týsdagur 19. desember 2017síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. desember 2017
38
Sosialurin
Jólablaðið 2017
DROYM TEG BURTUR
JÓLINI ERU GÓÐ VIÐ MATI
OG SAMVERU, OG VETURIN
KANN VERÐA HUGNALIGUR
VIÐ MYRKRI OG KULDA, MEN
HETTA ER KANSKA EISINI
TÍÐIN, TÁ IÐ EIN LØTA KANN
BRÚKAST TIL AT DROYMA
SEG BURTUR Í ONNUR LOND
OG FÁA ONKUR HUGSKOT
TIL EINA FERÐ Í KOMANDI
ÁRI. HER ERU NØKUR BOÐ
UPPÁ, HVAGAR LEIÐIN
KANN GANGA – DROYM!
Barcelona
Seinastu árini eru føroyingar í stórum tali
farnir at ferðast til Barcelona og leiðina
rundan um katalanska stórbýin, og hetta
er eitt trygt val. Barcelona kann bjóða alt
frá summari, sól og strond, til góðan mat,
mentan og arkitektur. Ein framúr býur
at vitja, og eitt gott øki at halda feriu í.
At føroyska flogfelagið flýgur beinleiðis
til Barcelona um summarið, hevur gjørt
ferðina uppaftur lættari.
Iran
Er Barcelona tað trygga valið, vildi onkur sagt,
at hetta er tað ótrygga valið, men tað er blivið
meira vanligt at ferðast í søguríka Iran. Danska
uttanríkisráðið mælir frá ferðum til økini við markið
til Afghanistan og Irak, men aðrastaðni í landinum
ber til at halda spennandi feriu. Iran er eitt stórsligið
land við aldargamlari søgu, livandi mentan og
góðum mati – ein miðdepil í fornaldarsøgu. Hevur
tú dirvið at royna nakað øðrvísi, er Iran eitt gott boð
til ferð í 2016.
St Helena
Føroyingar kenna helst St Helena
frá Oyggjaleikunum, har lítla
oyggjalandið í Suðuratlantshavinum
luttekur. St Helena liggur fjarskotið
millum Afrika og Suðuramerika,
men í februar fáa tey flogvøll, og tá
verður gjørligt at flúgva til oynna
– eitt nú úr Onglandi. Hetta fer at
gera tað lættari at vitja oynna, har
Napoleon sat fangi eitt skifti. Eru
Føroyar fjarskotnar og óspiltar,
stendur bretska oyggin St Helena lítið
aftanfyri sum ferðamannaland, og
har er stórsligin náttúra og søguliga
støð at vitja.
Cuba
Hevur tú droymt um at uppliva
kommunistiska Cuba, sum við síni
ókommersiellu og afturhaldandi
støðu hevur verið sum ein tíðarlummi
í Karibia, er gylta løtan nú.
Sambandið millum Cuba og USA er
blotnað, og tað fer helst at føra við
sær, at amerikanarar, ið ikki hava
kunnað ferðast beinleiðis til Cuba,
fara at floyma til landið. Cuba er
hugtakandi at vitja – líkmikið um
tú leitar tær inn á smá matstøð í
pulserandi Havana, umm tú fert á
hestbaki út í Vinales dalin, ella um tú
fært hug at dansa salsa við teimum
lokalu í Trinidad.
Kypros
Hugsar tú um eina trygga sólferiu, sum tað ikki
er ov langt at ferðast til, er Kypros ein góð loysn.
Har fært tú júst tað, tú hevur hug til – og tað er
sjálvandi undir høgari sól og góðum hita. Er talan
um familjuferð, ber til at finna frálík hotelløki til tað,
og vilt tú hava luksus og elegansu uttan børn, finnur
tú eisni marglætishotell fyri rímiligan kostnað.
Vietnam
Blíða og fyrikomandi fólkið í Vietnam gera ferðir
til landið hugaligar. Vietnam kann bjóða spennandi
ferðamál – har eisini nógv ferðafólk eru – og smáar
perlur kring landið, har tú kanst fáa meira frið at
uppliva og njóta. Sjarmerandi høvuðsstaðurin Hanoi
telist millum tey ferðamál, sum kendir miðlar mæla
til at vitja næsta ár. Kanska er 2016 árið, tá ið tú
upplivir Vietnam.
Japan
Japansk mentan er í andsøgn til
gerandisdagin vestanfyri, men sera
hugtakandi at uppliva. Japan kann
bjóða bæði tær mest framkomnu
tøkniligu umstøðurnar í stórbýum
og aldargamla mentan kring landið.
Urtagarðar, átrúnaðarligir bygningar,
gomul bardagastøð og mangt annað
er at uppliva. Brúkar tú nakrar dagar
í Tokyo upplivir tú ein stórbý, sum
ikki finst aðrastaðni í heiminum.
Georgia
Fyrrverandi sovjettiska lýðveldið í Kaukasus hevur
nýliga latið dyrnar upp fyri ferðafólki, og tí er landið
óspilt og spennandi at ferðast í. Landslagið í Georgia
er stórsligið, fólk er vinarligt, og nógv nýggj vínsløg
koma úr Georgia. Um várið er landið hugtakandi við
kavakløddum fjallatoppum, góðum hita og vaknandi
náttúru, og í Ushguli kanst tú vitja hægstu búseting
í Europa.
Peru
Gamla inkraríki er eitt land við
mótsetningum. Í Peru kanst tú
vitja eitt av stóru undrunum –
Machu Piccu – tú kanst ferðast inn
í Amazonas, tú kanst leita upp í
Andesfjøllini ella ganga í oyðimørk
í vestara parti av landinum. Peru
bjóðar spennandi søgu við stórtíðini
hjá inkaríkinum, ið fall við sponsku
koloniseringini, og gamlar slóðir eru
at elta nógvastaðni.