at loysa
seg hjá skipum at fara til fiskiskap, leggur hann
afturat.
Færri í vinnuni
Broytingini í fiskivinnuni seinastu mongu árini
hevur við sær, at tað ikki longur eru so nógv
fólk, sum arbeiða í primeru vinnuni.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur,
at talið av fólkið í vinnuni, fiskimenn og
yvirmenn umborð á skipunum, er um 1000.
-Tað er ikki serliga nógv og sjálvur haldi eg,
at tað kanska kundu verið eini 200 afturat.
Hann
leggur
afturat,
at
sjálvandi
verða nógvar mannagongdir broyttar og
arbeiðspláss rationaliserað burtur.
-Slíkt skal sjálvandi gerast fyri at vinnan
kann menna seg og gerast lønandi, men í
førum haldi eg, at nøkur fleiri arbeiðspláss áttu
at verið umborð, sigur Jan Højgaard.
Uppboðssøla
Ein partur av nýggju lógini sigur, at ein partur
av fiskirættindunum skulu seljast á uppboði.
Hesum eru Jan Højgaard, formaður,
og Føroya Fiskimannafelag, hart ímóti og
gjøgnum alla tilgongdina í lógini hevur felagið
undirstrikað hesi sjónarmið.
Sjálvur sigur formjaðurin, at hann als ikki
hevur álit á einari uppboðssølu .
-Eg havi faktisk sagt, at uppboðssøla er
óetiskt, sum hon verður skipað nú. Skal ein
uppboðssøla virka, so skulu øll rættindini
seljast og so mugu øll, eisini útlendingar
sleppa at keypa. Annars fer hetta als ikki at
virka, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur samstundis, at hesum leistinum
gongur hann heldur ikki inn fyri, tí fyri hann og
felagið er tað avgerandi, at tann peningurm,
sum fæst úr sjófeinginum skal arbeiða í Før
oyum.
Hann skal als ikki á útlendskar hendur.
Viðvíkjandi uppboðssøluni so er formaðurin
samdur við flestu útgerðarmonnum, sum
heldur ikki ynskja uppboðssølu.
Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, segði
herfyri við Sosialin, at honum als ikki dámar
uppboðssølu, men at tað ringasta var mátin,
tá ið boð skulu latast inn í afturlætnum
brævbjálva.
Kvoturnar
Í lógini um fyrisiting av sjófeingi er ætlanin, at
undir Føroyum skulu vit fara frá fiskidøgum
og í staðin fara at áseta kvotur til einstøku
veiðiførini.
Sjálv hendan ásetingin kemur ikki ígildi fyrr
enn á nýggjárinum, men tað er bert lítil partur
av vinnuni, sum tekur undir við at skifta frá
fiskidøgum til kvotaskipan.
-Vit taka als ikki undir við hesum. Hetta
fer at elva til mangt keðiligt, tí fiskiskapurin
undir
Føroyum
er
í
stóran
mun
ein
blandingsfiskiskapur. Tú kanst sjálvdan siga,
at nú fiskar tú bara tosk. Tað ber ikki til, tí fleiri
fiskasløg ferðast saman á landgrunninum,
sigur Jan Højgaard.
Hetta er ikki tað sama sum aðrastaðni – í
Íslandi og Noreg til dømis. Har ber til at fiska
eftir einum fiskaslag í senn, men tað ber illa til
í Føroyum.
-Vit kenna eisini til hvussu tað var, tá ið vit í
níti-árunum royndu við kvotaskipan. Tað gekk
als ikki, sigur Jan Højgaard.
Undir viðgerðini av lógini um fyrisiting av
sjófeingi var avgjørt, at tað neyvan var ráðiligt
at seta kvotaskipanina í verk í ár og tí var
avgjørt, at hetta ikki hendir fyrr enn 1.januar
2019.
Endurnýgging
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag hevur í
seinastuni eisini gjørt sær tankar um, hvussu
vit frameftir skulu menna fiskivinnuna.
Heimaflotin er niðurslitin, brúkar nógva
olju og er í nógvum førum farin um seinasta
søludag.
Skipini eru gomul og tað ber ikki til, sum er
at endurnýggja flotan.
-Vit noyðast at gera eina almenna skipan,
sum fer at gerz tað møguligt at endurnýggja
flotan. Okkara skip eru gomul og ikki
tíðarhóskandi longur, heldur hann.
-Fyri at fáa eina broyting í lag, so er neyðugt
við einum skipapakka av onkrum slag, sum
ger, at menn fáa áræði at byggja nýtt, sigur
hann.
Hann vísir á møguleikarnar, sum vóru
skaptir seinast í fimti árunum og seinast í áttai-
árunum.
-Tað almenna noyðist uppá onkran máta at
vera partur av eini slíkari skipan, men tað skal
sjálvandi gerast við skili, so vit ikki enda í somu
knípu, sum vit gjørdu í áttati-árunum, sigur Jan
Højgaard.
Sáttmálaviðurskiftini
Føroya Fiskimannafelag er eitt fakfelag, sum
fyrst og fremst skal virka fyri bøttu viðurskiftum
hjá fiskimonnum.
Felagið syrgir fyri at gera sáttmálar fyri
fiskimenn og kvinnur við mótpartin, sum í
flestu førum er Føroya Reiðarafelag.
Hetta er gjørt í mong ár, men veruleikin
er, at júst nú er sáttmálin útgingin fyri fleiri
mánaðum síðani og ongin nýggjur er komin
í staðin fyri.
Somu viðurskifti gera seg galdandi fyri hini
manningarfeløgini. Tey hava heldur ikki gjørt
nýggjar sáttmálar, síðani tann gamli gekk út.
Júst nú verður tí areitt eftir gomlu sátt
málunum.
Ja, tað er rætt. Vit útsettu sáttmála
samráðingarnar tí nýggja lógin var á veg og
vit eru ikki komnir til samráðingarborðið aftur
síðani tá. Vit hava roynt at hála reiðararnar til
borðið, men higartil hava teir ikki viljað, sigur
Jan Højgaard.
Nýggja lógin ger, at tað eru fleiri viðurskifti
í sambandi við sáttmálarnar, sum mugu fáast
uppá pláss.
Øll mugu fáa nakað burturúr:
Sjófólk, vinna
og samfelagið
FORMAÐURIN Í FISKIMANNAFELAGNUM MÆLIR TIL VIT OG
SKIL, SO VIRÐINI VERÐA BÝTT SKILAGOTT MILLUM ØLL Í
FØROYU, OG SAMFELAGIÐ SKAL SJÁLVANDI HAVA SÍTT