hósdagur 14. desember 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
apríl 2017
n 49
15. desember 2017
Øll sum eru fødd eftir 1959 eru fødd
undir skeivum fortreytum, um pen
sjónsaldurin hækkar! Skulu øll gera
sum Mortan og krevja endurgjald?
So glapp. Samgongan stóð saman. Ja, sjálvt
Javnaðarflokkurin stóð saman – øll átta.
Fiskivinnunýskipanin varð samtykt, enntá
við eitt lítið sindur breiðari undirtøku enn
væntað.
Tað er einki at ivast í, at samtykin í løg
tinginum týskvøldið klokkan 21:51 er ein
týdningarmikil hornasteinur hjá samgong
uni, hjá Akseli V. Johannesen sum løgmanni
og hjá Høgna Hoydal sum fiskimálaráðharra.
Hendan samtyktin var og er legitimiteturin
hjá samgonguni, sum nú kann anda lættan.
Talan er um ein stóran politiskan sigur
hjá samgonguni. Tá tað er sagt, so er tað
ikki tí, at alt hervið verður so gott, sum
samgongan hevði ímyndað sær frá byrjan.
Úrslitið var ikki tað, sum samgongan ætlaði.
Men tað verður heldur ikki so svart, sum
andstøðan hevur roynt at málað støðuna.
Slett ikki.
Tí sjálvandi skal fiskivinnan eins og aðrar
vinnur duga at tillaga seg, um tað yvirhøv
ur verður neyðugt. Øll fræls vinna tillagar
seg alla tíðina. Føroyska handilsvinnan
tillagar seg eisini, tá reiðarar við nógv
um pengum upp á skift keypa upp stórar
handilsfyritøkur og matvøruhandlar. Smáir
bakarar mugu tillaga seg, tí avlopspengar í
fiskivinnuni uppskeypa størstu bakaríini í
landinum.
Gamlir siðbundnir fjølmiðlar mugu
eisini tillaga seg, tá yvirskotspengar í
uppsjóvarvinnuni uppkeypa fjølmiðlar,
sum so kunnu koyra við milliónahalli og
avlaga lýsingarmarknaðin. Tað merkir, at
uppsjóvarpengar avlaga marknaðin hjá
fjølmiðlum. Er tað rímuligt, at P/F Varðin
við 1,12 milliardum í eginogn skal reka ein
undirskotsfjølmiðil, sum tí kann avlaga
marknaðin hjá hinum fjølmiðlunum sum
ongar reiðarapenar hava?
Sjálvandi klára hesi somu reiðarar, sum
avlaga aðrar vinnur, eisini at kappast undir
broyttum umstøðum í fiskivinnuni. Hyggið
bara eftir tykkum sjálvum!
Og skal ein reiðari í Havn hava endurgjald
fyri broyttar umstøður í vinnuni, hvat so við
øllum teimum føroyingum, sum eru føddir
eftir lógina um fólkapensjón frá 1959 – teir
eru jú føddir undir undir skeivum fortreyt
um. Skulu teir stevna landsstýrinum eftir
endurgjaldi fyri mista pensjónsinntøku?
Á Posta trúgva tey ikki longur upp á postút
bering.
Ár um ár hækkar Posta porto á brøvum,
pakkum og ikki minst bløðum. Øll eru samd
um, at tað er alt for dýrt at senda post. Og tað
heldur Posta eisini. Tí heitir Posta í skrivi á
viðskiftafólk síni um at senda Posta sínar teldu
postadressur, so Posta sleppur frá at rinda dýrt
porto til Posta til post til viðskiftafólk hjá Posta.
Skrivið frá Posta er soljóðandi:
»Vinarliga sigið okkum tína/tykkara teldu
postadressu, so vit í framtíðini kunnu nýta hesa
at senda tykkum fakturar og kontoavri.
Sendið okkum ein teldupost til bokhald@
posta.fo«.
Hetta man vera
tað sama sum at máa
støðið undan sær
sjálvum – at vera á
sjálvmorðskós.
Fødd undir skeivum fortreytum
Posta á sjálv
morðskós
nei til brøv!
Les eisini blaðið
á telefonini
Bíni uppi yvir rími
Høgni Djurhuus
baksíðan
Ein megnar
ættarsøga
Siðsøga síða 26-26
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
– Børnini eru okkara virðismesta
tilfeingi. Og tey sum skulu vera
um okkara børn skula helst hava
rúmshátt kor at virka undir. Tí
skulu vit seta inn og fáa virðiligar
umstøður, tá tað kemur til lønar
partin hjá pedagogum
So greið var Annika Olsen 5. november í fjør
– fyri presiss 405 døgum síðani.
Tí kundu vit staðfest, at sjálvt um Ann
ika Olsen, sum borgarstjóri í Havn og sum
forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafel
agnum hevur noktað pedagogum at fara til
arbeiðis – lýst verkbann, so er tað slett ikki
tí, at hon er ímóti, at pedagogar skulu hava
hægri løn.
Tað er faktiskt beint tvørturímóti.
Annika Olsen heldur, at pedagogar
skulu hava hægri løn – at pedagogar
skulu hava »virðiligar umstøður«.
Á politiskum fundi, sum Miðla
húsið og Reinsaríið skipaðu fyri
5. november í fjør á Reinsarí
num í Havn segði Annika
Olsen soeliðis – orðarætt
endurgivið – soleiðis:
»Men eitt annað,
sum eg haldi
er ógvuliga
vigtugt, tá
vit tosa um dagstovnaøkið, tað er eisini løn
arspurningurin.
Har haldi eg – eg veit gott, at tað eru fleiri
partar involveraðir – tá vit tosa lønir, men
hetta er immervekk okkara virðismesta
tilfeingi. Tað eru børnini. Og tey sum skulu
vera um okkara børn skula helst hava rúms
hátt kor at virka undir, so eg haldi absolutt
eisini, at tann spurningurin eigur at koma
upp.
Tí við tað at vit blíva við at pressa á dag
stovnaøkinum til eina lægri og lægri løn,
so trúgvi eg eisini, at tað kemur at bíta seg í
halan í tí langa endanum, viss man ikki setir
inn og fær virðiligar umstøður, eisini tá tað
kemur til lønarpartin.«
So Jógvan Philbrow og allir
námsfrøðingar! Tit hava einki at
óttast frá Tórshavnar býráð, har
borgarstjórin gongur á odda at
geva tykkum hægri løn. Tit eiga
eisini trúgvar limir í stuðlum
hennara í býráðnum, í Boga
Andreasen og Turið Horn.
Tað eru 405 dagar síðani,
at Annika Olsen segði
hesi orðini, og hon hev
ur ikki ein gong skift
flokk síðani tá, so
keep on going!
Annika Olsen: Pedagogar
skulu hava hægri løn