týsdagur 19. desember 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Skálafjarðar Sløkkilið, sum
fevnir um allar bygdir, ið
hoyra til kommunurnar við
Skálafjørðin, hevur keypt
ein verkstaðsbygning innast
á Skála.
Enn er tann parturin av
sløkkiliðnum, sum hevur
støð á vestara armi á Skála
fjørðinum, ikki fluttur í
bygningin, men tað verður
fyrst í komandi ári.
Sunleiv Højgaard, leiðari
hjá Skálafjarðar Sløkkiliði,
sigur,
at
umstøðurnar
í
nýggju hølunum verða so
nógv betri, enn tær eru í dag.
- Tað er soleiðis, at sløkki
liðsmenninir á vestara armi
á Skálafjørðinum húsast í
tveimum kjallarum, ávika
vist á Skála og Strondum,
men nú teir fáa felags høli,
verður
hetta
samstundis
støðin, har teir kunnu hava
sítt dagliga virksemi, og har
teir fara at møta, tá boð eru
eftir teimum.
Í nýggju hølunum inn
ast á Skála er gott goymslu
pláss, og her eru eisini skriv
stovuhøli og køkur.
Fyrimyndarligt
samstarv
Í
Skálafjarðar
Sløkkiliði,
sum er stovnað í 1974, eru
43 mans, og stýrisformaður
er borgarstjórin í Nes kom
munu, Jóhannus Danielsen.
Stýrisformaðurin
er
ógvuliga fegin um tað fyri
myndarliga samstarv, sum
kommunurnar við Skála
fjørði hava havt øll hesi
mongu ár, og framvegis í dag
eru menn við í sløkkiliðnum,
sum vóru við, tá Skálafjarðar
Sløkkilið varð stovnað.
Umframt hølini, sum sløkki
liðið hevur í Runavík og nú
eisini á Skála, eru eisini onkrar
goymslur kring um bygdunum
í útjaðaranum í økinum, sum
fevir heilt úr Rituvík í eystri
til Selatrað í vestri, umframt
at
bygdirnar
í
Runavíkar
kommunu,
Oyndarfjørður,
Elduvík og Funningur, eisini
eru partur av økinum.
Sunleiv Højgaard vísir á,
at nakrar av norðaru bygd
unum eru so smáar, at tað er
avmarkað, hvussu nógv fólk
tú kanst vænta haðani.
- Men, vit goyma eisini
nakað av útgerð í onkrum
av smærru bygdunum, sigur
sløkkiliðsleiðarin.
Útjaðaratilbúgving
Umframt at Skálafjarðar
Sløkkilið
gjøgnum
árini
hevur ferðast kring um á
stovnum í økinum og hevur
havt skeið í eldsløkking fyri
starvsfólkum, hevur eisini
verið arbeitt við einari so
nevndari útjaðaratilbúgving.
- Her er ætlanin at koma
út í útjaðararnar í økinum at
halda skeið fyri teimum, sum
eru longst burtur, kanska
triðja hvørt ár ella so, og
ætlanin er at fara undir
hetta átak tíðliga í 2018, sigur
sløkkiliðsleiðarin.
Sunleiv Højgaard fegn
ast eisini um, at ein góðkend
tilbúgvingarætlan er gjørd
fyri alt økið, sum Skálafjarð
ar Sløkkilið fevnir um.
- Hetta er ein yvirskipað
ætlan, har vit hava hugt eftir
øllum økinum, og har allir
bygningar
eru
skrásettir.
Ætlanin byggir eitt nú á út
gerð, mannagongdir og váða
meting, soleiðis at vit eru
fyrireikaðir, um eldur skuldi
komið í, sigur hann.
Nýggj brandstøð
Við Sosialin fyrr í heyst segði
Jóhannus Danielsen, stýris
formaður fyri Skálafjarðar
Sløkkilið, at kommurnar í
samstarvinum hava ásannað
tørvin á einari nýggjari
brandstøð fyri brandstøðina,
sum er í Runavík.
Hann segði, at tankar
hava verið um at byggja
nýggju støðina nær við
tunnilsmunnan, har Eystur
oyartunnilin fer at koma upp
millum Runavík og Toftir.
- Men, enn er endalig av
gerð ikki tikin um nakra
plasering, legði stýrisfor
maðurin aftrat.
Sunleiv Højgaard heldur
tað vera eitt gott hugskot,
um nýggja brandstøðin kem
ur at liggja høgliga fyri, nær
indis tunnilsmunnanum til
Eysturoyartunnilin.
- Eg meti eisini, at brand
støðin hevði ligið høgliga
fyri í so máta, samstundis
sum hetta á ein ella annan
hátt hevði skapt ein ávísan
tryggleika, tá væntandi er, at
nógv bilaferðsla fer at koyra
gjøgnum
tunnilin,
sigur
leiðarin
hjá
Skálafjarðar
Sløkkiliði.
SKÁLAFJARÐAR SLØKKILIÐ
FÆR NÚ BETRI UMSTØÐUR
Umframt at sløkkiliðsfólk á vestara armi á Skálafjørðinum flyta í nýggjan bygning fyrsta
dagin, er eisini í umbúna at byggja nýggja brandstøð fyri brandstøðina í Runavík
Leiðarin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði fegnast um,
at sløkkiliðsfólk á vestara armi á Skálafjørðinum
nú fáa góð felags-og goymsluhøli
Fyrst í komandi ári flyta sløkkiliðsfólk á vestara armi á Skálafjørðinum í nýggj og betri høli
BRANDSTØÐ
Í bygninginum er pláss
til útgerð, og her eru
eisini skrivstovuhøli
og køkur