Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 14 Sosialurin Jólablaðið 2017 Brævfuglar. Snæfall. Jólius. Annika Olsen. Um tú, sum eg, hevur hugt at Snæfalli, so hevur tú allar helst endurvunnið trúnna á jólamannin. Beint nú er tað Óli Vetur, ið er jólamaður í Snæfalli, og alt eru teir beru reglar, prinsippir og paragraffir. Men enn havi vónina um at Jólius kemur aftur í aftur, og tí vil eg heita á tykkum øll at senda honum eitt bræv við ynski um hægri løn til limirnar í Føroya Pedagogfelagi - eg ivist onga løtu í, at Jólius skilir virðið av arbeiðinum, og unnir teimum eina nógv betur løn. Hmm… Ja, eg veit at summi tykkara hava nógv at gera, og tí møguliga ikki fáa upp í lag at senda Jóliusi tykkara ynskilista; tí skrivi eg hann fyri tykkum her. Tað einasta tú skalt gera er at skriva undir. Í nátt tá ið tú svevur, verður hetta pappírið umskapt til ein pappírs-brævfugl, ið sjálvur finnur fram til Jólius… ella er tað møguliga Annika Olsen, sum eigir at fáa hesar ynskilistarnar? Aja, lat brævfuglarnar um tað, vit skriva bara ’til rætta viðkomandi’ - so munnu brævfuglarnir vita hvat best er at gera. - Hetta gera vit ímeðan børnini gleða seg til at sleppa aftur í barnagarð Tað er langtsíðani eg havi sæð so nógv børn í Havn sum fríggjadagin - jú, eg veit at hatta er ein løgin settningur, men eg meini júst tað eg skrivi. Tað er langtsíðani at eg havi sæð so nógv børn í Havn sum fríggjadagin. Longu eftir døgurðatíð var skoytibreytin í miðbýnum full. Ein rúgva av børnum flokkaðust um jólabýin í SMS. Biografurin var á tremur við spentum børnum, og sjálvt á kaféunum hoyrdust ljóðini frá stettlandi smáum fótum - og allir breyðmolarnir á gólvunum bóru boð um, at nógv børn høvdu verið har áðrenn okkum. Pedagogfelagið áttið at farið/fingið í verkfall/bann upp undir hvørji jól. Bæði tí at lønin hjá teimum er so lág, at hon átti at verið hækkað hvørt ár, og tí at foreldrini at børnunum í Føroyum so vóru noydd at taka eina laaaanga jólafrítíð. Orsaka av stongda barnagarðinum hava vit í Krákuni (soleiðis eitur staðið eg búgvi í Nólsoy) havt vitjan av eini rúgvu av øðrum verkfalls/banns raktum foreldrum og børnum - í dag bakaðu vit lussekatter//lusiukøttar - og tað gera tit kanska í morgin? Lussekatter // Lusiukøttar Uml. 16 smáir. Til tvey vaksin og tvey børn (T.d. Tvær stakar mammur við einum barni í part) 12 gr av ger 2 dl av mjólk 0.5 dl av sukuri 0.5 gr av safran 1 tsk av salti 50 gram av smøri 6 dl av mjøli Rør gerið út í lunkaða mjólk. Í einum mortara kanst tú knúsa saftarni saman við sukurinum - rør síðani sukur, saffran, salt og smelta smør í mjólkina. At enda eltir tú 6 dl av mjøli í. Elt eina góða løtu. Lat standa og ganga í køliskápinum til morgunin eftir. Tá ið verkfalls/banns-raktu børnini byrja at keða seg dagin eftir, setur tú tey í holt við at rulla og forma Lusiukøttar (googla: Lussakatter - av myndinum fáa tit eina rúgvu av hugskotum). Legg teir á bakiplátu, pensla við einum samanrørdum eggi og lat ganga í á leið 1 tíma. Baka síðani í ovninum á 200 hitastigum í uml 10 minuttir. Gott og hugnaligt verkfall/bann og gleðilig jól. Gleðilig Jól Føroya Pedagogfelag Til rætta viðkomandi, Í ár ynski eg mær eina betur løn til námsfrøðingar og aðrar limir í Føroya Pedagogfelag. Nei, onga iPhone og einki nýtt rívijarn - betur løn til limirnar í Føroya Pedagogfelag. Takk fyri, og gleðilig jól, Heilsan: ________________