Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 4 Tað er langt síðani, at vit her í Føroyum hava verið rakt av verkfalli, men nú merkja vit tað. Pedagogarnir eru í verkfalli ella eru raktir av verkbanni, so ongin er ansa teim­um, sum pedagogarnir vanliga taka sær av. At tað rakar almennar stovnar, sum taka sær av teimum veikastu er eitt, sum hond má takast um, tí fleiri teirra klára seg ikki8 sjálvi. Hin trupulleikin er, at foreldur nú ikki hava nakran dagstovnin at senda børnini í. Tað skal ofta slíkt til fyri, at vit av álv­ ara fáa eyguni upp fyri, hvussu tað er vit hava valt at innrætta okkara samfelag. Nú ongi ansingarpláss eru, er tað trup­ ult hjá báðum foreldrum at passa arbeiðið, tí annað noyðist sum oftast at vera heima hjá børnunum. Vit vita væl, men hugsa kanska ikki altíð um tað: okkara samfelag er sett so saman, at minst tvær inntøkur skulu til, skal ein familja klára seg í dagsins samfelag.. Er hetta rættin vegurin at ganga ella áttu vit at hava gjørt tað uppá onkran annan máta? Verkfallið skapar ofta illstøður og onki bendir á, at hetta verkfallið er nakað undantak. Vit síggja serliga, at mill­um kommunurnar er ikki semja um at hava sett verkbann í gildi. Avleiðing kom fram í vikuni, tá ið forkvinnan í Komm­unala Ar­ beiðs­gevarafelagnum segði, at peda­gog­ar­ nir – hóast verkbann og verk­fall – fáa fulla løn fyri desember. Hetta er ikki so, at pedagogarnir fáa løn fyri onki at gera, tí hetta verður avroknað í januar. Hetta er bert fyri at sleppa teimum úr einari knípu til jólar. Nú kann ein halda, at hetta var gjørt, tí Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur so stórt hjarta – ella ein kann gita, at for­ kvinnan, Annika Olsenm, er so kroyst av borg­arstjórum, sum ikki taka undir við verk­banninum, at hon valdi at gjalda løn­ ina fyri desember út. Forkvinnan skal sjálvandi svara fyri, hví hon nú hevur valt at gera hetta, men eg haldi tað er eitt mistak, tá ið Kringvarp Før­oya setir formannin í einum øðrum fakfelag, Miðlafelagnum, at tráspyrja for­ kvinn­una um viðurskiftini í sambandi við verk­fallið. Tað hevði klætt Kringvarpinum mun­ andi betur, um onkur annar gjørdi hasa sam­røðuna, sum ikki er formaður í einum fak­felag. Hugsi bert um integritetin. Onki røkist fyri, at verkfallið endar í ár, men soleiðis er tað kortini. Jólini koma uttan mun til hvat vit gera. Løgtingið er farið í jólafrí, fíggjarlógin er sam­tykt og fiskivinnunýskipanin skal standa sína roynd frá 1.januar. Feløg i vinnuni viðgjørdu í gjár 12 kunn­gerðir, sum skulu skipa fiski­skap­ in í komandi ári. Spennandi at síggja, hvussu alt hetta endar. Ája-suffini hava verið nøkur í ár, men eg og tit skulu ikki gloyma, at tað fyrst og fremst er grenj. Onk­untið verður víst á veikleikar í sam­ felagn­um, men eg má sjálv­ur hugsa, at skulu ting­ini broytast, so noyð­ist eg at gera nakað við tað sjálvur. Nroytingarnar mugu byrja hjá okkum sjálvum – tað er sjálvd­an nakar annar ger tað fyri teg. Við hesum grenjio fari eg at ynskja tykk­um øll eini góð og gleðilig jól. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Jólagleðin er, tá ið kassaapparatið ringir jólini inn Fíggjarlógin varð samtykt við triðju viðgerð í vikuni og løgtingið fór sostatt í jólafrí mikunáttina. KAF vendi í holuni og valdi at geva verkfallspedagogunum løn á jólum, hóast alt. Ein maður, sum fyrr í ár stakk ein vinmann í búkin, fekk í vikuni tveir mánaðir fongsulsrevsing fyri lógarbrotið. Anders Vedelsbøl varð í vikuni settur sum kommunulækni í Vágum Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen vórðu í vikuni avhoyrdir av kanningarstjóra í Føroya rætti. Verkbann MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur vórðu ikki rætt uppgivnar í ár sambært Taks 161 Pedagogarnir eru í verkfallið og stutt eftir fráboðan frá felagnum um verkfall valdi KAF at seta verkbann, so at allir pedagogar í starvi hjá kommununum vórðu noyddir til hús. Tað viðførdi í fyrstu atløgu, at pedagogarnir einans fingu løn fram til verkbannið, men nú hevur KAF hálsað um, og gevur pedagogunum í verkbannið løn á jólum. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At 18 milliónir komu aftrat fíggjarlógini millum 2. og 3. viðgerð? Sæð á Facebook: Eri sera glaður fyri at KVF hevur broytt kós tá tað snýr seg um kanningarstjórar og hvørja viðferð teir geva landsstýrisfólkum og løgmanni, í hesum føri hava tey ikki áhaldandi niðurgjørt og karaktermyrt tey sum verða kannað, men í meira sakligum orðaskifti víst virðing fyri kanningini, so rós til KVF. Um orðið sigur Sprotin Verkbann arbeiðssteðgur framdur av arbeiðsgevarum (mótvegis arbeiðarum), allir arbeiðsgevararnir steðgaðu verksmiðjum sínum við verkbanni [en. lock out] FRÍGGJADAGIN 10-15 m/s Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina hækkar hann í ein vestan og makar sum frá líður lot til andøvsgul, 4 til 7 m/s. Skýggjað og regn av vestri og hitin millum 3 og 6 stig, seinni upp í 10 stig. TOLLAKSMESSUDAG 5-10 m/s Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, um 12 m/s. Um náttina lækkar hann í ein sunnan og útsynning. Fyrst skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 2 stig. JÓLAAFTAN 10-15 m/s Hann hækkar í ein útsynning og vestan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina lot til andøvsgu, 4 til 9 m/s, av norðri. Fyri tað mesta skýggjað og regn, seinni klárar í og um náttina samdrigið og okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig. JÓLADAG 8-13 m/s Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.