hósdagur 14. desember 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
4
Nú er lógin um nýskipan av fiskivinnuni
endaliga samtykt.
Onkur spyr, hvat vit nú fara at skriva
um og hvat vit fara at tosa um komandi
mánaðirnar, nú hetta málið er farið av
dagsskránni.
Jú, tað verður ikki so ringt. Fiskivinnan
fyllir nógv og er grundstøðið undir okkara
tilveru her á klettunum, men tað er kortini
ikki so, at lívið ikki verður livað, sjálvt
um Løgtingið ikki arbeiðir við nýggjari
fiskivinnuskipan.
Jól eru í hondum.
Tað fyllir vanliga nógv, sjálvt um eg
haldi, at tey gerast alt meira kommerciel.
Alt skal keypast – sjálvt jólatrøini skulu
vera av plastikk, tí annars er vandi fyri
at vit fáa onkra innsekt inn um hurðina,
sum vit annars ikki ynskja.
Elektronikkur fyllir mest undir jóla
trøunum. Verðin flytir seg og helst er tað
bert gamalt grenj at tosa um, at soleiðis
var tað ikki fyrr.
Ein sannroynd er tað kortini, at ongan
tíð fyrr hava so nógvir pengar verið
millum fólk, sum júst nú. Tað ger, at vit
keypa okkum burtur úr øllum. Kærleiki
og nærleiki kemur afturat, men fyrst og
fremst snýr tað seg um, at gávurnar eru
nóg stórar.
Børn sum vaksa upp í so góðum tíðum
fáa ofta eina skeiva mynd av, hvat lívið
snýr seg um. Vit gloyma ofta at siga
teimum, at tíðir skifta og vit hava onga
treygd fyri, at alt altíð fer at flóta í mjólk
og hunangi, sum tað ger nú.
Tað er ongin grund til at lasta børnini
fyri hetta, men heldur okkum foreldur og
abbar og ommur.
Okkara uppgáva er at leggja tað góða
niður í børnini og ger tey til reiðar til eitt
lív, har pengar og verðsligheit fylla mest.
Vit mugu læra, at uttan hvønn annan
gerst lívið tómt og fátækt.
Jólagleðin eigur eins og onnur gleði og
kærleiki eigur at fylla okkara lív. So kemur
alt hitt afturat.
Jólini nærkast skjótt. Tað merkist á
veðrinum, sum skiftir millum hvítt og
svart í løtuni.
Tað gevur okkum tíð at
hugna okkum og hugsa
eitt sindur djúpari um
sjálvt lívið.
Gerandisdagurin
kemur nóg skjótt
aftur. Tá verður tað
pensjónsnýskipan og
annað, sum fer at fylla
spalturnar og tíðinda
rásirnar annars.
Ája
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Framyvir skulu vit bara
syngja 75% av Sildavalsinum. Seinasta
versið skal á uppbosðsølu
Fiskivinnunýskipanin
verður endaliga samtykt
við triðju viðgerð í
løgtinginum.
Kris fekk 199.000
krónur inn í
landsinnsavningini
Kongshúsið boðar frá, at
krúnprinsaparið kemur á
vitjan í Føroyum í august
næsta ár
Enniberg krevur
7,3 milliónir frá
Fiskimálaráðnum, eftir
at fiskivinnunýskipanin
er samtykt.
Pedagogar fara í verkfall,
og Kommununala
arbeiðsgevarafelagið lýsir
verkbann
Fólkatalið var 50.358
tann 1. november vísir
uppgerð hjá Hagstovuni
Clearing
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fleiri gentur enn dreingir eru
føddar í Føroyum frá november
í fjør til november í ár
36
Eitt av heitu politisku málunum seinastu
vikuna var tann sonevnda clearing-avtalan
millum Kristin Michelsen og Magna Laksafoss
í sambandi við atkvøðugreiðsluna eftir aðru
viðgerð av uppskotinum um fiskivinnunýskipan.
Kristin Michelsen var burturstaddur, og tí
gjørdi hann avtalu við Magna Laksafoss um,
at hann heldur ikki skuldi verða í tingsalinum,
tá ið atkvøðugreiðslan fór fram. Har við var 1
ja-atkvøða og 1 nei-atkvøða tikin burtur úr og
valdsjavnvágin var tann sama, sum um báðir
høvdu atkvøtt.
Danskt-føroyskt orðabókin hevur uppskot
um, hvussu »clearingaftale« kann nevnast
á føroyskum. Har verður sagt soleiðis:
Clearingaftale: (stjmfr.) atkvøðugreiping; lave c.
atkvøðugreipa (tá ið tingmenn úr yms flokkum
semjast um at vera burturstaddir, meðan atkvøtt
verður)
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
8-13 m/s av norði, sum út á
dagin minkar niður í 5-10 m/s.
Skiftandi skýloft við vátakava
ella kavaælum. Hitin um dagður
millum 0 og 4 hitastig. Um
náttina niður í 3 kuldastig.
8-13 m/s av suðri, sum út á dagin
fer í vestan og útnyðring. Fyrst
skýggjað og regn, men seinni
klárari í veðrinum og einstøk
æl. Um náttina fer vindurin í
útsynning og minkar niður í 5-10
m/s. Skýggjað og mest turt.
Hitin alt døgnið 3 til 8 stig.
5-10 m/s av norði, sum minkar
niður í 2-6 m/s av útnyðringi
og vestri. Mest turt og fyrst av
degnum sólglottar, seinni meira
skýggjað. Hitin millum frostmarkið
og 4 hitastig. Um kvøldið veksur
vindurin upp í 8-13 m/s av suðri,
skýggjað og sum frálíður regn.
Hitin veksur upp í 2 til 6 stig.
8-13 m/s
8-13 m/s
5-10 m/s
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At í september vóru
26.251 løntakarar í
Føroyum
Sæð á Facebook:
Eg haldi, at eins og í etiskum málum
eiga løgtingslimir at atkvøða eftir teirra
sannføring í øllum øðrum málum eisini.