týsdagur 19. desember 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Maðurin játtaði seg sekan í
ákæruni
Hann greiddi frá, at júst
hetta kvøldið var gentan
komin heim til unga mannin,
tí tey skuldu hyggja eftir ein
um filmi saman.
Uttan at hon varnaðist
tað ella hevði givið samtykki
til tess, tók maðurin eina
mynd av gentuni, har hon
var mest sum nakin. Ungi
maðurin
greiddi
frá,
at
tað var rættiliga eyðsýnt á
myndini, hvør gentan var.
Myndina
sendi
ungi
maðurin til nakrar vinmenn
á fíldeilingstænastuni Snap
chat. Snapchat er ein app á
telefonini, sum loyvir tær at
senda myndir ómakaleyst
til vinir tínar. Myndirnar
síggjast eina lítla løtu, og eru
so strikaðar. Tað er, um ikki
onkur tekur eina skíggja
mynd.
Onkur tók eina
skíggjamynd
Onkur av vinmonnunum
man so hava tikið eina
skíggjamynd (t.e. screenshot)
av myndini, tí myndin bleiv
send víðari og ferðaðist runt
millum ung í býnum.
Nú dømdi maðurin greid
di frá, at gentan kvetti sam
bandið við hann eftir hetta
og meldaði hann nokk so
skjótt. Hann hevði fleiri ferð
ir síðani biðið hana um um
bering fyri tað, hann gjørdi.
Hann
greiddi
frá,
at
hann ikki hevði spurt hana,
hvussu gomul hon var, og
visti tí ikki, at hon einans var
14 ára gomul.
Hann fekk 40 daga treyt
aða
fongsulsrevsing
fyri
gerðina, dømdur fyri blygd
anarskemd fyri at hava tikið
myndina
uttan
hennara
samtykki og fyri barna
pornografi fyri at hava sent
myndina til onnur.
Dómarin segði, at júst
hetta evni við at taka og
senda myndir av øðrum
hevur verið so nógv frammi,
at maðurin átti at vita, at tað
hann gjørdi, var skeivt. Hon
nevndi eisini, at tað ikki er
nøkur umbering, at man ikki
veit, hvussu gomul ein genta
er.
- Bara at lata vera við at
spyrja um aldurin er ikki gott
nokk. Letur man vera við
at spyrja, so góðtekur man
eisini vandan við, at gentan
kann vera undir seksuella
lágaldurin, segði dómarin
millum annað í rættinum.
Danjal av Rana
21 ára gamli maðurin var í
fyrsta lagi dømdur fyri at
hava tikið eina nakinmynd
av gentuni uttan hennara
samtykki. Í øðrum føri var
hann dømdur fyri at hava
deilt myndina víðari á app
ini Snapchat.
Júst
hetta
at
deila
nakinmyndir á appum sum
Snapchat er ikki ein ókend
hending. Bæði løgreglan og
SSP-samstarvið fáa javnan
fyrispurningar um hetta.
Fyri
tveimum
árum
síðani var ein maður dømd
ur í einum líknandi máli.
Hann hevði eina nakin
mynd av eksdamuni, um
hann
hevði
tikið
hana
sjálvur ella fingið hana,
segði søgan einki um, men
í sinnismuni deildi hann
hana á Facebook við nakrar
vinir sínar.
Í tí sambandi tosaði
Sosialurin við Óla Rubek
sen, SSP-ráðgeva, og Lindu
Margrethe Hesselberg, vara
fúta, um hendan trupulleik
an, at privatar og ónæris
ligar myndir verða deildar
á Facebook, Snapchat ella í
øðrum sosialum miðlum.
- Er myndin fyrst farin í
cyberspace, so er hon farin.
Tí er so týdningarmikið ikki
at trýsta á send. Privatar
myndir eru privatar. Tær
skulu ikki út í cyberspace.
Tað sama er galdandi fyri
nakinmyndir,
segði
Óli
Rubeksen, SSP-ráðgevi, við
Sosialin.
Hetta er galdandi bæði
fyri myndir av tær sjálvum
og myndir av øðrum, sum tú
hevur fingið sendandi. Tað
er ikki ólógligt at senda øðr
um myndir av tær sjálvum,
men tað kann vera ólógligt
at senda myndir av øðrum
víðari; tað velst um mynd
ina.
Sambært Óla Rubeksen
er tað ein trupulleiki, at fólk
hava lyndi til at gerast eitt
sindur líkasæl og hugsa, at
soleiðis er tað bara.
- Shit happens, plaga tey
ungu at taka til, men vit
mugu greiða teimum frá, at
tað er ikki líkamikið, og at
tey hava ábyrgd av tí, sum
hendir, serliga um tey senda
myndir víðari, greiddi hann
frá.
Løgreglan fær
lítið gjørt
Í slíkum førum, tá privatar
ella
ónærisligar
myndir
av tær eru farnar í umferð
á netinum, fær løgreglan
ikki verið til stóra hjálp.
Í mongum førum røkkur
føroysk lóggáva stutt, og tí
kann tað gerast sera trupult
at strika myndirnar aftur.
Av løgreglustøðini siga
tey, at í slíkum førum, tá
onkur hevur lagt myndir
av tær út á netið uttan títt
samtykki, tað verið seg
bæði ónærisligar myndir og
aðrar, hevur løgreglan lítlan
møguleika at gera nakað við
málið.
Ráðini
frá
løgregluni
eru tey somu sum hjá SSP:
Hugsa teg væl um, áðrenn
tú tekur slíkar myndir av
tær sjálvum – og lat vera
við at senda slíkar myndir
víðari, serliga um tær eru
av øðrum persónum.
Linda Margrethe Hessel
berg, varafúti, segði í sam
band við gamla málið, at tá
ein slík mynd er farin í um
far, er so gott sum ógjørligt
at steðga henni.
- Tað ber altíð til at
steðga upprunalig myndini,
men trupulleikin er, at vit
vita ikki, hvussu nógv hava
goymt myndina ella tikið
eina skíggjamynd. Tí er so
torført at tálma útbreiðslu
ni av eini mynd, segði Linda
Margrethe Hesselberg.
Ikki trýsta á send
DEILDI NAKINMYND
Á SNAPCHAT
SNAPCHAT
Ein 21 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya rætti fyri at hava tikið eina
nakinmynd av eini 14 ára gamlari gentu og deilt hana við onnur á Snapchat
Tú hevur ábyrgdina av tí, sum tú sendir víðari. Hugsa teg tí væl um, sigur løgreglan