mikudagur 3. januar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Benny var
fjølmiðlamaður
í næstan 70 ár
Benny Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri á
Dimmalætting, andaðist 30. desember, 89 ára
gamal.
Sigast kann um Benny, at hann er av góð
um sambandsbergi brotin. Abbi hansara var
tann »legendariski« sambandshøvdingurin
Andrass Samuelsen, sum endaði sína polit
isku karrieru sum fyrsti løgmaður í Føroyum
1948-50.
Andrass var ættaður úr Haldarsvík, men
gjørdist sýslumaður í Fuglafirði. Tí er Benny
fuglfirðingur, hóast pápi hansara varð
føddur í Havn, tey búðu í húsunum, sum
seinni vórðu Kondittaríið – áðrenn Andras
Samuelsen við familju síni flutti til Fugla
firðar í 1910.
Benny Samuelsen var sonur Lenu og
Steingrim Samuelsen, sum gjørdist sýslu
maður eftir pápan. Benny var elstur av 12
systkjum, 10 brøður og tvær systrar vóru í
systkinaflokkinum.
Sum heilt ungur kom Benny til Havnar í
prentaralæru á Dimmalætting, sum farbróð
irin Georg Lindenskov Samuelsen stjórnaði
frá 1935 til 1981. Hetta var undir krígnum, og
Dimmalætting helt tá til í gomlu prentsmiðj
uni í Erling Jalsgøtu – og áðrenn stóra eldin
í 1944, tá húsini hjá Dimmalætting brunnu í
grund.
Prentarafakið er nógv broytt – og at kalla
øll broytingin fór fram í tíðini, Benny virkaði
sum fjølmiðlamaður.
Tá ið Benny byrjaði var bert talan um
at seta við hond. Bókstavirnir lógu leysir í
einum kassa, og setingin var at taka bókstav
fyri bókstav úr kassanum og seta teir saman
til tekst. Tá liðugt var at prenta skuldu bók
stavirnir leggjast aftur í hvør sítt rúm í kass
anum. Hetta ljóðar tungt, men gekk tó skjótt
fyri seg.
Tað var eitt stórt framstig, tá ið Dimma
lætting í 1947 fekk setimaskinu, har tað
bert skuldi trýtast á ein knøtt fyri hvønn
bókstav eins og á eini teldu. Hvør einstøk
regla varð stoypt í blýggi. Benny gjørdist
so maskinsetari. Tað var í síni tíð tikið til,
hvussu skjótt hann klárari at seta. At seta
við maskinu lætti nógv um. Men korrekturur
skuldi lesast, og var feilur í einum orði, skuldi
reglan setast av nýggjum og fáast upp á rætt
pláss í satsinum.
Nú er einki, sum eitur setari longur. Tey,
sum skriva greinirnar, gera tær samstundis
klárar til at seta upp til prentingina – og
harvið heldur eingin rættlestur.
Í 1970 kom Benny at skriva fyri Dimma
lætting saman við Georg. Hann hevði ein
serligan førleika til hetta arbeiði sum setari.
Setarar dugdu ofta væl at at skriva føroyskt,
tí ofta máttu teir rætta í tekstinum, so hvørt
teir settu, og tí gjørdist málið so gott.
Tað var tí eisini náttúrligt, at Benny gjørd
ist blaðstjóri á Dimmalætting í 1981, tá ið
pápabeiggin Georg legði frá sær. Hetta starv
hevði hann fram til 1995, tá ið hann fór frá
fyri aldur.
Benny giftist við Sofíu, vanliga kallað
Dúddan, f. Petersen, úr Kollafirði. Hetta var
ikki minni fjølment ætt. Tey vóru ikki færri
enn 13 systkin. Hon doyði í 1992.
Tey fingu børnini Lindu, Andrass og
Steingrím.
Tey búsettust í teirra hugnaliga heimi í
Magnus Heinasonargøtu í Havn í húsunum
hjá langabbanum Georg Lindenskov. Georg
í Skrivarastovu var pápi Beatu Lindensekov,
sum gifist við Andras Samuelsen.
Eftir Benny komu fimm brøður hansara
eisini til Havnar í prentaralæru á Dimmalætt
ing, sum gjørdist arbeiðspláss teirra at kalla
ævina alla.
Eftir at Benny legði frá sær sum blað
stjóri í 1995 var hann nevndarformaður í P/F
Dimmalætting, og hann sat eisini í nevndini
á samanløgdu prentsmiðjunum hjá Dimma
lætting og Sosialinum, P/F Prentmiðstøðini,
sum varð stovnað í 2000. Benny sat í nevnd
ini á Prentmiðstøðini so leingi Dimmalætt
ing átti í Prentmiðstøðini frá 2000 til 2010.
Tá hevði Benny Samuelsen verið virkin í før
oyska fjølmiðlaheiminum í 68 ár.
