Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Høllin á Hálsi 21-8. Soleiðis stóð á máltalvuni miðskeiðis í seinna hávleiki, tá hoyvíkingar vóru á vitjan hjá Kyndli leygarkvøldið. Tað sást eisini frá byrjan, at Kyndil hevði munin bæði mentalt og kropsliga. Teir grønu skoraðu og megnaðu upp til fleiri ferðir at steðga álopsmaskinuni hjá H71. Tá tað ikki riggaði, so stóð Jan Pauli T. Johannesen í vegin. Hann spældi ein framúr dyst í málinum hjá Kyndli. -Skuldu taka okkum saman Í hálvleikinum er 14-7 til Kyndil, sum er klárt betri, men enn ber til at bjarga dystinum. Tað vita venjararnir hjá Kyndli eisini, tí halda teir ikki fast, so hevur H71 – nú við Peter Krogh aftur á liðnum - tað, sum skal til fyri at venda slíkum. -Vit tosa um í hálvleikinum, at hetta er ikki bara ein góð støða at vera í, tí nú fer H71 at koma við øllum, sum teir hava í seinna hálvleiki, sigur Julian Johansen, venjari hjá Kyndli. Í skiftirúminum hjá H71 er boðini greið. Teir skulu taka seg saman, men tað stendur ikki við. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki trumlar Kyndil avstað og kemur upp á 21-8. Hesa løtuna er einki um annars mælsku viðhaldsfólkini hjá H71, sum sita innast í hølini. Greipuvinnararnir eru á knøunum og megna ikki at svara aftur. Kyndil vinnur sannførandi 25-13. Tað er helst ótrúliga langtsíðani, at H71 bara hevur skotið 13 mál í einum dysti. -Eg veit ikki hvat sker í dag, men vit spæla ikki hondbólt. Hetta er eyðmýkjandi og pínligt. Eg haldi vit royndu alt, men einki riggaði, sigur Hilmar Leon Jakobsen, og sigur boðskapin í skiftirúminum eftir dystin. -Vit fingu bara at vita, at vit skulu gloyma hendan dystin sum skjótast. Nú kemur steypakappingin og so hugsa vit um tað, sigur kraftmikli spælarin hjá H71. Julian Johansen ásannaði eisini eftir dystin, at hann ikki hevði droymt um at vinnu so sannførandi. -Ja, eg má verða erligur og siga, at hetta hevði eg ikki roknað við. Vit hava fyrireikað okkum væl til hendan dystin. Vit høvdu lisið upp á spælið hjá teimum og megnaðu at steðga teimum, sigur Julian Johansen. Sigurin broytir ikki so nógv upp á stríðið um at koma í FM finalurnar, tí har eru framvegis seks stig millum H71 og Kyndil. Neistin og VÍF sigraðu eisini Bæði Neistin og VÍF vunnu eisini sínar dystir í FTZ-deildini um vikuskiftið. Neistin vann 26-23 á Team Klaksvík, sum var á vitjan í Havn. Team Klaksvík, sum hevur fekk ein avbera góð byrjan upp á landskappingina, hevur ikki fingið so nógv stig seinastu dystirnar. Tí var heldur ikki væntað tað heilt stóra av teimum, tá vitjaðu oddaliðið. Team Klaksvík megnaði tó at geva Neistanum mótstøðu líka til tað seinasta, men endaði við at tapa við trimum málum. Í Klaksvík iðra teir seg um, at heili trý brotskøst verða brend í dystinum. Í Vestmanna royndir VÍF at hanga í. Tað gjørdu teir við at vinna 27-24 á KÍF, sum aftur hevur Fríða Weyhe í hópinum. Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, segði í samrøðu við Rás2, at tað var týdningarmikið at fáa skil á verjuna, og at tað var avgerandi fyri at vinna dystin. Vestmenningar hava eitt stig færri enn Kyndil, sum er á triðja plássi. Sjey stig eru upp til FM finaluplássið. Nú byrjar steypakappingin og okkurt bendir á, at lið sum Kyndil, VÍF, KÍF og Team Klaksvík ætla at spíla seg út, meðan strandingar eru tiltiknir fyri at spæla best tá. Í landskappingini er ilt at koma uttanum Neistan og H71. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR Sjokk í FTZ-deildini: H71 fekk ein ordans bank í høllini á Hálsi, tá teir taptu 25-13 fyri Kyndli. Tapið fær ikki álvarsligar avleiðingar fyri stigatalvuna, men hoyvíkingar eru alt annað enn nøgdir við avrikið. – Í dag spæla vit slett ikki hondbólt, sigur Hilmar Leon Jakobsen HILMAR LEON: VIT SPÆLA IKKI HONDBÓLT