hósdagur 28. desember 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. desember 2017
2
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Nú er aftur ársskifti fyri framman, og vit fara nú
at leggja 2017 aftur um okkum. Líka so væl, sum
vit kunnu siga, at nógv fer at henda komandi
árið, kunnu vit eisini staðfesta, at 2017 hevur verið
eitt hendingaríkt ár. Hugsa vit 12 mánaðir aftur,
kunnu vit ásanna, at nógv er hent bæði við tí
persónliga og tí samfelagsliga.
Politikkur hevur fylt óvanliga nógv í farna ári.
Góð tvey ár eru síðani løgtingsval, og meira enn
eitt ár síðani kommunuval, men hóast hetta
hevur fiskivinnunýskipanin skapt politiskt kjak á
øllum hugsandi pallum í samfelagnum. Fólk, sum
ikki eru von við at luttaka í politiskum kjaki, hava
havt meiningar, og stundum hevur kjakið verið
hart. Fiskivinnunýskipanin hevur til endamáls
at broyta vinnugrundarlagið undir føroyska
samfelagnum, og tá summi standa til at missa og
onnur til at fáa er viður lagdur á bálið.
Árið endaði við, at fiskivinnunýskipan var
samtykt, og hóast langt er frá upprunaliga
uppskotinum til endaligu semjuna, nertir
nýskipanin við týðandi partar av virkseminum
í fiskivinnuni. Bæði vinnulívsfólk, politikarar
og onnur hava ilt við at hava fult yvirlit yvir
broytingarnar, og hvørjar avleiðingar tær fáa,
og nógv verður nú lagt upp til umsitingina í
fiskimálaráðnum at skipa við
kunngerðum.
Ferðin á búskapinum er vaksin enn meira í ár,
og arbeiðsloysið minkar støðugt. Virksemið í
samfelagnum er so nógv sum sjáldan, og tað sæst
aftur á flestu samfelagsøkjum og nógvastaðni
kring landið. Stórar almennar og privatar íløgur
seta enn ferð á búskapin. Framgongdin í fiski- og
alivinnuni er týðandi partur av framgongdini, og
støðugt verður tosað um, at ferðin má tálmast
nakað, men nú vit fara inn í 2018, kunnu vit siga,
at tað er við fótinum á spidaranum.
Góðar tíðir, lægri prísir og broytt ferðamynstur
hava gjørt, at føroyingar ferðast sum ongantíð,
og fólk ferðast sum ongantíð til Føroya
at fáa serstakar upplivingar í fjarskotna
oyggjalandinum í norði. Ferðavinnnan veksur
støðugt, og tað skapar bæði møguleikar og
avbjóðingar. Stundum kann nógva fremmanda
ferðslan skapa órógv hjá lokalfólki, men
ferðavinnan er eisini við til at skapa tilboð í
samfelagnum, sum vit annars ikki høvdu havt.
Nú eru fleiri ætlanir um at byggja út og byggja
nýtt innan hotellvinnuna í Føroyum. Líkt er til,
at vøksturin í ferðavinnuni fer at halda fram
komandi árini.
Ítróttarárið hevur verið gott, og føroyingar
kunnu fegnast um fleiri stór avrik innan fleiri
ítróttargreinar. Fótbólturin er sum vera man
størsta ítróttargrein, og fleiri sterk avrik hava
verið í altjóða kappingum. Eisini í øðrum
ítróttargreinum gera føroysk ítróttarfólk vart við
seg á høgum á altjóða stigi. Í grundini átti tað ikki
latið seg gjørt, at land við bert 50.000 íbúgvum
megnar at luttaka í so nógvum ítróttargreinum
á høgum stigi, men hjá føroyingum eru
hugburðurin, at alt kann gerast enn betri, og tað
ber til at koma enn longri í komandi árum.
Í hesum nýggjársblaði fara vit á ferð ígjøgnum
farna árið. Hetta er ikki ein altumfatandi uppgerð
av øllum tí stóra og smáa, sum hendi í 2017, men
heldur ein kavalkada av tí, sum Sosialurin sum
blað hevði at bjóða sínum lesarum. Vit taka
fram onkrar markantar greinar frá 2017 og taka
ymsar smærri og størri hendingar frá árinum við.
Vit taka saman um ítróttarárið, og eisini rógva vit
aftur á ymiskar útsagnir frá fólki. Vónandi gevur
hetta eitt inntrykk av einum sera fjølbroyttum
blaði, sum kemur út tríggjar ferðir um vikuna.
Við hesum Nýggjársblaði vil Sosialurin ynskja
øllum sínum lesarum eitt gott og eydnuberandi
nýggjár. Vit síggjast í 2018!
