Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 6 Sosialurin Jólablaðið 2017 útsjóndina hjá tínum starvsfólkum. #metoo er ein góð byrjan, gevur mær vón um at vit fara at læra okkum kynsligan fólkaskikk. *Til tykkum ið enn ikki hava fata tað: tað er IKKI ok at leggja myndir/video av fólki út á sosialu miðlarnar - tað er BARA kikksað. Og nei, heldur ikki live streaming frá onkurm stuttligum balli er alright. Um tú enn hevur hug at fortelja øllum hvat tú átst til døgurða í kvøld, og biða góðanátt, so er tað ok… men eitt sindur løgið. Annika Olsen borgarstjóri 2017 var fyrsta árið at borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu var kvinna (Jú, eg veit at valið var í novembur 2016, men allíkavæl…). Ikki bara er borgarstjórin nú ein kvinna, eisini varaborgarstjórin er ein kvinna. Sjúkrarrøktar frøðingarnir fáa hækka lønina Eftir ein stuttan arbeiðssteðg og nógvir tímar við samráðingarborðið, skrivaði felagið Føroyskir Sjúkrarrøktarfrøðingar undir nýggjan lønarsáttmála við fíggjarmalaráðið. At eitt kvinnuyrkið sum hetta fær eina lønarhækkan, er absolutt eitt av feministisku hæddarpunktunum fyri 2017. Damudomi og 8. mars hald Altjóða kvinnudagur var 8. mars, og fyri fyrstu ferð, alla tað tíð eg minnist, var dagurin veruliga markeraður. Ikki bara á sjálvum degnum, men alla vikuna upp undir bleiv bygt upp til dagin. Damudomi skipaði fyri øllum møguligum ymiskum tiltøkum vikuna upp undir. Hetta gjørdi at 8. mars í ár, ikki, -sum so ofta - fleyg framvið uttan at eg náddi at hugsað um kvinnurættindi og javnrættindi. Tað tikist at nýtt lív er komið í feministisku rørsluna í Føroyum. Ynksilisti til jólakonuna Góða jólakona, Eg havi møguliga ikki skikkað mær nóg væl í ár til at fáa nakra jólagávu, men eg fari at vera so frek at loyva mær at senda ynskilistan allíkavæl. Til feministiska árið 2018 ynski eg mær: • At fleiri føroyingar siga hart, at tey eru feministar (eisini menn, politikarar og floksforMENN) • At »kvinnu«-fakini fáa somu løn, sum onnur fak • Eina javnari barsilsskipan • At fólk steðga við at spyrja, um »maðurin er barnagenta«, tá mammur eru í úti • Eina (endur) nýggja(ða) javnstøðulóg.