hósdagur 14. desember 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
32
Bíni uppi yvir rími
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
H
vat hava juni og juli og
desember felags her í
Føroyum? Ein góður
spurningur, ikki satt.
Hásummar og vetur. Ljós
og myrkur. Nei. Veðrið, ja,
men bara partvís. Tað hendir
seg, at kavi er í juni, men
ikki í juli tó.
Sólin skínur
eisini í
desember.
Vit kunnu nevna nógvar aðrar
møguleikar, uttan at raka tann rætta.
Politiskur ófriður. Jú, hann er á góðari
leið. Har er eingin sesong longur.
Løgtingið, sum fyrr fór í summarfrí
flaggdagin, hevur nú styttri summarfrí
enn fólkið á gólvunum, sum ongantíð
eru bonað.
Og jólini verða skjótt útsett, so
løgtingið fær stundir at gera seg liðugt.
Fólkaræði krevur tíð, meira og meira
tíð, tí orðið er frítt.
Høvdu vit eitt skilagott einaræði,
var handan fiskivinnunýskipanin
gjørd og avgreidd í 2008 og dagførd
í vár.
Nei, rætta svarið upp á spurningin
í fyrsta ørindi er neyðrím. Neyðrím.
Í juni og juli kappróðrarsangir og í
desember jólasangir, dag og nátt.
Teir eru nógvir so illa yrktir, at
neyðrím ríma við deyð rím.
Tað er helst so, tá sangir verða
gjørdir til ávíst høvi, verða bílagdir.
Ger ein sang um jólini, hann slær ikki
falskar mentir. Sama, hvussu hann er,
so heldur fjøldin, hann er góður. Hann
er góður, tí jól eru. Tað er tað.
Neyðrím verða brúkt, tá
yrkjarin ikki finnur nakað
skilagott orð sum ber upp
á rím. So verður okkurt tilvildarligt
orð, sum ber upp á rím, langað inn, og
reglan er liðug.
Í staðin fyri at geva okkum góðar
sangir, fáa vit bara at vita, at vit kunnu
sløkkja, sløkkja lortið. Har er vist ein
knøttur onkustaðni, sum eitur stop.
Og onnur halda, at hasir sangirnir,
sum eru í umferð, tíverri ikki rundan
um mánan, men her millum okkum,
eru góðir og sera góðir.
Tað eru vit, sum einki skil hava fyri
tónleiki og tekstum, vit knarra. Fjøldin
ræður, sigst.
Jólini eru bara til ampa og fortreð.
Tað hevði tí lætt eitt sindur um at
hoyrt góðar sangir, um vit minnast til
at tendra aftur.
Kanska ber als ikki til at yrkja um
jólini, uttan at balla orðini í siroppi ella
øðrum, sum hevur somu tjúkt og gevur
sama vaml.
Jólini eru høgtíð barnanna og
alt hatta har. Børn hava harða húð
og breiðan rygg, so tey tola ljót orð
og mergjað rím. Um tey skilja tey
føroysku.
Jólamenn, tveir í senn, flenn ella
renn....undan for hundan.
Hevði eg dugað at yrkt, skuldi eg
skrivað ein jólasang, ein antijólasang,
sjálvandi. Lagið skuldi verið Money.
Pengar gera fólk glað, tey eru í góðum
lag sum eitt lambamæ.
Kanska eru teir har kortini, teir
óreinu og skitnu jólasangirnir, í
feysbukkuni. Har er lívið endað nú. Eg
eri ikki har, so eg eri ikki til. Sum tey
siga: eg eri á Facebook, ergo eri eg til.
Eg eri ikki á Facebook, ergo eri eg
ikki til.
Óhugaligt at hugsa sær, at mann
kann (neyðrím) vera deyður fyri
langari tíð síðani.
Havið kapping um at yrkja
jólasangir. So sleppa øll at royna seg.
Kanska tann besti vinnur. Tann við
fæstum, ella flestum, neyðrímum.
Lívið er ov stutt til at leita eftir
góðum rímum.
Annars stendur orðið neyðrím ikki
í nakrari orðabók, sum eg havi. Kanska
er orðið bara, ja, eitt neyðrím, sum kom,
tá ein yrkjari leitaði eftir einum orði,
sum rímaði upp á hím ella krím. So
segði hon: mangt er í neyðini nýtt...og
nýtt, til dømis eitt orð.
Men, sum sagt síðst í oktober: jólini
nærkast. Tað ber eisini til at siga í juni
og juli. Tey eru sum deyðin, jólini,
nærkast altíð.
Og tú sleppur ikki undan teimum.
Har fær eitt neyðrím, sama hvussu
gott tað er, ikki bjargað tær.
Høgni
Djurhuus
Við ynskjum um eini
góð og hugnalig jól
og eitt eydnuberandi
nýggjár, við tøkk fyri
gott samstarv.