Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. januar 2018 · Nr. 1 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Eg vil takka øllum tykkum, sum gjørdu 90 ára føðingardagin, sum var 4. Juni, ógloymandi. Somuleiðis vil eg ynskja familju vinum og kenningum eini gleðilig jól og Harrans signing í nýggja árinum. Ynskir Hansa Petersen Oyndarfjørður TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, troyst og stuðul, tá okkara høgt elskaða kona, mamma, omma, dóttir og systur Kirstin Johild Jensen Fødd 31.01.1950 Deyð 16.05.2017 andaðist og var jarðað. Tøkk til stavsafólkið á G4 og Intensiv á Landssjúkrahúsinum, sum vóru so væl um hana hennara síðstu tíð. Tøkk til tykkum sum komu á gátt og veittu hjálp, stuðul og umsorgan. Tøkk til Marjun í Kálvalíð, fyri troystarrík orð heima og í kirkjuni. Tøkk til kirjkutænarar . Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum, sum fylgdu Kirstin til hennara síðsta hvíldarstað. Familjuna vegna Kristjan, Janus, Jona, Jacoba, Jón og Janhild Jona (mamma) og systkin við familju Tøkk Mikkjal Johannes Andreasen f. 16.03.1976 - d. 04.12.2017. Góðu tit øll, sum á ymiskan hátt hava verið um okkum, nú sorgin rakti okkum, tá vit mistu okkara elskaða pápa, bróðir og son. Vit vilja siga tykkum hjartans tøkk fyri umsorgan tykkara, takk fyri vitjanir, telefonprát, sms-ir og facebook heilsanir. Túsund takk fyri allar hjálpandi hendur. Harrin signi tykkum øll. Tøkk til samkomuna í Bethel, tøkk til talarar og øll tey sum vóru um jarðarferðina, uttan tykkum øll, megnaðu vit einki. Harrin signi tykkum fyri stóru hjálp tykkara. Tøkk til tykkum mongu, sum hugsaðu um synir hansara og tykkum, sum fylgdu honum til hansara jarðiska síðsta hvíldarstað. Harrin signi tykkum. Vit ynskja tykkum øllum eitt eydnuberandi 2018 og takka fyri árið, sum er runnið. Vegna tey avvarðandi. Gunnar- Aron- Karina - Asta og Sølvi. TØKK Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum, sum sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi , tá ið elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og systir okkara Osla Jacobsen f. 02.11.41 – d. 08.07.17 var sjúk, andaðist og varð jarðað Takk tit sum luttóku til jarðaferðina við talum, sangi, spæli og praktiskari hjálp og harvið gjørdu løturnar í heiminum, í Betesda og á grøvini so vakrar. Takk fyri vitjanir, heilsanir, bakstur, blómur, kransar og peningagávur til Akurin. Og takk til tykkum mongu sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Vit ynskja tykkum øllum eitt av Harranum signað nýttár. Familjuna vegna Helgi Sámal, Eydna og Annfríð Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, krans, blomur og tit sum á annan hátt hava givið stóra hjálp og stuðul til mín/okkum, til jarðarferðina hjá Poul Sverra Hansen Elskaður og saknaður Mamma, Mary, Anita, Soley og Sæfinn TØKK Hjartans tøkk fái øll tit, sum á allan hátt sýndu samkenslu og vóru okkum uggi, tá okkara elskaði pápi, abbi og verfaðir fór frá okkum. Thomas Esgrim Egholm f: 22.10.1931 d: 30.06.2017 andaðist og varð jarðaður Takk til starvsfólk á G3 á Landssjúkrahúsinum, ið vóru um hann seinastu dagarnar. Tøkk til øll, sum fylgdu honum til seinasta hvíldarstað hansara. Tøkk til prest, sangarar og gravara. Takk fyri blómur og kransar. Familjunnar vegna Joan og Ragnar v/ familju Gleðilig jól og eitt gott nýggjár øll somul.