Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Effo-deildin er søga. Í hvussu so er næstu fimm árini, og tað vil siga fram til og við 2022, verður Betri høvuðs­stuðul hjá FSF. Tað ber millum annað við sær, at fremsta deild­in hjá kvinnum nú eitur “Betri deild­in kvinnur”, og fremsta deildin hjá monnum eigur “Betri deildin menn”. Nýggi samtaksstjórin í Betri sig­ ur soleiðis: -Betri virkar í og kring allar Før­ oyar. Fótbólturin er ógvuliga væl­ um­tókt ítrótt, sum bæði í breidd og við góðum úrslitum í altjóða høpi skapar úrslit. Tískil passar hetta væl saman við okkara virðum at gera eina longri menningaravtalu, sum umftar allan fótbólt, sigur Ben Arabo. At tað verður tosað um menn­ ingar­ætlan kemst av, at talan umframt um stuðul thjá kvinnu­ lands­liðnum er stuðul hjá bestu deild­ina í manskappingini og kvinnu­kappingini umframt feløg­ ini, sum hava skipaða ung­dóms­ deild. -Hetta er fyrstu ferð, at fremsta deild­in hjá kvinnum fær eitt stuðuls­navn og samleika, og hetta er avgerandi fyri FSF sum partur av menn­ingini av føroyskum fótbólti, sigur FSF formaðurin Christian Andrea­sen, og hann heldur fram: -Hetta er ein avtala, sum ger mun. Vit hava sett okkum greið lang­tíðar­mál fyri føroyskan fót­ bólt. Styrkin hjá okkum er í breidd­ini, og ein slík avtala eggjar feløg­unum at halda fram við menn­ ingini. Formenninir í fótbólts­feløg­ unum vóru fríggjadagin á fundi saman við FSF. Tá varð kunnað um nýggju avtaluna, sum verður søgd at vera tann av sínum slagi við størstu upphæddunum. Higartil hevur samlaði stuðulin til feløgini verið 35 túsund krónur um árið til tey tíggju feløgini í bestu deildini ella tilsaman 350 túsund krónur. Nú fáa feløgini eina millión um árið ella tilsaman fimm milliónir í tey fimm árini, sum avtalan er gald­ andi fyri. Í FSF verður undirstrikað, at Effo, sum síðani 2012 hevur verið høvuðs­stuðul, heldur fram sum stuðul av øðrum slagi, og at tey í FSF eru stak væl nøgd við tað sam­ starvið, sum hevur verið. 375 túsund til kvinnurnar Í tíðindunum frá FSF verður einki sagt um tøl og harvið hvat Betri rind­ar fyri at vera høvuðsstuðul hjá FSF og føroyskum fótbólti. Feløgini eru kunnað um av­ talu­na, sum tað verður sagt er 300 túsund krónur um árið at býta millum feløgini, sum taka lut í bestu deildini. Í 2017 luttóku seks feløg í bestu kvinnudeildini. Tað vil siga, at tað eru 50 túsund krónur í part. Til tey feløgini, sum eiga kvinnu­ lið, men sum ikki eru umboðað í bestu deildini, er upphæddin 75 túsund krónur. Talan er um trý feløg, sum harvið fáa 25 túsund krón­ur í part. Christian Andreasen, formaður í FSF, sigur soleiðis um tað, at stuðuls­avtala er gjørd fyri kvinnu­ fót­bóltin: -Talan er um eina menningar­av­ talu, sum er øðrvísi enn aðrar líkn­ andi avtalur. Aðal­fundurin hjá FSF sam­tykti í ár eina nýggja strategi undir heitinum Fótbóltur fyri lívið, har tað er ásett greitt, hvørji fram­ tíðar­málini eru hjá føroyskum fót­bólti. Talan er um miðvísa ætlan fyri at fáa fleiri at spæla fót­bólt. Størsta ótroytta tilfeingið er kvinnurnar, og henda partin fara vit at leggja dent á støðugt at menna. Ein partur er at syrgja fyri, at kvinnulandsliðið og Betri deildin hjá kvinnum verða meiri sjónlig, sigur FSF formaðurin. 625 túsund til menninar Kappingin fer av um tvøran, tí fyri­ treytirnar hjá feløgunum eru so ymiskar. Tað eru tey somu fimm feløg­ini, sum hvørt ár kappast um FM, sigur í steypafinaluni og tey plássini, sum geva atgongd til euro­ peisku kappingarnar. Soleiðis er ofta at hoyra, og hag­tølini siga, at trý tey seinastu árini eru Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB endað á fimm teimum ovastu plássun­um í landskappingini. Hesi trý árini hava Víkingur, KÍ og NSÍ vunn­ið steypakappingina. Luttøka í europeisku kapp­ing­ unum ber útreiðslur við sær, men inn­tøkurnar frá UEFA eru so mikið stórar, at tað av álvara ger mun í felags­kassunum. Meistaraliðið fær 3,5 milliónir krónur og upphæddin veksur, um tað eydnast meistarunum at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi um­ farinum. Luttøka í Europa liguni ber 1,7 millión­ir við sær, og so verður lagt aftrat, tá ið tað eydnast at vinna seg úr fyrsta innleiðandi umfarinum. Munagóðu UEFA inntøkurnar til bestu feløgini bera við sær, at fyritreytirnar hjá hinum feløg­un­ um eru verri at vera við í kappingini um bestu spælararnar. Í nýggju avtaluni millum Betri og FSF verður roynt at leggja uppfyri hesum. Tað vil siga, at stuðul verður nú bara veittur teim­um seks feløgunum, sum ikki kvalifi­sera seg at spæla í Europa. Samlaða upphæddin er ein hálv millión um árið, og fyrsta árið verður roknað út frá endastøðuni, sum hon var í 2017. Tað vil siga, at HB, Skála, Suðringar, EB/Streymur, 07 Vestur og AB í 2018 fáa 83.333 krónur í part. Tað vera eingi mótmæli frá hinum fýra feløgunum – Víkingi, KÍ, NSÍ og B36. Samskifti hevur verið millum FSF og feløgini, sum hava tikið leistin til eftirtektar. Tey feløgini, sum ikki eru um­ boðað í bestu deildini, fáa 125 túsund krónur at býta. Talan er um fimm feløg, sum harvið fáa 25 túsund krónur í part. Hesi eru ÍF, B68, Giza Hoyvík, B71 og Undrið. Stuðulsavtala: FÓTBÓLTSFELØGINI FÁA 5 MILLIÓNIR FRÁ BETRI FÓTBÓLTUR Nýggja stuðulsavtalan millum Betri og Fótbóltssambandið ber við sær, at feløgini, sum kvalifisera seg at spæla í Europa, ikki fáa lut í stuðulspengunum