Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Í dag 21. desembur verður mamma okk­ara Elsa Horn 90 ár. Mamma er fødd og uppvaksin í Havn úti í Hornabø. Sum ung tók hon út­ búgving, sum sjúkrasystir og hetta bleiv hennara lívsstarv. Hon hitti unga váb­bing­in, Páll Horn, sum tá gekk á Skip­ara og Navigatør skúla í Havn. Tey giftust og fingu sam­an 4 børn, Guðr­un, Olgu, Óla og Turið. Fyrs­tu árðini búðu tey í Vági, har hon var nógv einsa­møll, tí pápi okkara fiskaði í Grøn­landi, og var altíð leingi burtur. í 1967 fluttu tey aftur til Havnar, og mamma fekk starv á Røntgendeildini á land­sjúkrahúsinum. Her var hon í 40 ár, so sigast kann, at hetta var rætta starv­ ið til hana. Hon var millum tær fyrstu, sum lærdi at brúka mammugrafi skann­ arin, tá hann kom til Føroyar á fyrsta sinni. Og hevur hon síðani tá, haft sera stóran áhuga og fylgt væl við á øllum bróstkrabba økinum, og tað ger hon fram­ vegis í dag. Seinast í 70’inum var hon í Danmark, og fekk sær útbúgving at handfara nýggja skannaran, sum Landsjúkrahúsið fekk frá Sjóvinnubankanum. Vit heima á Velba­ staðvegnum 5, fylgdu øll við í hesum spennandi arbeiði, sum hon var partur av. Mamma hevur fleiri áhugamál. Hon hevur altíð havt stóran áhuga í hondbólti, og var ein av fyrstu limunum í Neistanum, og eisini var hon við at vinna fyrsta meistaraheiti fyri Neistan. Tað er hon og vit øll, sera stolt av. Hon er framvegis limur í stuðils­felag­ num hjá Neistanum, og fylgir væl við í hond­bólti. Mamma hevur eisini stóran áhuga í urtagarðsarbeiði. Um várið og um summari nýtir hon hvørja løtu í urta­garði­ num, til at lúka og fjólga um blómur og runn­ar. Elsa er loysingarkvinna um ein háls, og hevur hon í nógv ár, verið stillari hjá Tjóð­veldisflokkinum. Hon fylgir væl við á politiska vígvøllinum, og kjakast eldhuga um fleiri politisk evnir, sum hon er áhuga í. Sum mamma, omma og langomma er hon heit, hugnalig og sera nærløgd. Hon er hugna­lig at vitja, eigur altíð heimabakað, og hevur somuleiðis altíð frískar livandi blómur á borðinum. Henni dámar sera væl at fáa vitjan, og tað hevur hon eisini hvønn dag. Børn og ommubørn vitja hana, tí hon er ein liv­ andi persónur, og veit nógv at siga frá, um­framt at hon far okkum at flenna og at kjakast um ymiskt. Tað, at hon altíð hevur liva eitt virki lív, hevur eisini merkt hennara aldurdóm. Hon hevur trúliga møtt til fimleik í Fimi, sum komunan skipar fyri pensionistar. Tað dámar henni sera væl. Hon vitjar javnan vinkonur, sum búgva á Láagarði og á Boðanesheiminum. Mamma er sera røsk at samla okkum sum familja, vit eru nógv í talið, og henni dám­ar best tá øll eru við. Vit gleða okkum at hátíðarhalda teg í kvøld. Hjartaliga tillukku góða mamma, og takk fyri teg. Guðrun, Olga, Óli og Turið Tað var tíðliga Leygar­morgun­in 19 Novem­ bur 2016, at systir mín ringdi til mín, við teim­um syrgiligu boðum, um at tú vart farin.  Hóast at tú vart sjúk, var tað ikki í mínum tonk­um, at tú so brádliga skuldi vera tikin frá okkum. Saknurin, nú tú ert farin um sýnuna er ótrúliga stórur og tað gongur ikki ein dagur, har tú ikki ert í mín­ um tonkum. Tað er eitt stórt tómrúm, nú tú ert sloppin heim til øll tíni kæru uppi í himmalinum, hóast eg veit, at tú hevur tað betur nú.  Eitt er sikkurt, at vit sum nú hava mist teg, hava mist eitt fantastiskt menniskja. Tú vart altíð so blíð og góð at koma inn til. Eg kundi gott sita har í fleiri tímar og tosa við teg um alt millum himmal og jørð. Allir biltúrarnir, sum vit hava koyrt og vitja fólk, sum tú vart so góð við. Tú elskaði at sleppa at koyra biltúrar og helst ikki meir enn 50 km/t.  