mikudagur 3. januar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÍÐST Í JANUAR STENDUR
NÝGGJA VIRKIÐ INNILOKAÐ
- Málið er at
royndarkoyra virkið
við svartkjafti í
vár, soleiðis at alt
verður klárt, tá
makrelvertíðin byrjar
aftur, sigur Bogi
Jacobsen, stjóri í
Varðanum Pelagic
Vilmund Jacobsen
Tey seinastu betongelementini til
Varðan Pelagic á Tvøroyri komu til
landið stutt fyri jól.
Tvey farmaskip vóru á Tvøroyri
við 14 døgum ímillum, harav seinna
skipið var beint fyri jól.
Reisigildi var á Seglloftinum á
Tvøroyri hin 14. desember, tá sein
astu stáldragararnir vóru komnir
upp, og Merkið varð vundið á stong.
Tá reisigildið var, segði virkis
leiðarin á Varðanum Pelagic, Ólav
ur Bjarkhamar, at tað kendist
ómetaliga væl, nú bygningurin til
nýggja virkið er reistur.
- Tað eru í dag 188 dagar, síðan
virkið fór upp í royk, og ætlanin er
at royndarkoyra nýggja virkið aft
ur til várs.
Virkisleiðarin vísti á, at Varðin
Pelagic hevur verið leiðandi á sín
um øki heilt síðan byrjanina í 2012
og fram til 9. juni, tá eldurin herj
aði, bæði í nøgd og innan víðari
menning, og hann legði dent á, at
málið hjá Varðanum Pelagic fram
haldandi er at verða fremsta upp
sjóvarvirkið í Føroyum.
- Øll tey, sum starvaðust á virk
inum, tá eldur kom í, kunnu heilt
avgjørt vænta sær at sleppa til
arbeiðis aftur. Í dag vilja vit geva
teimum fólkum, sum hava starv
ast á virkinum og teimum, sum nú
byggja virkið upp aftur, eitt herða
klapp.
Ólavur Bjarkhamar vísti á, at tað
hevur gingið væl við byggingini á
Tvøroyri.
Skjótt innilokað
Thormann Vang hjá Sp/f MTV-
Byggivirki, sum bygdi virkið í 2012
og sum nú stendur fyri at byggja
virkisbygningin upp aftur, sigur, at
einir 25-30 mans í løtuni arbeiða úti
á havnalagnum á Tvøroyri.
- Tey størstu betongelementini
eru tey til gólvini í tí partinum av
bygninginum, sum verður í trimum
hæddum. Hesi elementini eru upp í
13 metrar long og 1,20 metrar breið.
Onnur elementir eru fýra metrar
breið. Talan er bæði um gólv-og
síðuelementir, sum vit fara at seta
upp í hesum mánaðinum.
Thormann Vang sigur, at um alt
gongur væl, kann roknast við, at
bygningurin stendur innilokaður
um mánaðarskiftið, januar/ febr
uar.
- Takið er ikki lagt á enn, tí ele
mentini skulu lyftast og lorast nið
ur tann vegin. Tískil verður takið
lagt á samstundis, sum elementini
koma upp á pláss, og eg vænti, at
elementir og tak verða komin upp á
pláss samstundis, sigur Thormann
Vang.
Royndarkoyra til várs
Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum
Pelagic væntar, at tað fer at ganga
skjótt at seta maskinurnar upp, tá
tað arbeiðið fer í gongd.
- Sjálv byggingin er nokso kom
pliserað við tað, at partur av bygn
inginum er í trimum hæddum, men
eg vænti, at tað fer at ganga skjótt
at fáa maskinur og linjurnar upp.
Talan verður um modul, sum verða
sett upp.
Stjórin í Varðanum Pelagic vísir
á, at málið er at royndarkoyra virkið
við svartkjafti í vár, soleiðis at alt
verður klárt, tá makrelvertíðin
byrjar aftur.
Sáttmálin, sum Varðin Pelagic
hevur gjørt við íslendsku fyritøk
una Skaginn í Íslandi um maskinur
og útgerð, er hin størsti, sum fyri
tøkan á Akranesi nakrantíð hevur
gjørt.
Tað sigur stjórin í íslendska
felagnum, Ingólfur Árnason, við
Fiskifréttir.
Millum aðrar íslendskar fyritøk
ur, sum skulu lata útgerð til virkið
á Tvøroyri, eru eitt nú Frost og Raf
eyri á Akureyri.
7.500 fermetrar
Tað, sum stóð eftir av Varðanum
Pelagic, tá herviligi eldurin varð
sløktur á Tvøroyri, var frystihúsið
og skrivstovubygningurin. Surimi
virkið brendi ikki, men bygningurin
hevði fingið skaða og varð rivin nið
ur.
Tá uppsjóvarvirkið upprunaliga
varð bygt og kundi fara undir fram
leiðslu hin 2. juli í 2012, varð sagt, at
sjálv byggitíðin hevði tikið 14 vikur.
Thormann Vang sigur, at virkið,
sum nú verður bygt upp aftur, er
umleið 150 metrar langt, og breidd
in liggur um 50 metrar.
- Hetta gevur umleið 7.500
fermetrar tilsamans. Meginpartur
in verður bygt í einari hædd, men
í miðjuni, har eitt nú matstova,
skiftirúm, wc’ir og annað skal
verða, verður bygningurin í trimum
hæddum við betongdekki millum
hæddirnar, sigur hann.
Nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic er 150 metrar lagt og umleið 50 metrar breitt. Tað gevur 7.500 fermetrar tilsamans. Mynd: Reidar Simonsen
VARÐIN PELAGIC