Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 „JólaBLAÐIÐ sr Jólini 2015 «LAGT TIL RÆTTIS: Inna Tørnroos NÚ NÆRKAST ALVORLIGA TIL JÓLA, OG FLESTU HEIMINI ERU IVALEYST RÆTTULIGA VÆL PYNTAD LØNGU. MEN UM HUGURIN ER TIL STAÐAR, ER TAÐ EINFALT OG STUTTLIGT AT GERA JÓLAPYNT BURTUR ÚR GARNI I 4 La 2. 5 | Kransur vid pom-pom rr | Hesin kransurin tekur eitt sindur av tíð, men børnini kunnu saktans så ] hjálpa til og við fleiri hondum gongur tað skjótt. Tær nýtist: fj x Gam L * Tjúkt pappír På % Saks i * Stáltráð * Silkiband Finn tær nakrar litir fram. Vel um tað skal verða ein litríkur kransur ella einslittur. Í ítrivshandlum eru tól, so tað gongur skjótari at gera pom-pom, men annars ber tað væl til at nýta tjúkt pappír, sum man klippur runt við einum holi í. Sí tekning! Tá ið tú hevur gjørt eini 20 pom pom er tað bara at byrja at binda tey uppá ein rundan stáltráð ella líknandi. Pynta við einum vgkrum silkibandi. Kavabóltur úr tógvi Tær nýtist: Kransur við noðum ålen * Ballénir Tær nytist: * Hobbylim * Garn * Vatn * Bóltar í ymiskum støddum * Skál * Stáltráð * Glitur * Silkiband Hesir kavabóltarnir eru lættir at gera. Blás ballónina upp og bind tógvendan rundanum knútin á ballónini. Vind varisliga tógvið rundan um ballónina. Blanda lím og vatn saman í eini skál og dryppa ballónina í blandingina. Tá øll ballónin er dekka av lími og vatni, stroyir tú glitur á. Lat turka. Tá garnið er turt, kanst tú bresta ballónina og taka restirnar varisliga út. Hang kavabóltin upp í jólatræið ella í vindeygað. Noður eiga tey flestu heima. Men fyri at fáa tey so vekur og rund sum á myndini er best at hava ein borðtennisbólt ella líknandi innast, so at noðuni gerast so rund sum gjørligt. Vind rundan um ein bålt og ger noðuni í ymiskum litum og støddum. Fest tey á ein rundan stáltráð og pynta vid silkibandi