Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 32 Nýtt prestagjald sær dagsins ljós BARBARA HOLM 1. januar hækkar talið av presta­ gjøld­um í Føroyum, so at tað fram­ yvir verða fimtan prestagjøld í Før­ oy­um. Tað skrivar Fólkakirkjan á heima­síðu síni. Fólkakirkjan skrivar, at tað var fyri stívligum tveimum ár­um síðan, at biskupur heitti á lands­ stýriskvinnuna at skipa so fyri, at Norðstreymoyar prestagjald varð býtt sundur í tvinni prestagjøld. Í heyst gav landsstýriskvinnan loyvi til hetta, so at frá 1. januar 2018 verð­ur Norðstreymoyar presta­ gjald formliga býtt sundur. Fólkakirkjan upplýsir, at nýggja Norðstreymoyar vest­ara presta­gjald fevnir um kirkju­ sókn­irnar Kvívík, Vestmanna og Kolla­fjørð. Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum við bústaði í Kvívík og í Vestmanna. Norðstreymoyar eystara presta­ gjald fevnir um kirkjusóknirnar Hval­vík, Hósvík, Saksun, Haldórs­ vík og Tjørnuvík.Sóknarpresturin býr í Hvalvík. Endin er altíð í durunum Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 T ey vænta kríggj millum USA og Korea har norð­ uri. Enn eru vápn­ ini tó bara óvápnaðar rakettir, sum detta á sjógv, og ein rúgva av ljótum orðum og hóttanum í asosialu miðlunum og í øðr­ um vánamiðlum. Menn brúka kjaft. Men hvørjum skulu vit her á bardu klettunum halda við? Neyvan við kommunistunum í Korea. Men Trump er líka ringur, siga tey. Hevur nomið við onkra kvinnu, sum ikki er hansara egna. Hann er eitt svín. Tað eru allir menn. Hann er á listanum hjá Me­ too. Og tað er verri, nógv verri, enn at vera kommunistur ella okk­urt annað dubiøst politiskt. So vit halda við Norðurkorea. Vit halda sjálvandi við tí, sum er minni og veikari, við tí, sum hevur serligar avbjóðingar. Og hví skulu USA, sam­ eindu statirnir í Amerika, hava einarætt til at brúka kjarnorkuvápn? Kapp­ ing er bæði góð og sunn, siga øll, serliga mono­ pol­fólkini, sum ræðast kapp­ing og ikki vilja vita av henni. Kim og Donald sleingja ófanta­ lig orð hvør eftir øðrum sum dreing­ir í einum asfalteraðum skúla­garði. Serfrøðingar ugga okk­um við, at kríggj verður ikki. Og verður kríggj, so tap­ir Norðurkorea. Og so er vunnið. Teir telgja sær fanar í Wash­ ing­ton og í Pyon­gyang, teir báðir Donald og Kim og teirra fólk, um tey vilja tað ella ikki. Bløðruhumanistarnir á okkara leiðum eru ússalig, tí teimum dám­ ar ikki Trump. Hann tekur avgerðir. Tosar eisini nógv. Í so máta hóskar hann væl millum kertuljósini og grasteið á gólvinum. Annar heimsbardagi gjørdi, sigst, at Ísland bleiv sjálvstøðugt, fekk fullveldi og frælsi og slapp undan kúgan og øllum hasum har. Tí einki samband var millum Ísland og Danmark, týskarar í Danmark og amerikanarar í Íslandi. Avtalan millum Ísland og Dan­ mark í 1918 segði, at sam­ráðingar skuldu verða aftur um 25 ár, í 1944. Og tað bar jú illa til. Triði heimsbardagi hevði givið Føroyum fullveldi og kúg­an­ar­ loysing. Einki annað ger tað. Triði heimsbardagi, tí Danmark plag­ar at fara í kríggj saman við amerik­ an­arum, so Danmark er fíggindi hjá Norðurkorea. Sum kanska sýndi okk­um áhuga. Og so var einki sam­ band. Men latið okkum síggja. Kanska endar tað ikki soleiðis. Teir eru kjaft­breiðir, Kim og Donald. Hund­ ar, sum goyggja illa, bíta ikki. Teir tora ikki. Vit, sum vóru til í kalda krígnum, serliga tey fyrstu nógvu árini, sum vóru longst undir frostmarkinum, minnast, hvussu tað var at hava eina hóttan um kjarnorkukríggj hangandi oman yvir sær hvønn einasta dag. Sum eitt svart, geisla­ virkið skýggj. Oman á tað varð boðað frá heimsins enda- av øðr­ um ávum – í 1962, á hásumri. Religi­ ørt tvætl ella stjørnufrøði, minn­ist ikki. Men eg bíðaði stúrin. Tordi ikki at sovna ta náttina. Hví stúrdi eingin annar? Og so kom næsti dagur, minnist ikki, hvør dag­urin var, men hann var dagin eft­ir dagin, sum skuldi verða tann sein­ asti. Undraðist á, at foreldrini ikki vóru bangin (tey vóru enn sam­an tá), men fóru útferð niðan á Sorn­ felli. Hetta var eitt must tá, at fara nið­an á Sornfelli at síggja militerið. Og tey komu aftur, minnist ikki, um tey komu fyri midnátt heims­ ins­endadag. Og eg bíðaði og bíðaði eftir heimsins enda. Bíðaði eftir, at alt fór. Men hann er her enn, heimurin. Nú er so aftur boðað frá end­an­ um, frá kjarnorkukríggi. Enn sovi eg tó um náttina, væl viðhvørt enntá. Eg droymi, at vit kunnu byrja við at bumba jólini, so koma tey ikki aftur, hvørki í oktober ella desember. Bumba tey aftur í stein­ øld­ina, tá tey enn vóru heiðin og heiðurlig. Vit bíða, meðan teir telgja sær fanar. Høgni Djurhuus