týsdagur 19. desember 2017síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. desember 2017
34
Sosialurin
Jólablaðið 2017
Teir bestu
jólafilmarnir
Filmsummælarar fagna sjáldan jólafilmum, og tað kemur heldur ikki
ofta fyri, at jólafilmar vinna virðislønir. Kortini dáma teimum flestu
at síggja teir somu jólafilmarnar, sum altíð enda væl, hvørji jól.
Nógvir listar eru yvir teir bestu jólafilmarnar, sum eru gjørdir.
Hóast listarnir ikki eru heilt líka, so eru tað fleiri filmar, ið
ganga aftur á teimum ymisku listunum. Talan er um bæði
stuttligar og rørandi filmar, har øll fáa okkurt burturúr.
“It´s a Wonderful Life”
Ein filmur, sum er á øllum listum yvir bestu jólafilmarnar,
ið nakrantíð eru gjørdir, er It´s a Wonderful Life við James
Stewart í høvuðsleiklutinum. Filmurin, sum kom út fyri meira
enn 70 árum síðani, er um ein eingil, ið verður sendur av himli
at hjálpa einum ráðaleysum manni í sjálvmorðstonkum og
vísa honum, hvussu lívið hevði verið, um hann ongantíð hevði
verið til. Filmurin, sum kom út í 1946, er ein vakur filmur um
at virðismeta lívið.
“Love Actually”
Eisini filmurin Love Actually er á flestu listum yvir jólafilmar,
sum verða mettir at vera millum teir allar bestu. Ein røð
av fremstu bretsku sjónleikarunum eru við í romantiska
jólaskemtifilminum. Teirra millum eru Hugh Grant, Keira
Knightly, Liam Neeson og Emma Thompson. Filmurin snýr
seg um lívið hjá átta sera ymiskum pørum, sum øll dragast við
ymiskar trupulleikar við kærleikslívinum í London í
desember mánaði. Filmurin kom út í 2003.
“Elf”
Ein annar skemtifilmur á listunum yvir bestu jólafilmarnar er
Elf frá 2003. Will Ferrell hevur høvuðsleiklutin sum maðurin
Buddy, ið er uppvaksin hjá vættrunum hjá jólamanninum á
Norðpólinum. Hóast Buddy er nógvar ferðir størri enn hinir
vættrarnir, so er hann sannførdur um, at hann er ein vættur.
Men so verður hann sendur til New York at leita eftir pápa
sínum. Pápin er á listanum hjá jólamanninum yvir tey, sum
ikki skikka sær serliga væl.
“Miracle On 34th Street”
Filmurin er frá 1947, og hann verður framvegis hildin at vera
millum bestu jólafilmarnar nakrantíð. Filmurin er um ein
ungan sakførara, ið átekur sær at verja ein gamlan mann í
rættinum. Gamli maðurin verður innlagdur á sinnissjúkrahús,
tí hann vil vera við, at hann er jólamaðurin. Í rættinum roynir
ungi sakførarin at sannføra dómaran um, at gamli maðurin
veruliga er jólamaðurin. Filmurin er innspældur av nýggjum
fýra ferðir, síðani hann kom út fyrstu ferð.
“The Santa Clause”
Skemtifilmurin við Tim Allen í høvuðsleiklutinum er
um tann fráskilda Scott Calvin, ið er sera misnøgdur
við, at fyrrverandi kona hansara ikki hevur fortalt
fyri seks ára gamla soni teirra, at jólamaðurin er ikki
til. Av óvart verður Calvin atvoldin til, at jólamaðurin
dettur av tekjuni og doyr. So er ikki annað at gera hjá
Calvin enn at lata seg í jólamansklæðini og yvirtaka
skyldurnar hjá jólamanninum. Filmurin kom út í 1994.
“The Polar Express”
Hetta er søgan um ein smádrong, sum so fegin vil trúgva upp
á jólamannin. Eina náttina stígur hann inn í eitt gandatok, og
saman við fleiri øðrum børnum fer hann á eina spennandi og
læruríka ferð til jólamannin á Norðpólinum, har hann lærir
nógv um seg sjálvan, vinalag og dirvi. Filmurin kom út í 2004,
og er at finna á listunum yvir teir bestu jólafilmarnar.
“A Christmas Carol”
Filmurin byggir á eina stuttsøgu hjá Charles Dickens frá 1843
um tann illa lýdda Scrooge, sum hatar jólini og alt tað, sum
tey umboða. Hann hugsar bara um at forvinna pening. Men
jólanátt koma tríggir andar úr fortíðini, nútíðini og framtíðini
til Scrooge og geva honum ein seinasta møguleika at broyta
atburð. Stuttsøgan er lagað til film fleiri ferðir. Tann fyrsti
kom í 1938, og tann nýggjasti er frá 2009 við Jim Carrey í
leiklutinum sum Scrooge. Filmurin verður mettur at vera ein
tann besti jólafilmurin, sum nakrantíð er gjørdur.
Framhaldá síðu 36