Eg minnist eisini at tú onkutíð vildi hava meg at krúlla tær hárið og orna brýr, tá Ann-Britt, ikki kundi gera tað. Tú gekk høgt uppí, at hava pent krúlla hár.  Eg kann ikki siga annað, enn at vit hava veri góðar, sjálvt um eg minnst, at tú við hvørt vart eitt sindur óð við meg, tá eg ikki tók telefonina, tá tú vildi hava meg at koma ørindi. Men tað gekk ongantíð lang tíð, til lagið var gott aftur.  Elinborg, tú hevði altíð fult av fólkið rundan um teg og øll vóru líka góð við teg. Tú gav alt sum tú átti og ofta tað síðsta við. Eg minnist so væl, at tú hevði keypt tær eina nýggja varrastift og eg dámdi hana so væl, so tú bað meg bara fara avstað við henni, so segði tú at tú altíð, kundi keypa tær ein aðra.  Góða Elinborg Ommudidd, tú ert ótruliga nógv saknað í millum okkum øll.  Eg vil bara takkað tær fyri alt. Durita Til minnis um okkara høgt elskaðu Ommusystir Elinborg Thomassen Elsa Horn 90 ár Góði Mikkjal Tað er við stórari sorg,eg seti meg niður at skriva tær hetta síðsta brævið. Telefonin ringdi tíðliga týsmorgunin, tað var beiggi mín úr Vági. Eg fekk at vita, at tað var best, at eg setti meg niður. So komi boðini. Vinurin Mikkjal var farin frá okkum, bara 41 ára gamal. Eg  ynskti tað var ein dreym­ur, men, nei tað var veruleiki, tíverri. Eg bleiv sitandi, tað var sum øll árini, vit hava kenst, rullaðu bara framvið, fóru ígjøgnum tankar og hjarta. Fyrst barnaárini har vit vóru nógv saman, høvdu tað mangan stuttligt. So ung­dóms­árini har vit blivu bestu vinir, vóru altíð saman,minnist so væl hesa tíðina, eg fór til Keypmannahavn, og tú fór við skúla­skipinum, Georg Stage. So tá tit lógu í Keyp­manna, komst tú á vitjan. Tað var altíð so stutt­ligt tá tú komst, altíð eitt smíl, altíð so glaður. Vit knýttu eitt sterkt vinarband og høvdu nógvar stuttligar løtur og eisini álvarsamar. So var tað ein dagin, tú stóð uttan fyri íbúðina hjá mær í Keypmannahavn, eg kendi teg ikki aftur, tú sást so illa út, var næstan bara húð og bein. Tú hevði verið við einum donskum báti, teir máttu inn í Afrika við tær, tí tú hevði fingið blintarmsbruna og mátti undir skurð. So standurin var ikki góður, systur mín búði nær við ,og tók sær væl av tær eisini. Men so búði tú hjá mær eina tíð, byrjaði so at koma fyri teg aftur og so gekk leiðin heim til Føroyar, til familjuna, sum hevði verið so stúrin um teg. Minnist so gott, tú plagdi at siga, Poul Heri, tú bjargaði mínum lívi tá. Vildi ynskt eg kundi gjørt tað hesuferð, men so bleiv ikki. Tá eg eftir nøkur ár í Dan­mark, flutti aftur til Vágs, bleiv okkara vina­ band enn sterkari, vit vóru altíð saman. Minnist tá  mamma ikki hevði sæð meg í fleiri dagar, og spurdi hvar eg hevði verið, svaraði eg: hjá Mikkjal. Ja vit høvðu nógvar góðar og minni góðar løtur í grønu húsinum hjá Mikkjali. So gingu árini, tú bleiv pápi, fekk tveir so fittar dreingi; Gunnar og Aron. Sá hvussu tú lýsti av gleði, tá tú sá teir, og hvussu stóran kær­leika, tú hevði til teir. Minnist so gott, tá tú bað meg vera gubba at Gunnar, og tá presturin sigur hetta, at um foreldrini doyggja, so at tit sum eru faddrar, ið eiga at taka ábyrgd av at vera har fyri tey, tað tonkti eg ikki tá, men nú er tað ein veruleiki. Men tíbetur, teir hava mammu og góða familju, sum eru har fyri teir. Sum eg segði við Gunnar í telefonini, at gubbin er eisini her, um tað skuldi verið okkurt. Sum hjá so mongun, fekk kærleikin meg at flyta aftur úr Føroyum til Noregs, so tað bleiv ikki so ofta, vit sóust ella hoyrdust. Men tá vit sóust, var tað sum um onki var broytt. Góði Mikkjal, takk fyri alt vit fingu saman. Hvíl í friði til okur síggjast aftur. Má Harrin styrkja okkum sum eftir sita. Tín vinur Poul Heri