Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 januar 2018 26 Árni Gregersen Hann er helst best kendur í almenninginum fyri tey árini hann sat sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Oddfríður Gregersen, stjóri, og vinnu­lívs­ mað­ur, verður 1.februar 90 ára gamal. Frá 1984 til 1993 sat hann sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hetta var bæði í teimum góðu áttati-árun­ um, tá ið ofta hart stríð var millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Í fleiri førum vóru verkføll, sum meira ella minni løgdu samfelagið lamið. Kanska mest minnisverda verkfallið var, tá ið verkfallsfólk avbyrgdu Oyggjarvegin, so bilar hvørki sluppu til ella úr Havn. Meðan Oddfríður Greeersen var formaður fyri Arbeiðsgevararnar, so var tað aloftast Inge­ borg Vinther, sum sat hinumegin borðið. Bæði tvey vóru rættuliga snarsint, men tá ið á stóð av álvara, so megnaðu tey ofta saman at finna loysnir, so ferð aftur kundi koma á arbeiðið. Oddfríður Gregersen var eisini formaður, tá ið avgjørt var at gera eina arbeiðsloysisskipan í Føroyum. Hetta kom endaliga uppá pláss í ringastu kreppuárunum fyrst í 90-unum Umframt at Oddfríður Gregersen sat sum formaður í hesi árini, so var hann nevndarlimur í fleiri ár og næstformaður meðan Torstein Vilherlm var formaður í nevndini Skipsførari Oddfríður Gregersen er gøtumaður, sonur Sáru og Jóan Paula Gregersen í Grógv í Syðugøtu. Sum ungur fór hann til skips, men vildi víðari og fór sum næmingur við skúlaskipinum Dan­ mark. Hann fekk sær nautiska útbúgving og sigldi eitt skifti sum stýrimaður við hinum danska skúlaskipinum, Georg Stage. Eitt skifti sigldi hann eisini við danska handilsflotanum. Seinni legðist hann uppá land og arbeiddi í fyri­tøkuni hjá S.P. Petersen í Fuglafirði, áðrenn hann fór inn í familjufyritøkuna í Gøru. Har var Fiskavirki, Fiskamjøl og skipið Sporið, sum bróð­urin Per førdi.Pápin, Jóan Pauli Gregersen var stjóri, og systkini Leivur Gregersen og Gunn­leyg Jacobsen vóru eisini partur av fyri­ tøk­uni. Seinni keyptu teir Coraliu, sum fyrst fyri tað mesta var brúkt til at flyta fiskaslógv til mjølverksmiðjuna í Gøtu, men seinni var brúkt sum sandbátur. Hana førdi Oddxfríður Gregersen fyri tað mesta, til virkið í Gøtu fór undir at virka sild til matna. Tá hevði fyritøkan nótaskipið Saturn og í fyrstuni var sildin arbeidd í kajhúsinum í Norða­gøtu áðrenn nýmótans sildaverksmiðjan Harenga var bygd. Eftir at sildaveiðan endaði, var farið undir at ala laks, samstundis sum skipini fiskaðu undir Føroyum. Sporið og Saturn og so seinni Ólavur Hvíti. Oddfríður Gregersen var tá stjjóri í fyritøkuni, sum legði á alibógvin. Tað er fyritøksan sum í dag ber nøvnini Luna og Hiddenfjord. Fiskavirki er enn ein virkin fyritøka í Gøtu, men fyritøkan hevur ongi skip í dag. Politiskt aktivur Stjórin í Gøtu var eisini politiskt aktivur. Eitt skifti var hann formaður í Gøtu kommunu, men hann stillaði eisini upp í landspolitikki fleiri ferðir. Hann var ongantíð valdur, men hevði sætið á tingi eitt stutt skifti. Hann var fólka­floks­ maður. Oddfríður Gregersen giftist Hjørdis Petersen úr Fuglafirði og tey fingu tríggjar synir: Atla, Páll og Regin, sum í dag reka fyritøkurnar víðari. Vinnulívsmaður í Gøtu fyllir 90 ár ODDFRÍÐUR GREGERSEN, FYRRVERANDI FORMAÐUR Í FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG OG VINNULÍVSMAÐUR 90 ÁR Í NÆSTU VIKU