Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 4 Sosialurin Jólablaðið 2017 Herfyri setti eg meg at skriva ein ynskilista til jólakonuna. Tað var skjótt at fáa eina rúgvu av ynskjum niður á listan, tí enn er langt á javnstøðu-mál; MEN eitt sindur flyta vit okkum, hvørt ár, móti einum meira javnstøðum Føroyum. Hetta eru míni feministisku hæddarpunkt í 2017: Hjúnarbandslógin broytt Fýra megnar kvinnur løgdu fram uppskot um broytingar í hjúnarbandslógini - Hanna Jensen, Kristianna Winther Poulsen, Bjørt Samuelsen og Sonja Jógvansdóttir. Eg gleðist sjálvsagt um at hjúnarbandslógin bleiv broytt, og hetta var í sær sjálvum eitt feministiskt hæddarpunkt í 2017 (Ja, feminisma er meira enn ‘kvinnur’. Feminisman arbeiðir fyri einum meira rúmligum samfelag, har øll sleppa at blóma og velja frítt). Men afturat broytingini í hjúnarbandslógini haldi eg, at eitt av stóru feministisku hæddarpunktunum í ár var, at hesar fýra kvinnur vístu á týdningin av og styrkina í at arbeiða tvørtur um flokkar - meira av hesum í 2018! GUT//Jólakalendari Lítlar broytingar kunnu gera stóran mun. GUT//Productions hevur til jólini framleitt ein jólakalendara við alternativum bíbliulestri. 24. smá videobrot við bíbliulestri við einum snari. Kynini í bíbliusøgunum eru skift um, soleiðis at allar kvinnur eru umskrivaðar til menn og allir menn eru umskrivaðir til kvinnur. Hóast hendan umskrivingin kann ljóða av lítlum, so hevur tað stóra ávirkan á søgurnar. Hendan upplivingin var eisini eitt av feministisku hæddarpuntunum í ár. Tvær sterkar stjórur Jóhanna á Bergi og Guðrið Højgaard eru í toppform. Tað hevur verið fantastiskt at síggja tvær so sterkar og kular kvinnuligar stjórur í 2017 - vónandi vera enn fleiri í 2018. #metoo Tøgnin bleiv brotin og tað er eingin vegur aftur - tíbetur! Vit taka øll undir við at neyðtøka er lógarbrot - men hvussu við øðrum søgum? Øllum søgunum um aðrar kynsligar ónáðir? Nógv kjak hevur verið um #metoo, og tað er gott. Flestu okkara duga fólkaskikk, og eftir eini 10 ár uttan vanligan fólkaskikk á sosialu miðlunum, hava flestu okkara nú lært okkum reglurnar fyri sømiligan atburð har*. Kanska tað verður upp á sama máta við kynsligum ónáðum? - Um vit práta opið um tað í eini 10 ár - so fara flestu fólk nokk fyrr ella seinni at læra seg kynsligan fólkaskikk. Sovorði sum at tað er ófólkaligt at klappa onkran á reyvina (uttan so tey biða teg), og at tað er óhóskandi at gera sexuallar viðmerkingar til Feministiska árið ið fór Nú sleppa vit frá at seta hetta á ynski­ listan til jólakonuna