Eittans tal verður skift
FARVÆL 2017
Gott nýggjár!
við Høgna Djurhuus
S
hit happens. Twice every
year.
Tú hevur júst bart teg
ígjøgnum jólini, skaðilig
fyri fólkaheilsuna og kollektiv
sinnissjúka, og tveitt tey burtur, so
kemur eitt nýtt ár, sum hesa ferð
hevur P-talið 01.01.18-000.
Alt nýtt er verri enn tað gamla,
tað sum var og riggaði so nøkun
lunda.
Allar broytingar gera tað, sum
verður broytt, verri. Uttan undan
tak.
Nú fer 2017 við øllum sínum
býttleika og fanansskapi. Og 2018
kemur, og alt verður eitt vet verri.
Einki er so ringt, at tað kann ikki
gerast verri.
Har norðuri í Korea standa rek
ettirnar klárar at skjóta nýggjárs
aftan. Kim festir í fjúsið við sínari
marglætisdýru Havanasigar,
áðrenn nýggjárskenningin í
árgangskonjakki gerst ov stór.
Vit standa á gáttini og gána inn
í nýggja árið, sum er har í myrkr
inum og illveðrinum.
Veðurlagsbroytingar. Hví eru
tær ikki góðar? Veðurlagsbroyting
ar er eitt neiligt orð. Hjá okkum er
veðrið oftast ringt, so her eru ongar
broytingar sum so.
Tak heldur heimasíðurnar.
Heimasíður verða broyttar, tá tú
hevur lært at brúka tær og leita
og finna á teimum. Tær hjálpa tær.
Eru ein stuðul.
Tá tær eru broyttar, alt verður
broytt, bara fyri broytingina,
finnur tú einki á teimum.
Hjá okkum gongur alt so seint,
allar nýskipanir eru vorðnar gaml
ar, tá tær endiliga verða samtyktar,
tó ikki so gamlar, at tær er vorðnar
fólkapensjónistar. Tær eru fyritíð
arpensjónistar og fáa betri kor.
Okkum nýtist ikki at velja árs
ins orð. Vit kunnu velja ársins orð
fimta hvørt ár. Tað er ivaleyst,
tí orðini støðast væl. Tey kunnu
brúkast í nøkur ár.
Ársins orð er gamalt, øgiliga
gamalt. Tað er frá hinari øldini. Vit
skulu vindast í gongd sum ein bilur
fyrrapartin í hinari øldini.
Tvætl og knarr. Latið okkum
gleða okkum til eitt nýtt ár. Tí tað
verður enn eitt tannár, 18 verður
sum 17. Hóast 18 er árið, fólk gerast
myndug, gerst Føroya fólk ikki
myndugt í 18.
Men 18 verður annars sum 17.
Kríggj, neyð og armóð, sjúkur og
mótmæli og kærur. Politisk lyfti
upp í spannir og politiskt møsn
upp í baljur. Vit gleða okkum til 18,
vit, sum ikki leggja í broytingar.
Okkum, sum dámar tað verandi,
síggja allar neyðrakketirnar hvørva
so líðandi inn í 18. Og so er alt, sum
tað var. Fanansskapurin verður
hin sami. Hann doyr ongantíð. Fær
onga grøv við nummari ella árstali.
Vit fara ennisbrøtt inn í 2018,
ganga okkum ikki føst, hyggja ikki
aftur um bak. Hví skulu vit tað?
2018 verður sum 2017. Vit hyggja
fram í bølaniðu.
Hví so pessimistiskur? Nei, eg
eri realistiskur. Og er tað ikki bara
gott, at 18 verður sum 17?
Vit eru væl á veg og væl fyri
reikað. Handan gamla myndin um
ársskiftið, har ein oldingi er farandi
árið og ein nýføðingur komandi,
hvørgin hevur skil, ja, hon er gomul
komin og farin.
Í okkara talgildu døgum er
myndin bara ein strika, grøn, sig
ur onkur. Eg sigi svørt. Og tað er
bara at fylgja strikuni. Har, sum
ælabogin endar ella byrjar, er gull
ella bitcoin, siga tey. Svarta strikan
endar í onkrum svørtum.
Stóri spurningurin er, hvat fólk
vænta sær av nýggja árinum. Eg
vænti mær einki, púrt einki. So
verði eg ikki vónsvikin. Og eg sigi
tað sama um eitt ár, um tvey ár,
um...øll árini, sum eru eftir.
Vit fara út á midnátt nýggjárs
aftan og siga góða nátt og góðan
morgun. Og fara í song.
Shit happens. Eitt nýtt ár er á
veg. Troðkar deyðan úr durunum.
Árið skiftir eittans tal og undir
buksur. Tað er alt. So segði hon: shit
happens. Shit happens.
UMAFTURAFTURUM