Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinn Olsen Søgan um, hvussu tað ber til, at um stutta tíð gongur vinnari av sendirøðini Americas Next Top Model í eini troyggju, sum Randi Hjelm Debes úr Vági hevur snið­givið og bundið, er bæði stuttlig, jalig og sera áhugaverd. Adrianne Curry vann fyrsta umfar av Amercas Next Top model. Brátt gong­ur hon í eini Faroeknit troygg­ju, nevnd Bohéme. Søgan er í stuttum tann, at Randi H. Debes í eina tíð hevur havt Faroeknit, har hon á netinum hevur bindi­ uppskriftir, og hon hevur eisini bundið pløgg til sølu, ið hon hevur sniðgivið og bund­ið. Randi er køn, tá tá kemur til heimasíður og alnetið, og nú er hon eittnú eisini á Insta­gram. Kendur frá Star Wars Herfyri bílegði ein ameriku­ maður tvær húgvur, har tann eina var til damuna. Síðani bílegði hann sær eina troygg­ju. Seinni kom fram, at hesi fólk­ini í Amerika vóru ikki heilt ókend. – Húgvurnar havi eg longu sent, men tá visti eg ikki, at fólkini vóru kend, sig­ur Randi. – Nú hevur hann eisini bí­ lagt eina Bohéme troyggju til damuna, sigur Randi. Randi fór at kanna, hvør hes­in maðurin, Matthew Rhode, var, og tað vísti seg, at hann arbeiddi innan fílms­ ídnað, og m. a. legði røddir til film, og eittnú hevur lagt rødd­ir til Star Wars. Randi kannaði síðani, hvør daman var og helt seg bera kenslu á. Randi hevur síðani byrjan fylgt við í røðini Americas Next top Model og helt seg kenna og minnast Adri­anne Curry. Og rætt var. Talan var um vinnanran av fyrsta umfarinum av heims­ kendu sendirøðini. Sostatt verður Bohéme troyggjan, sum Randi H. Debes hevur sniðgivið og bundið, brátt send til Amerika, har móttakarin er heims­kenda Adrianne Curry. Adrianne Curry hevur á facebook 1,3 milliónir, ið fylgja henni. Og 133 túsind fylgja henni á instagram. Ferð kom á við Instagram Randi hevur heimasíðuna www.faroeknit.com. Navnið er altjóða, tí hon hevur eisini uppskriftir, ið meira eru til altjóða marknaðin, tó at hon alla tíðina leggur dent á tað før­oyska. Men tað var við insta­ gram, at ferð av álvara kom á. – Í januar hevði eg kanska 100 fylgjarar á Instagram. Nú árið endar, havi eg 5.000, sigur Randi, ið leggur dent á, at alnetið er fantastiskt, tá tað snýr seg um útbreiðaslu av vørum. – Tað er nokkso stuttligt, tí Adrianne og Matthew búgva í Arizona, og har hava tey nokk ikki brúk fyri at ganga í ullintum, men hesi fólk­ini ferðast nógv til New York, og aðrastaðni, so tey fáa óivað brúk fyri heitu klæðu­nu av og á, metir Randi. Frá útjaðara til altjóða marknaðin Bohéme uppskriftina gjørdi Randi í ár. Hon stendur í Bindi­klubbabókini, og er sera væl dámd. – Tað byrjaði við, at eg sat heima. Vit høvdu sjúkt barn, og eg sat heima, og mátti finna upp á okkurt. Soleiðis kom Faroeknit, sigur Randi Hjelm Debes. – Tað er ikki altið so lætt í út­jaðaranum. Eg havi góða út­búgving, men onki arbeiði. Tí er tað so gott, at alnetið ger, at tað í nógvum førum er líka mikið, hvar tú ert stødd. Tú kanst arbeiða, har tú ert og røkka allan heimin. Tí er hetta ein jalig søga, sig­ur Randi Hjelm Debes, sum í næstum sendir sínar Bohéme troyggjur yvir um hav til Amerika, har kend fólk innan showbusiness brátt ganga í troyggjum frá Randi og Faroeknit. VINNARI AV AMERICAS NEXT TOP MODEL Í TROYGGJU FRÁ RANDI Randi Hjelm Debes hevur Faroeknit, og brátt gongur vinnarin av fyrsta umfarinum av Americas Next Top Model, Adrianne Curry, ið troyggju, sum Randi hevur sniðgivið og bundið FØROYSK FRAMLEIÐSLA FAKTA Randi H. Debes, Vágur Útbúgvin bókavørður Rekur Faroeknit Sniðgevur og bindur Brátt ganga kendu amerikufólkini Matthew Rhode (Star Wars) og Adrianne Curry (Americas next Top Model) í troyggjum – og húgvum – frá Faroeknit. www.faroeknit.com og á Instagram: @faroeknit Myndir: Eyðfinn Debes, Alnet