týsdagur 19. desember 2017síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. desember 2017
32
Sosialurin
Jólablaðið 2017
MANDLUGÁVAN
Tú hevur sjálvsagt langtsíðani gjørt/keypt allar jólagávurnar, men 23. desembur kemur tú í tankar
um mandlugávuna - áh nei, hvat nú? Rólig, rólig. Vit hava 24 góð hugskot til mandlugávuna:
Helgolandsgade 4 Tel. +45 33 31 69 06
1653 Kbh. V
info@hebron.dk
Denmark
www.hebron.dk
Hotellið í miðbýum í Keypmannahavn
Ynskir øllum sínum gestum
úr Føroyum eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár.
Vit vóna at kunna bjóða
tygum vælkomin aftur
í nýggja árinum.
Heimagjørt
appelsin
súltutoy
6 appelsinir - vistfrøðiligar
1 dl av vatni
3 dl av sukuri
Jólaligt krydd um tú hevur hug. Hetta
kann vera, ingifer, nelikar, kardemumma
ella líknandi. Mær dámar tó best uttan.
Rív skalið av appelsinunum - ansa eftir
at ikki fáa ov nógv av tí hvíta við, tí
tað smakkar beikst. Pilka alt skalið av
appelsinunum, og sker appelsinkjøtið í
bitar. Koyr alt í eina grýtu og kóka í uml
30 min. Stoyt yvir í eina vakra krukku
og set á køl. Tú kanst skolda krukkuna
áðrenn, ella skola hana við Cognac - so
heldur súltutoyið sær betur.
Súltutoyið er gott uppá jólamorgunboll
aranar, men riggar eisini væl sum grund
í einum salatdressingi - tá blandar tú
eitt sindur av olivenolju, salti og edikki
upp í einar tvær skeiðir av súltutoynum.
Skjótt, lætt og gott.
1.
Gávubræv á tvey biograf atgongumerki
2.
Eitt brettispæl sum tit øll kunnu spæla í felag (t.d. Domino)
3.
Ein lekkran kopp frá Guðið Poulsen leirlistakvinnu
4.
Konfekt
5.
Ein skava og vinn seðil (veit tú av at ein stórur partur av
yvirskotinum av søluni hjá Danske Spil í Føroyum fer til
ídrotta-, barna- og ungdómsarbeiði?)
6.
Gávukort frá matvørubúð (Jú, tí summi okkara eiga lítið
av pengum í január)
7.
Lekkurt nýbrent kaffi frá Brell
8.
Ein Champagnufløska til nýttárið
9.
Eitt 25-klipp kort til svimjihøllina
10. Stórt putslispæl
11.
Gávubræv til brunsj (eg havi hoyrt at brunsj hjá Smakka
er gott, somuleiðis Fríða í Klaksvík - havi tó roynt hvørgan)
12.
Gávubræv til massagu
13.
Eitt hald til Sosialin
14.
Ein bók við ævintýrum
15.
Fýverkarí
16.
Vakurt jólapynt (t.d. ein vøkur jólakúla frá Steinum ella
seyðarnir frá Shisa Brand - fáast frá Østrøm)
17.
Sjokoláta
18.
Gávubræv frá einum blómuhandli
19.
Eitt yrkingasavn (Gudahøvd eftir Jóannis Nielsen skapar
nógvan látur. Sunnudagsland eftir Sissal Kampman er
eisini ótrúliga gott)
20. Ársins Kærleikskúlu
21.
Heimagjørt appelsinsúltutoy til jólamorgunmatin (sí
uppskrift her á síðuni)
22. Ein góður jólafilmur
23. Vakrir litblýantar
24. Tann ið fær mandluna sleppur undan uppvaskinum
Visti tú…
… At siðvenjan við mandluni
allar helst er úr Fraklandi? Tað er Ris
a la Mandel harafturímóti ikki. Søgan
sigur at fraklendingar plagdu at baka
eina bønu inn í jólakøkuna, tann ið fekk
bønuna í sínum køkubita var kongur/
drottning restina av kvøldinum. Enn
eitt uppskot til eina góða mandlu
gávu - eftir mínum tikki.
Visti tú…
… At siðvenjan við mandluni
allar helst er úr Fraklandi? Tað er Ris
a la Mandel harafturímóti ikki. Søgan
sigur at fraklendingar plagdu at baka
eina bønu inn í jólakøkuna, tann ið fekk
bønuna í sínum køkubita var kongur/
drottning restina av kvøldinum. Enn
eitt uppskot til eina góða mandlu
gávu - eftir mínum tikki.