mikudagur 3. januar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 4. januar 2018 · Nr. 1
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Arbeiðsósemjan millum Pedagog
felag og kommunu- og landsmynd
ugleikar tykist ongan enda at fáa.
Skotið hevur verið við skørpum
millum
partarnar,
sum
skíra
hvønn annan bæði eitt og annað.
Síðsta skotið kom frá Pedagog
felagnum, sum brikslar politikar
um, at tey ikki unna fólki sømulig
kor til námsfrøðiliga starvsøkið.
»Ístaðin fyri at viðgera útbúgv
ing, ábyrgd, innihald og løn við
Pedagogfelagið, so goymir Annika
Olsen seg aftan fyri tómar fíggjar
ligar pástandir og almenn kjak um
íløgur í tunlar, vegir og bústaðir –
og sms’ar til miðlarnar ístaðin«.
So vísir felagið á, at um størsti
starvsbólkur í Føroyum ikki trívist
við sínum starvskorum, so er tor
ført at ímynda sær nøgdar barna
familjur í Føroyum.
»Kristina Háfoss goymir seg
eisini aftan fyri sms’ar, og ístaðin
fyri at taka ábyrgd fyri samráðing
unum, so vísir hon til Henrik Old,
sum júst hevur fingið sítt tunnils
sjakk ígjøgnum í tinginum – fyri
áleið sama kostnað, sum skilir
partarnar í lønarsamráðingunum.
– Nær koma íløgurnar í bleytu
virðini?
Nær
koma
íløgur
í
fólkið her á landi? Nær rættast
skeivleikin millum kynini? Nær
fær man líka løn fyri líka útbúgv
ing«, spyr Pedagogfelagið.
Alt er relativt, sum Einstein
gamli segði. Og óiva fyllir hendan
ósemjan meira hjá námsfrøðing
unum enn hjá politikarum, sum
helst eisini mugu fyrihalda seg til
íløgur í vegir, tunlar og bústaðir
og alment kjak, fyri tað, um ein
ósemja er á arbeiðsmarknaðinum.
Námsfrøðingarnir vita helst
eisini, at ein politkari í samgongu
og ein politikari í andstøðu ikki er
tað sama – ja ikki er at samanlíkna,
hóast talan er um sama menniskja.
Tí kann tað gera akkurát tað
sama, hvussu fittar og blíðar Ann
ika Olsen og Kristina Háfoss hava
verið, tá tær ikki sótu við ábyrgdini.
Tí soleiðis eru politikarar. Tey kína
okkum við hárunum so leingi, sum
tað ber til – og so kasta tey upp á
nakka og venda okkum bakið,
tá støðan krevur tað. Og í løtuni
passar tað teimum – reint taktiskt
– illa at tosa við miðlarnar, sum
vilja spyrja garnarnar úr teimum
um tað, sum tær ikki vilja fortelja
pedagogunum. Meira fløkt enn tað
er støðan ikki.
Men Kristina Háfoss hevur sagt
A við sjúkrarøktarfrøðingarnar, og
tí fara øll hini fakfeløgini at krevja
svarið B við samráðingarborðið.
Tað sigur seg sjálvt.
Eingin vinnur í verandi støðu.
Nú gongur tað út upp á at troytta
partarnar – og vita, hvør heldur
longst á. Men um tit vilja hava
fólksins stuðul, so farið for ólukk
an til samráðingarborðið og sitið
har, til semjan er funnin!
Nú royna partarnir
bara at møða hvønn annan
Finnið nú hasa smejuna!
Næst
an 70 ár í
fjølmiðla
yrki
Nøvn síða 12
Sigl
ingar
søga upp
í royk
Tíindi síða8
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Marjun Bæk er sett sum
hjálparprestur í Hoyvíkar
kirkju afturat Theodor E. D.
Olsen, presti.
Jákup Símun Simonsen,
formaður í kirkjuráðnum
sigur, at hon er sett í eitt
hálvt ár við møguleika fyri at
leingja starvstíðina í hálvt ár
afturat.
Marjun Bæk hjálparprestur
í Hoyvíkar kirkju
»Fra den 1. januar 2018 at
regne er efternævnte benå
det med ridderkorset af 1.
grad af Dannebrogordenen:
Biskop over Færøernes Stift
Jógvan Fríðriksson, Tórs
havn.«
Soleiðis verður sagt í frá
boðan frá kongshúsinum,
sum hevur heiðrað 51 fólk
við riddarakrossi, harav tvey
teirra hava fingið tann fínara
heiðurin, sum er »kommand
ørkorset af 1. grad af Danne
brogordenen«.
Nú er Jógvan
bispur riddari
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Í samband við at okkara
virksemi er vaksið nógv
tey seinastu árini, hava
vit verið noydd at gera
nakrar broytingar í okkara
vøruúrvali. Fyri at hava tíð
og orku til at hava meira
fokus á okkara kjarnuvørur
eru vit noydd at frávelja
nakrar av teimum vørunum,
sum eru uttan fyri okkara
fokusumráðið.
Soleiðis sigur Fríðálvur A.
Jensen, handilsleiðari hjá Kaj
Andreasen í Hoyvík.
Hann sigur, at tað er ikki
lætt at siga farvæl við ein
vørubólk, sum tey hava verið
glað fyri at umboða í fleiri ár.
–
Men
frá
1.
januar
2018
fara
vit
ikki
at
selja
campingvognar
og
campingútgerð meira – og
fara vit tí heldur ikki at
umboða Adria.
Fríðávlur sigur tó, at
tey sjálvandi fara at halda
allar
tænastuavtalur
til
teir campingvognar, sum
tey hava selt – og at tey í
í januarmánaði hava vit
útsølu av campingvørum,
sum er á goymslu.
Gevast við camping
hjá Kaj Andreasen
Heilsutrygd hevur sett Han
us á Lógv í starv sum komm
unulækna í viðtalu 1 í Norð
oya læknadømi.
Hanus á Lógv nam sær
embætisprógv innan lækna
frøði í 1988 frá lærda háskúla
num
í
Keypmannahavn.
Hanus á Lógv hevur drúgvar
royndir innan læknayrkið
- bæði á sjúkrahúsum og í
kommunulæknaviðtalum.
Í 1997 fekk hann serlækna
góðkenning innan kirurgi og
virkaði sum skurðlækni í
Svøríki og seinni sum vikari
erandi yvirlækni á Klaksvík
ar sjúkrahúsi. Hann arbeiddi
eisini í fleiri ár sum komm
unulæknaavloysari í Norð
oya læknadømi, áðrenn hann
fyri trimum árum síðani fór
undir at fáa sær serlækna
góðkenning innan almenn
medisin.
Hanus á Lógv tekur við
starvinum í Norðoya lækna
dømi 1. apríl 2018.
Heilsutrygd hevur eisini
sett Joan Skibenæs í starv
sum kommunulækna í við
talu 2 í Skálafjarðar lækna
dømi.
Joan Skibenæs nam sær
embætisprógv innan lækna
frøði í 2009 og fekk serlækna
góðkenning
í
almennum
medisini í mars 2017. Joan
Skibenæs hevur virkað sum
kommunulæknaavloysari í
Skálafjarðar læknadømi síð
an mars 2017.
Joan Skibenæs tekur við
starvinum 1. februar 2018.
Tveir nýggir kommunulæknar