Benny Samuelsen var eisini virkin á ment
anarøkinum, í Sjónleikarhúsinum, hann var
við í fleiri útvarpsleikum og læs eisini fleiri
skaldsøgur í útvarpinum.
Benny Samuelsen hevur verið heilsuveik
ur seinastu tíðina, og hann búði á Boðanes
heiminum, nú hann andaðist.
Benny Samuelsen, høgrumegin, og yngri bróðirin Flemming Samuelsen, sum andaðist í 2012 81
ára gamal. Flemming var prentari á Dimmalætting alt arbeiðslívið. Hann gavst í juni í 2000, tá
prentsmiðjurnar hjá Dimmalætting og Sosialurin vórðu lagdar saman í P/F Prentmiðstøðina
Odny Thomsen
farin
Fødd 31. desember 1948
Deyð 29. desember 2017
Fríggjadagin bórust deyðsboðini av Odny
Thomsen í Havn, ættað av Eiði.
Odny var gift við Tummas Paula Thom
sen, prentara, í Havn.
Nógv havnarbørn kenna Odnu úr for
skúlanum í Sankta Frans skúla, har hon
starvaðist í mong ár.
Vit prenta her brot úr gravtaluni, sum
Theodor E. D. Olsen, prestur, helt við jarðar
ferðina í Vestukirkjuni týsdagin:
»Hon varð doypt í Eiðis kirkju Odnu
Jógvansdóttir Johansen, og foreldrini vóru
fiskimaður Joen Johansen og Jonny Alex
andra Olivia Ellingsgaard, sum tey stóðu
skrivað í kirkjubókini.
Odny giftist Tummasi Paula Thomsen
hin 4. januar 1969 í Havnar kirkju.
Tey búðu í nøkur ár í Hornabø, áðrenn
tey bygdu á Landavegnum.
Tað var rættiliga uttarlaga í býnum tá.
Oddný arbeiddi m.a. við at gera ís hjá
Frants Restorff, men tað er helst serliga
frá fyrst barnagarðinum og ikki minst for
skúlanum hjá Nonnunum í Sankta Frans
skúla, at tey flestu munnu minnast hana.
Odny var fitt í hondunum, og ikki minst við
bindiklubbum, men eisini við øðrum virk
semi var hon ein miðdepil, ið dró fólk at sær.
Tað gava at bíta, tá hon fylti 65, at hon
segði, at hon ikki hevi bjóðað so nógvum
fólkum, men hvussu var og ikki, har var fult
hús, og døturnar fingu nokk at gera, við at
varta upp.
Odny var altíð hjartagóð, og fekk tað
skotsmál, at hon hugsaði altíð um onnur.
At skipa fyri, lá eisini væl fyri, og hon og
Tommy vóru við til at stovna Nýrafelagið,
har tey so at siga skiftust um at vera for
maður og vera nevndarlimir – ofta bæði í
senn – tey fyrstu mongu árini. Í Nýrafelagn
um vóru eisini sosialir aktivitetir sum t.d.
jólahugni, og kravdi tað sítt av nevndini.
Odny kom at stríðast við sjúku tíðliga, og
longu í 1987 fekk hon nýtt nýra.
Tá var tað ikki so líkatil at sleppa í dia
lysu. Antin kundi tú fara í dialysu heima
við hús, og tað kravdi, at onkur av teimum
nærmastu fekk sær somu førleikar sum ein
sjúkrasystir. Alternativið var at flyta niður
til Danmarkar.
Hetta hildu fólk ikki kundu vera rætt, og
við Odny og Tummas Paula í Nýrafelagnum
var farið at tosa við politikarar um málið,
og við tíðini sluppu fólk í dialysu á Lands
sjúkrahúsinum.
Ikki kann sigast annað enn, at Tummas
Pauli hevur verið konu síni hollur hesi árini,
sjúka hevur verið uppií. Ja, tað er helst ikki
ov nógv sagt, at hom helst hevði verið farin
á røktarheim, um hann ikki var har.
Hendan seinasta góða mánaðin vikn
aði Oddný nógv, og lá hon á Landssjúkra
húninum einar 25 dagar. Hon var tó heima
jólaaftan. Hon gleddist um børnini og vildi
sleppa at síggja tey smáu pakka upp, men
sjálv orkaði hon ikki at pakka upp.
Hon fór aftur á sjúkrahúsið, og 29. des
ember svav hon stillisliga inn – hjá henni
vóru maður og døtur, tey nærmastu.
Hóast Odny var sjúk í nógv ár, ber til at
siga, at hon var frísk, hóast sína sjúku.
Positiv var hon, og segði, at sjúkan var
hennara.
Odny og Tummas Pauli áttu trígjar døtur,
Mariann, Jonna og Eyðvør, sjey ommu- og
abbabørn og og eitt langommu- og abbabarn
– og eitt er á veg.«