hósdagur 21. desember 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
22. desember 2017
»Friður á jørð og í menniskjum góð
ur tokki«
Soleiðis verður sagt í jóla evangeliinum,
sum er frásøgnin um Jesu føðing. Í hesum
døgum hava vit fleiri ferðir hoyrt hesi orð,
og tey fara vit eisini at hoyra fleiri ferðir
komandi dagarnar.
Hetta er tíðin, tá vit minna hvønn annan
á henda vakra og vísa friðarboðskapin, sum
fyri tveytúsund árum síðani varð boðaður
seyðamonnum uttan fyri eina fátæka bygd
í Palestina.
Tað er ikki beinleiðis eitt friðarevangel
ium, sum vit hava hoyrt úr Løgtinginum
seinastu dagarnar, har fólk hava skotið við
skørpum hvør eftir øðrum – myndaliga
talað, so er politiski ófriðururin lítil, um
vit hugsa um tann ófrið, sum valdar nógva
staðni úti í heimi. Har eru fólk nógvastaðni
so ósamd um trúgv, at hetta dagliga førir
til deyða og líðing – og eina fólkaflyting úr
krígsraktum londum til okkara leiðir her í
Norðurevropa.
Men »friður á jørð« kann merkja so nógv.
Hugsa vit um jólafrið, so er tað kanska ikki
júst tað sum merkir samfelagið nú upp
undir jól. Fólk hava úr at gera við at stákast
til jóla – og gott er tað, at vit velja at gera
nógv burtur úr eini slíkari hátíð, men tó alt
við máta.
Spurningurin er, hvat tað er, vit hátíðar
halda. Um tað er Jesu føðing, ella um vit
hava givið hesi hátíð eitt heilt annað inni
hald.
Matteus gamli leggur ikki fingrarnar
ímillum, tá hann í 12. kapitli vísir á, hvussu
handilsmenninir gjørdu halgidómin til eitt
ráns mannabøli:
Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og
hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í
halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið
vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuselj
arunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur
við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal
nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt
ránsmannabøli.«
Og heilt skeivur fer hann ikki. Vit kunnu
øll gera okkum partvís sek í at leggja heilt
onnur virði í jólahátíðina, enn tað, sum upp
runin var: Ein friðartíð við gleðiboðskapi.
Sjálvandi eiga vit at leggja okkara nútíð
artørv og okkara nútíðar virði í hesa hátíð,
men vit eiga ikki at gloyma upprunaliga
boðskapin, sum er so vakur:
Friður á jørð og í menniskjum góður
tokki!
Ella er talan um politiskt spinn?
Pedagogformaðurin er ikki í iva. Tað ER politiskt
spinn, at kommunurnar nú kortini rinda pedag
ogunum løn í jólamánaðinum.
Tær fóru annars ikki fram við mýkindum,
kommunurnar, sum lýstu verkbann samstundis
sum pedagogarnir lýstu verkfall.
Onkur helt kanska, at tað var smart. Nú
skuldu hasir óskikkiligu pedagogarnir sjálvir
rinda sítt verkfall! Tí ætlanin var, at bara nakrir
fáir leiðarar í dagsstovunum skuldu í verkfall –
og so máttu kommunurnar óivað senda øll hini
til hús við fullari løn. Men soleiðis skuldi ikki
vera. Illanstíð.
Men okkurt hevur fingið kommunurnar at
broyta meining. Sambært Anniku Olsen er tað
tí, at tað er so synd, um pedagogarnir ikki hava
ráð til jólagávur til børnini.
Sambært pedagogformanninum er tiltakið
hjá Anniku Olsen og kommununum politiskt
spinn.
Úrslitið er í øllum førum, at verkbannið hjá
kommunum hevur
mist sína effekt, og tað
fer ikki at stytta um
tíðina, pedagogarnir
ikki eru til arbeiðis.
Gleðilig jól
Annika tók synd
í pedagogunum
miseydnað verkbann
Les eisini blaðið
á telefonini
Jóanis Erik Køtlum
skal samansjóða
sjúkrahúsverkið
síða 20-21
Huldubátur
og spøking á
Viðareiði Siðsøga
síða 24-25
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Virgar T.
Dalsgaard
Lesarabræv
Tað eru syndarlig tíðindi, sum hoyrast um
beinleiðis akutta sociala neyð í Havn, nú
jólini eru í hondum.
Hvar er okkara upprunaliga mest sociali
flokkur, síðani slíkt kann henda í einum so
nevndum vælferðarsamfelagi, meðan Javn
aðarflokkurin sjálvur situr við tí FORMELLA
valdinum?
Tað, sum var Javnaðarflokksins stóra
styrki, var, at hann hevði kompromisleysa
empatiska samvitsku og sterka sociala in
dignatión.
Tí stríddist flokkurin fyri betri lønar
korum til tey ringast støddu á arbeiðsmarkn
aðinum og fyri betri vilkor til tey gomlu, tey
brekaðu, sjúku og fátæku.
Tað var tað politiska aðalmáli hjá tí soc
ialdemokratiska Javnaðarflokkinum! Har
kundi ikki slakast!
Og tað var sanniliga eisini stavnhaldið
hjá oddamonnum floksins sum Petur Mohr
Dam, Maurentius við Stein, Palla Henriksen,
Atla Dam, Jákup Lindenskov og fleiri.
Men hvat ger flokkurin í dag?
Hann hevur forlovað seg við nøkrum
akademiskum fantastum, sum av berari øv
undsjúku og talentloysi vilja knasa og sorla
eitt vælfungerandi vinnulív.
Hartil er flokkurin farin at fonglast við
eina fulkomuliga óneyðuga grundlóg, sum
bara er til pynt fyri teir turrgeldu nation
alistarnar, sum framvegis halda seg kunna
spáka á sjónum, hóast alt sjúkrahúsverkið er
í skeljasori, og penganeyðin herjar bæði pen
sionistar, brekaði og fólk, uttan sømuligt býli.
Tað, sum speidara-projektið við tí
komisku "grundlógin" kostar, hevði kunnað
metta tey allarlestu treingjandi á jólum og
nýggjárinum við!
Petur Mohr Dam hevði vamlast og rodn
að av skomm, hevði hann vitað um Javnað
arflokkin í dag!
Men hevði nøkur social samvitska verið
eftir í Javnaðarflokkinum, so var hann langt
síðani farin í hernað móti tí socialu armóðini,
og tí ósømiligu bústaðarneyðini í høvuðs
staðnum, og teir høvdu langt síðani havt
kvett við teir ábyrgdarleysu og sekterisku
nationalistarnar!
Petur Mohr Dam, Palli Henriksen, Jákup
Lindenskov og Jóhan Petur Davidsen vóru
ikki bara hjálparfúsir og socialir stríðsmenn
í december mánaði, men teir bardust alt árið
MÓTI tí destruktivu nationalismuni og FYRI
teimum ringast støddu í okkara samfelagi
- tað var tí, at afturhaldsflokkarnir ræddust
Javnaðarflokkin.
Nú er hann ein fjálturskotin pappírs-tik
ari, sum eingin ræðist og sum ongantíð fýsir
ella brølar móti órætti og socialari neyð.
Tvørturímóti! Hann amast og kínist uppi
á teimum heglandi nationalu tjóðleggunum,
sum annars systematiskt hava saboterað
allan javnaðarpolitikk!
Tað verður ein dýrur dagur, tá ið teir
ektaðu javnaðarveljararnir fara at revsa
flokkin á næsta valgi.
Ynkiligt! Men man liggur jú, sum man
sjávur hevur reitt!
Hvar er Javnaðarflokkurin?