Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæru foreldur, verforeldur, omma, abbi, langomma og langabbi okkara, Hjørdis F. Hansen f. 15. okt. 1934, d. 30. mai, 2017 & Jóannes Hansen f. 25. sept. 1935, d. 8. okt, 2017 andaðust. Vit takka sjúkrarøktarfrøðingunum og læknunum á G4, A3 og B6, og heimatænastuni og heimasjúkrarøktarfrøðingunum fyri stóra umsorgan. Somuleiðis takka vit øllum, ið fylgdu teimum til seinasta hvíldarstaðið her á fold. Vit takka øllum teimum mongu, ið vitjaðu trúliga og sum á annan hátt lívgaðu um tey seinastu mánaðarnar. Tøkk til Ebenezer og øllum teimum, ið luttóku við tónleiki, hugleiðingum, talum, bakstri og praktiskari hjálp. Vit takka øllum, ið góðu vakrar blómur og kransar, og fyri minnisgávurnar til Leirkerið og Lívdina. Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár Vegna familjuna Annfinn, Maria, Unn og Jóannes Tøkk Takk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, vermamma, systir, omma og langomma. Anna Kathrine Mikkelsen fødd 13.07.1925 – deyð 07.09.2017 Takk til tykkum á Heiminum á Grønanesi og Landssjúkrahúsinum, ta tíð hon var hjá tykkum. Takk fyri blómur, heilsanir og kransar. Takk tit sum bakaðu og fyriskipaðu ervi. Takk fyri peningagávu til Heimið á Grønanesi. Takk til Gravarhjálp. Takk til Mariu Jørðdal Niclasen prest fyri vøkru taluna til jarðarferðina. Takk til sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Takk tit øll, sum fylgdu henni til gravar. Gleðilig jól og gott nýggjár. Familjunnar vegna Kristjan Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Bjarni Olsen f. 24.08.1954 d. 22.06.2017 andaðist og varð jarðaður Familjunar vegna Guðrun, Ragnar, Rúni, Randi, Una og Mourits Takk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, bróðir, versonur og svágur okkara, Páll Breckmann f. 05.04.67 – d 08.11.17, andaðist og varð jarðaður. Hjartaliga takka vit Bergi Debes Joensen presti og Ingu Dam fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni og í kapellinum. Somuleiðis takka vit tykkum sangarum, berarum, kirkjutænarum og gravarum. Takk, tit vinfólk fyri vakran tónleik í kirkjuni. Tit starvsfólk á B6 á Landsjúkrahúsinum fáa eisini okkara takk fyri tykkara umsorgan. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til Krabbameinsfelagið. Takk tit, ið bakaðu til ervið, og stóra takk øll tit mongu, sum vóru við til jarðarferðina. Eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár ynskja vit tykkum øllum. Familjunnar vegna, Elsa, Jógvan og Jákup. Sosialurin 34180 fyrst og fremst www.in.fo