Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 29. desember 2017 Eins og forskatting av pensjónum og flat­skatturin – verður fiski­vinnu­ný­ skip­anin trupul at broyta Á ársins síðstu døgum verður mangan tikið sam­anum, hvussu árið hevur hepnast. Á politiska økinum hevur verið baldrut sein­astu tíðina – serliga hevur tað verið stríð­ið um fiskivinnunýskipanina, sum hev­ur merkt politiska kjakið. Serliga at tað hev­ur verið so trupult at finna semju, sjálvt um meir­i­lut­in av landsstýrissamgonguni, sum segði upp fiskiloyvini at fara úr gildi nú á nýggj­ár­i­num, sita í andstøðu í dag. Men tað eydnaðist. Sjálvt um meirilutin var sera tepur. Hvussu nýggja skipanin fer at roynast, fáa vit so at síggja. Tingfólk funnu lægsta fel­ags­nevn­aran – tað frægasta, sum tey kundu semjast um. So mugu vit bara vóna, at tað hevur verið nóg konstruktivt. Eyðsæð er, at onkrar broytingar fara at verða gjørd­ar á vegnum, tí neyvan hava tey rakt so væl, at hetta er tann besta skipanin í øll­um lutum. Ført hevur verið fram, at so skjótt ein nýggj sam­gonga kemur til, so verður skip­ an­in broytt. Men hetta munnu vera ynsk­i­ dreym­ar hjá ávísum politikarum. Søgan hevur víst okkum, at stórar pol­ it­isk­ar avgerðir verða ikki broyttar aftur, sjálvt um mótstøðan hevur verið hørð í løg­ting­i­num. Helst ber tað boð um, at sjálvt um and­støðu­politikarar tosa við stórum stav­um ímóti skipanum – so góðtaka teir tær kortini, tá teir sjálvir koma til valdið. Greið dømi um tað eru avgerðirnar hjá und­an­farnu samgongu um flatskattin og for­skatt­ingina av pensjónum. Kristina Háfoss, sum nú er fíggj­ar­mála­ ráð­frú, tosaði harðast ímóti hesum skip­an­ um – og lovaði beinleiðis, at hesar fóru at verða broyttar aftur, tá Tjóðveldi kom til vald­ið. Tjóðveldið situr nú á valdinum, og Krist­ ina Háfoss á kassanum. Hon hevur hig­artil lagt fram trý fíggjarlógaruppskot, sum eru samtykt – og har er forskattingin av pen­ sjón­u­num beinleiðis orsøk til, at yvirskot er á løg­tings­fíggj­arlógini. Soleiðis fer eisini at vera við fiskivinnu­ ný­skip­an­ini, tá Fólkaflokkurin einaferð aft­ur situr í Tinganesi. Avgerðin er tikin, og avgerðin verður ikki broytt aftur, um enn okkurt verður tillagað, sum av praktiskum orsøkum má broytast. Soleiðis er politikkur eisini. Gott nýggjár! Á nýggjárinum hev­ ur Heðin Mort­en­ sen sit­ið í 45 ár í Tórs­havnar bý­ráð. Hesum boð­ar Tórs­ havn­ar bý­ráð frá í heils­an til bý­ ráðs­lim­ in, sum hev­ur sitið longst av øllum í Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 1972 fyri uttanflokkalistan hjá Peturi í Gong. Tá fekk hann 72 atkvøður. Á næsta valinum í 1976 fekk hann 209 – eina atkvøðu færri enn Petur í Gong sjálvur. Í 1988 varð hann valdur í býráðið fyri Sam­ bands­flokk­in. Tríggjar ferðir er hann valdur fyri Javn­aðarflokkin, í 2008, 2012 og í 2016 við á­vika­ vist 2.200, 2.637 og 2.506 atkøvðum. Kenna vit Heðin Mort­ensen rætt, so still­ar hann uppaftur næstu ferð – og megn­ ar tá at hava sitið í bý­ráðnum í meira enn hálva øld. Stórar avgerðir truplar at broyta Heðin 45 ár í býráðnum Drúgvastur í býráðnum Les eisini blaðið á telefonini Eittans tal verður skift Høgni Djurhuus baksíðan Tarvurin sum skilti mannamál Siðsøga síða 24-25 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Í gjár fylti Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, 70 ár. Hans Pauli Strøm er útbúgvin sosiologur, Cand. scient. soc., og hevur í mong ár starvast á Hagstovuni. Hans Pauli Strøm, sum býr í Vestmanna, varð valdur á ting í 1998 fyri Norðstreymoyar valdømi. Tað eydnaðist ikki at endurvinna sætið á løgtingsvalinum í 2002. Norðstreymoy hevur altíð verið ein tungur burður hjá Javnaðarflokkinum. Bara tvær ferðir áður í næstan 90 ára longu søgu Javnaðarfloksins hevur tað eydnast flokkinum at fáa umboð valt í Norðurstreymoy, í 1984 og í 1990, tá Thomas Arabo varð valdur. Men á valinum í 2008, tá Føroyar vóru eitt valdømi á fyrsta sinni, varð Hans Pauli Strøm afturvaldur. Men tá Javnaðarflokkurin skipaði landsstýrið í 2004 vóru boð eftir Hans Paula Strøm at koma í landsstýrið, og hann sat í trimum landsstýrum frá 2004 til 2011, har hann røkti fyrst starvið sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum og eftir at samgongan varð umskipað í 2008 í heilsumálum. Hann hevur starvast á Hagstovu Føroya síðani 1988, men hevur tó verið í farloyvi, meðan hann var landsstýrismaður. Hann var í yngri árum við til at stjórna blaðnum Oyggjaskeggja frá 1969 til 1975. og seinni Framanum frá 1975 til 1985. Hann var formaður í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum fyrst í nítiárunum Hans Pauli Strøm er ættaður úr Vági, sonur Herborg og Torkil Strøm. Hann er giftur við Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen úr Vestmanna. Hans Pauli Strøm sjeyti