mánadagur 18. desember 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Kappingarleisturin fyri før
oyskan ungdómsfótbólt er
nú broyttur. Størsta broyt
ingini er, at tað nú verður
ein U21 deild hjá dreingjum í
føroyskum fótbólti. Fyrr var
sokallaða “unglingadeildin”
fyri spælarar, sum komu frá
U16 og so tríggjar árgangir
fram. Síðani bleiv tað broytt
til U18, har fleiri av smærru
feløgunum fingu tað torført
við at manna lið, tí talan nú
var um tveir árgangir.
Nú er leisturin so vendur
á høvdið, tí talan verður nú
um fýra árgangir í deildini,
sum er ein U21 deild.
Allar ungdómsdeildirnar
broyta frá f´ra líkatølum
til ólíkatøl. Bæði gentur og
dreingir hava U7, U9, U11,
U13, U15, dreingirnir hava
síðani U17 og U21, meðan
kvinnurnar hava U18 og so
vaksnmannafótbólt.
-Arbeitt hevur verið við
hesum í tvey ár. Vit hava sær
nakar avbjóðingar, og ein
tann størsta er skiftið frá
ungdómsspælara til vaksn
mannaspælara.
Hagtølini
siga, at spælarar í 16-17 árs
aldrinum gevast at spæla.
Helst hevur tað nakað við at
teir gevast í fólkaskúlanum
tá. Síðani er talið javnt
stórt fram til spælarar blíva
20-22 ára gamlir, tá fella
aftur fleiri frá, sigur Róin
Schrøter, formaður í kapp
ingarnevndini
og
leggur
afturat:
- Vit hava gjørt tekn
iskar kanningar og tosað
við feløgini. Tað er ikki full
semja, men á formansfundi
num komu vit til eina rími
liga greiða semju, sigur Róin
Schrøter.
Formansfundur
var
fríggjakvøldið, har stuðuls
avtala
eisini
bleiv
gjørt
við
Betri,
sum
verður
høvðusstuðul
hjá
bestu
deildunum hjá kvinnum og
monnum,
kvinnulandslið
num.
Fleiri broytingar á veg
Tað verður eisini arbeitt við
at gera aðrar broytingar.
Eitt nú er møguligt at hava
sjey spælarar á bonkinum
hjá besta liðnum. Tað ger, at
nógvir spælarar sita á bonki
num og ikki sleppa at spæla.
Her er trupuleikin størst fyri
spælarar, sum eru eldri enn
21, og ikki koma undur U21
regulin. Teir hava ikki lov at
spæla við øðrum liði á einum
dystardegi.
-Her verður arbeitt við, at
ein spælari, sum er eldri enn
21 og ikki byrjar inni í bestu
deildini, skal kunna spæla
í eini lægri deild, sigur Róin
Schrøter.
Eisini
verður
arbeitt
við at gera vikuna til tveir
leikdegar,
har
fríggja-,
leygar-, sunnu- og mánadag
ur er ein leikdagur, men hinir
dagarnir eru ein leikdagur. Í
dag kann ein spælari spæla
tríggjar dystir á einum leik
degni, har skotið verður upp,
at tað bara er lovi at spæla
tveir dystir á hvørjum leik
degi.
Tað kemur alt fyri á aðal
fundinum hjá Fótbóltssam
bandinum.
trondur@sosialurin.fo
Pengar
til allan
fótbóltin
Tað eru ov fáir spælarar í 20 unum í føroyskum fótbólti.
Nú er kappingarleisturin broyttur og vónin er, at fleiri
spælarar halda fram við at spæla fótbólt
U21 DEILDIN
ER NÚ
VERULEIKI
Føroyskur ítróttur hevur stórliga brúk
fyri, at føroyska vunnulívið spælir við, tá
tað kemur til at stuðla. Tað eru óteljandi
dømir um tað og eitt av teimum, sóu vit um
vikuskiftið, tá Betri gjørdi stuðulsavtalu við
Fótbóltssambandið og føroyskan fótbólt.
Sum tit kunnu lesa í blaðnum í dag, so er
talan um eina avtalu, sum kemur øllum
feløgunum í Føroyum til góðar, tó at tey sum
koma í Evropa og fáa ein kekk frá UEFA, ikki
fáa so nógv. Avtalan hevur eitt virið á eina
millión krónur um árið, har pengarnir verða
deildir millum feløgini. Avtalan er galdandi
í fimm ár og tí ert kanst tú siga, at tað eru
komnar fimm milliónir í føroyskan fótbólt.
Fyri Betri er hetta eisini ein máti at siga,
at samtakið nú stuðlar øllum føroyskur
fótbólti, heldur enn ávísum feløgunum
ella økjum. Tað sparir helst eisini
marknaðardeildini fyri nakrar uppringingar,
men mest av øllum, so giti eg tað skapar
ein ró yvir føroyskan fótbólt, at øll fáa lut í
pengunum.
Ein annar partur av avtaluni er eisini,
at talan her er um kvinnudeildina eisini.
Fyri meg er tað eitt sindur órógvandi fyri
frásøgn og skriving, at báðar deildirnar eita
Betrideildin, men eg skilji á lagnum, at tað
hevur verið upp á tal at kalla deildirnar eftir
onkrum av fyritøkunum undir Betri.
Týdningarmest er tó, at kvinnufótbóltur
eisini fær sín part í hesum. Tað ger fótbóltin
til eina størri familju, har kvinnurnar
mangan hava staðið eftir við ongum. Nú
eru tær við tá talan er um landsliðið og við
tá talan er um stuðulsavtaluna fyri bestu
deildina. Kjakið um samsýning fyri at verða
við á landsliðnum er eisini upp i at venda. Nú
er vónin, at spælir gentur og kvinnur fara
at spæla fótbólt. Hetta tykist sum ein góð
stuðulsavtala fyri allar partar.
trondur@sosialurin.fo
Kappingarleisturin broyttur: