Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 januar 2018 26 Ein partur er, at nú eru veiðu­loyvini burtur. Nú verða rættindini latin persóni ella felagið, sum so velja hvørjum skipi fiskað verður við. Gamla siðvenjar og galdandi sátt­málar um, at manningarnar eiga ein part av veiðuni, verður uppá ein ella annan hátt sett úr gildi. Hetta er rættuliga ógreitt eins og tað er ógreitt um mannignarnar skulu gjalda part í samband við upp­boðs­sølu og part av veiðu­ gjald­inum til tað almenna. Jan Højgaard kennir væl til hesi viðurskifti, men hann hevur ikki nakað beinleiðis svar uppá, hvussu hetta kann loysast.. -Enda slík mál í rættinum? -Ja, tað ivist eg ikki í. Tað er ein spurningur um tíð nær tað hendir, sigur formaðurin í Fiski­ manna­felag­num. Stríðið fer at standa millum sátt­málarnar øðrumegin og so tað sum stendur í nýggju lógini. Øll mugu fáa nakað Formaðurin í Føroya Fiski­manna­felag er tó sinnaður at arbeiða fyri einari skilagoðari loysn. -Tað er avgerandi at vit finna eitt samstarv. Tað nyttar onki, at vit standa og peika hvør eftir øðrum. Vit skulu liva saman her í landinum, sigur hann. Hann hevur eisini sína egnu upp­skrivt uppá, hvussu fiskivinnan hevði verið best skipað: -Tað er rættuliga einfalt. Vit hava eitt tilfeingi, sum øll eiga og tí ræður tað um at skipa so fyri, at øll fáa nakað burturúr. Reiðarar, fiskimenn og samfelagið sum heild, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard. Hoyringssvar frá FF FØROYA FISKIMANNAFELAG HEVUR STUTT GJØRT VART VIÐ TEIRRA SJÓNVARMIÐ Í SAMBAND VIÐ AT VINNUNEVNDIN HJÁ LØGTINGINUM ARBEIÐIR VIÐ VEIÐUGJALDINUM: Sambært lógaruppskotinum skulu rættindahavarar, sum hava ræði á rættindum, ið Føroyar ráða yvir, sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, rinda veiðugjald til landið. Veiðigjaldið verður roknað sum eitt vektað gjald grundað á útrokningargrundarlag fyri einstakar veiðubólkar og á uppboðssøluna í fiskiárinum alt umroknað/ásett sum eitt krónutal fyri hvørt kilo í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag, sum veiðugjald skal gjaldast av. Í hetta lógaruppskotið innganga tvey týðandi elementir – rættindahavarir og uppboðssøla av fiskirættindum. Tá tað snýr seg um at kunna gerast rættindahavari, er lagt upp til í lógaruppskotinum um sjófeingi, sum liggur í Løgtinginum, at strika skipanina við veiðiloyvum. Hesi bæði tingini – at strika skipanina við veiðiloyvum og uppboðssøla av fiskirættindum – hevur Føroya Fiskimannafelag staðiliga mælt frá. Føroya Fiskimannafelag heldur ikki, at avtøka av skipanini við veiðiloyvum og uppboðssøla av fiskirættindum fara at hava við sær, at endamálini hjá landsstýrinum fara at verða rokkin, men heldur fer at hava negativar avleiðingar fyri manning, virðisøking og fiskivinnuna sum heild, og vilja tær m.a. verða: · Færri føroyskir aktørar og økt strámannavirksemi. · Tvingað vertikal intergrering. · Grundarlagið máað undan sáttmálunum og manipoleraðir avreiðingarprísir. · Truplari at áseta tilfeingisgjaldið. Minni virðisøking og verri rávørugóðska. · Trygd hjá manningini og umstøðurnar annars umborð versna. · Útlendskar manningar. · Føroyska fiskimannastættin bløðir út. · Færri framtíðarmøguleikar hjá ungum føroyingum á sjónum. Vit skilja ikki, hvussu ein meiriluti á Føroya Løgtingi kann finna uppá at gera slíkt móti føroysku fiskimonnunum og eini fiskivinnutjóð, sum Føroyar enn eru, sí eisini hjálagda skjal 1: Veiðiloyvir og uppboðssøla av fiskirættindum. Grundað á omanfyri framførda, staðiliga mæla landsstýrinum til at leggja bæði lógaruppskotini um sjófeingi og um veiðugjald til viks og heldur taka upp samband við týðandi aktørarnar – herundir manningarfeløgini - í vinnuni og taka teir veruliga við í eina tilgongd at tilevna eina fiskivinnuskipan, ið gagnar fiskivinnuni og samfelagnum sum heild. Fleiri av aktørunum í vinnuni hava gjørt sær nágreiniligar tankar um, hvussu ein nýggj ella broytt fiskivinnuskipan kundi verið – og millum tey eisini Føroya Fiskimannafelag At taka aktørarnar við í eina tilgongd at skapa karmar fyri vinnuna er ein vælkendur leistur frá øðrum londum og eisini í Føroyum, t.d. tá stig vórðu tikin í sambandi við endurreisnina av alivinnuni. Øll í Føroyum kunnu vinna við eini slíkari tilgongd, meðan flest øll fara at tapa, soleiðis sum nú verður farið fram