Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá Jenis Tummasarson f. 16. mai 1934 – d. 25. september 2017 andaðist og varð jarðaður Takk til Theodor prest. Takk til sangarar og gravarar. Takk til starvsfólkið á Lágargarði fyri at tit vóru so góð við Jenis ta tíðina hann búði har. Takk til tykkum øll sum bakaðu og hjálptu til við ervi. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Parkinsonfelagið. Takk til øll tykkum, sum fylgdu Jenis til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Tummas, Martin og Lydia við familju Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Jústinus Jobin Frank í Frammistovu Hvannasund føddur 1. juni 1951 – deyður 5. nov. 2017 andaðist og varð jarðaður. Hjartans tøkk fái starvsfólkið á Landssjúkrahúsinu m, starvsfólk á Norðoya bú og heimatænastu, tykkum mongu, sum vitjaðu og vóru um hann og okkum, tá ið hann lá sjúkur. Tøkk fái Jóannes Purkhús prestur, kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og øll tit, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna. Tøkk fyri heilsanir og uggandi orð. Hjartans tøkk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað á fold. Við ynski um eini gleðilig jól Amalia, Andras, Laura, Absalon Ebbi, Maria og Elmar Tøkk Vit vilja hjartaliga takka øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kona, mamma, vermamma og omma okkara Kristianna Djurhuus f. 11.august 1941 d. 4.oktober 2017 Andaðist. Takk til Olaf Olsen og Jens Bech fyri góð orð í kapellinum og í Nerija. Takk til tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu til ervið og í Nerija. Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað, her á fold. Til seinast vilja vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól. Familjunar vegna, Tummas, Annika, Jóna, Agnas og Beinta við familju TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá okkara elskaða mamma, vermamma,omma, langomma og olduromma Mary Elina Hansen f. 08.12.1934 d. 18.07.2017 andaðist og varð jarðað Stóra takk øll tit sum vóru um mammu á hennara sjúkralegu. Takk til portørar, øll á Landssjúkrahúsinum, øll á Eysturoyar Ellis-og Røktarheimið og øllum tykkum sum vitjaðu hana. Takk til Martin Restorf Jacobsen fyri hátíðarliga løtu í kapellinum. Takk til Atla Olsen fyri urguspæl. Takk til tykkum sum gjørdu jarðarferðina so hátíðarliga. Takk til Ova Brim prest fyri troystarrík orð. Takk til Magga Olsen fyri koyring, takk til sangarar og kirkjutænarar og gravarar. Takk til Max og Leilu fyri vakran sang og spæl. Takk øll tit sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri heilsanir, kransar, blómur og peningagávur, sum eru latnar Fríðrikskirkjuni. Takk øll tit mongu sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Elsa, Margretha, Hans Terji, Andrias, Alberg, Magnus, Dagmar og Eyðbjørg. Málningur av Hans J. Glerfoss til sølu Myndevni: Klaksvík Tøkni: Olja Stødd: 60x75 cm Málaður: 1988 Skrivið til jojoen@gmail.com Sosialurin 341800 Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Leys størv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktara til seingjadeildina Sjúkrarøktarfrøðingur til skurðgongina Anæstesisjúkrarøktarfrøðingar Fysioterapeutur og heilsurøktari til fysiurgisku deild Læknaskrivari Umsóknarfreist 29. desembur 2017 kl. 12.00. Les meira á www.ks.fo Dreymastarvið finnur tú á in.fo