týsdagur 19. desember 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Hetta er tíðin, tá ið jólahugnin legst
um alt landið. Hetta er tíðin, tá ið
vit savnast um nógv av tí, vit øll
hava í felag. Samstundis er hetta
myrkasta tíðin á árinum. Og tí gera
vit eyka nógv burturúr at tendra
ljós hesa ársins tíð. Soleiðis gera
familjur í øllum krókum í landinum,
og soleiðis gera vit eisini Tórs
havnar kommunu, í miðbýnum og
í bygdunum kring kommununa. Tí
hetta boðar um, at hóast myrku
tíðina er ljós og hiti okkara millum.
Á jólum hava vit øll okkara aftur
vendandi siðir, sum gera okkara jól
serstøk og hugnalig. Boðskapurin
á jólum um frið á jørð og í
menniskjum góður tokki verður
altíð viðkomandi og hevur eini
serlig boð at bera – sama hvat vit
annars fáast við til gerandis. Tí um
jóltíðir leggja vit alt tað stríð, sum
kann vera, frá okkum. Familjan er
saman, vit hitta vinir og vit njóta
alt tað, sum ger, at vit gleða okkum
til jólini ár undan ári.
Tað er ein serlig kensla at savnast
kring borðið jólaaftan og bara njóta
samveruna við familjuna. Tað legst
ein sovorðin friður yvir alt, tá ið
jóladøgurðin er á borðinum og børn
og vaksin sita til borðs. Hetta er
ein góð og fjálg løta, sum vit eru
felags um at uppliva kring mongu
stovurnar í Føroyum.
Í Tórshavnar kommunu hevur
gingist væl í 2017. Og eg vóni eis
ini, at góða gongdin heldur fram í
2018. Men vit vita eisini, at einki
kemur til okkum burtur úr ongum.
At røkka málum krevur miðvíst
arbeiði. Tí fara vit inn í nýggja
árið við hugburðinum um, at Tórs
havnar kommuna skal vera ein
drívmegi í landi okkara, og at ein
rúmligur høvuðsstaður, eitt virkið
og vakið vinnulív og góðar tæn
astur til borgararnar eru lyklar, sum
fáa Tórshavnar kommunu eisini í
komandi ári at vera eitt stað, har
fólk kenna seg heima.
Hóast veðrið kann vera illfýsið utt
anfyri, so fær jólaboðskapurin og
tann hugni, sum familjur og vinir
skapa, sjálvt ruskuta veðrið uttan
dura at gerast ein hugnaligur karm
ur um jólahøgtíðina.
Fari at ynskja øllum føroyingum
eini gleðilig jól og eitt eydnuber
andi nýggjár.
Annika Olsen
Borgarstjóri
Fjálga tíðin á árinum
Uppskotið um pensjónsskipan er
nú komið á tingborð, og næstu tíð
ina fara vit at hoyar nógv kegl um
hesa góðu skipan.
Andstøða og samgonga eru held
ur ikki samd. Men ein glotti er tað
tó, at Sjálvstýrið hevur gjørt semju
við samgonguna og eisini stendur
sum uppskotsstillari. Gott hevði tó
verið, um hinir andstøðuflokkarnir
– og sjávlandi samgonguflokkarnir
við, høvdu dugað at hugt upp um
garðin, so vit veruliga fingu eina
nýskipan, sum var góð fyri øll, og øll
vóru samd um.
Sjálvandi eru nógv atlit at taka,
og tað sæst eisin í teimum hoyrings
svarum, sum eru komin í sambandi
við nýskapanina.
Grundleggjandi er trupulleikin,
at vit hava ikki nóg nógvar pengar
at gjalda øllum pensjónistum nóg
høga pensjón.
Síðani fólkapensjónin varð sam
tykt fyri 58 árum síðani er nógv
broytt – og vit liva so nógv longri,
enn vit gjørdu tá.
Og tá miðallivialdurin hækkar so
nógv, so sæst tað sjálvandi aftur.
Tí er málið um at hækka pen
sjónsaldurin nógv meira avgerandi,
enn vit geva okkum far um. Hetta
kann sjálvandi gerast upp á nógv
ar mátar – bæði við eini generell
ari hækking og við at eggja fólki at
arbeiða longri við at geva teimum
fyrimunir av tí.
Sjálvandi er nógv best, um vit
fáa eina breiða semju um pensjóns
nýskipanina, men tað er slett ikki
vist, at tað hevur so stóran týdning,
sum andstøðuflokkar altíð vilja gera
tað til.
Í síðstu viku sóu vit, at fiski
vinnunýskipanin varð samtykt við
teimum 17 atkvøðunum hjá sam
gonguni og Bill Justinussen.
Bæði
Sambandsflokkurin
og
Fólkaflokkurin hava ført fram, at so
skjótt nýtt landsstýrið kemur til, so
verður skipanin broytt aftur.
Men so er ikki. Undir síðstu sam
gongu vórðu tvær stórar nýskipanir
samtyktar, sum táverandi andstøða,
sum er núverandi samgonga, av
sonnum ynskti har piparið grør. Tað
vóru forskattingin av pensjónum og
flatskatturin. Kristina Háfoss boð
aði frá, at hetta fór at verða broytt,
tá Tjóðveldi kom í samgongu. Javn
aðarflokurin var gott nokk heldur
varnari í sínum útmeldingum.
Men fakta er, at tey næstan ikki
nerta hesar skipinar.
Forskattingin verður gott nokk
lækkað í uppskotinum til pensjóns
nýskipan – úr 40 prosentum hjá
øllum niður í 30 á lægstu inntøkum,
men veksur stigvíst upp í 40 prosent
av teimum hægstu inntøkunum.
Eyðvitað
hvílir
stór
ábyrgd
á
samgonguni
og
ikki
minst
Javnaðarflokkinum sum er »fólka
pensjónsflokkurin« at skapa eina
pensjónsnýskipan,
sum
gagnar
heildini, og sum heldur næstu hálvu
øldina. Vit fáa at síggja, hvussu
leikur fer.
Vísið nú, at tað ber til at
gera breiðar semjur um okkurt
Næst stríðið um pensjónina
Jólaheilsan frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu