mánadagur 29. januar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Eg arbeiði í løtuni við einari umsókn, har eg kann frysta mítt visum, soleiðis at eg ikki missi øll
míni ár í Føroyum. Tað sigur ársins ungi leikari í føroyskum fótbólti í 2017, Michal D. Przybylski,
sum hósdagin skrivaði tvey og eitt hálvt ára sáttmála við felag í Póllandi
DREYMURIN UM AT
SPÆLA FYRI FØROYAR
ER IKKI SLEPTUR ENN
André Olsen
Hósdagin gjørdi ársins ungi leikari
í føroyskum fótbólti í 2017, 20 ára
gamli Michal Przybylski, sáttmála
við pólska felagið, Widzew Lodz,
har hann komandi hálvt triðja árið
fer at spæla. Widzew Lodz spælir
dagliga í fjórðbestu pólsku deild
ina, men er søguliga eitt stórt felag
í pólskum fótbólti, sum fýra ferðir
hevur vunnið bestu deildina í
heimligu. Seinast afturi í 1997.
Ynski framvegis at
umboða Føroyar
Tá sáttmáli millum Widzew Lodz
og Michal Przybylski hósdagin var
gjørdur, vóru tað fleiri í Føroyum,
ið útihýstu møguleikanum fyri, at
Michal Przbylski, sum hevur búð í
Føroyum síðani hann var tvey ára
gamal, nakrantíð kann koma at
umboða tað føroyska landsliðið.
Men tað er als ikki sikkurt. Michal
Przbylski hevur framvegis eitt
ynski um at umboða Føroyar, um
møguleikin stingur seg upp.
Í løtuni arbeiði eg við einari um
sókn, har eg kann frysta mítt visum,
soleiðis at eg ikki missi øll míni ár í
Føroyum. Síðani eg var úttikin til U17
landsliðið fyri nøkrum árum síðani,
havi eg havt eitt ynski um at umboða
Føroyar, men havi ikki kunna tað, av
tí at eg ikki havi havt føroyskt pass.
Eg havi gjørt sera nógv fyri at fingið
tað ígjøgnum, men eg eri bert eitt tal
í donsku skipanini, og har eru fleiri
túsund fólk frammanfyri meg, so
hetta er ein long prosess. Eg havi
heldur ikki fingið serliga góða hjálp
úr Føroyum, sum uppá onkran máta
kundi fingið hetta at gingið ígjøgn
um, so tí er tað ikki serliga lætt, sigur
Michal Przbylski, sum tó leggur
dent á, at hann framvegis ynskir at
umboða Føroyar.
Widzew Lodz hevði
vunnið Betri-deildina
Eftir at hava verið valdur til ársins
unga leikara í føroyskum fótbólti
í 2017, fekk Michal Przbylski seint
seinasta heyst landsliðsboð úr
Póllandi, har hann var boðsendur
til venjingardyst hjá pólska U20
landsliðnum móti Portugal. Michal
Przybylski fekk debut á pólska
U20 landsliðnum í november, tá
hann var innskiftur í øðrum hálv
leiki í landsdystinum móti Portu
gal. Michal Przybylski hevur síðani
tá fingið nøkur tilboð úr pólskum
fótbólti, og pólskt føddi føroying
urin, kennir at hetta er rætta tíðs
punktið at fara avstað.
Eg havi havt ein dreym um at
royna meg sum fulltíðarfótbólts
spælara, tí eg havi følt, at tað er
tað sum eg havi brúk fyri, um eg
skal mennast meira sum fótbólts
spælari. Tá eg fekk tilboð frá Wid
zew Lodz, sum søguliga er stórt
felag í Póllandi, ivaðist eg ikki. Veit
at nógv halda, at fjórðbesta deildin
í Póllandi kann ljóða láturligt, men
eg kann siga við fullari vissu siga,
at hetta liðið hevði vunnið Betri-
deildina. Fyrst og fremst er hetta
eitt fulltíðar professionelt felag,
har alt frá leikarum, venjarum,
hjálparfólki og miðlafólki eru
fulltíðar professionell, og felagið
hevur 18.000 áskoðarar til hvønn
heimadyst, so tað er eitt sindur
øðrvísi enn alt heima í Føroyum.
Eisini sleppi eg nú at royna meg
sum fulltíðarfótbóltsspælara, og
royna eitt heilt annað lív bæði á og
uttanfyri vøllin. Tað havi eg altíð
droymt um at roynt, sigur Michal
Przybylski.
Skulu klára tríggjar
uppflytingar uppá trý ár
At talan er um stórt felag í pólskum
samanhangi, sæst, á venjarasíðuni
hjá felagnum. Venjarin hjá Widzew
Lodz,
Franciszek
Smuda,
var
nevniliga landsliðsvenjari hjá Pól
landi fyri fáum árum síðani. Tað
var hann frá 2009 til 2012, har
hann millum annað stóð á odda
fyri Póllandi til EM endaspælið í
Póllandi og Ukreina. Eisini hevur
felagið nýggjar sponsorar, ið ætla,
at Widzew Lodz, skjótt aftur skal
vera partur av bestu pólsku deild
ini.
Venjarin hjá felagnum, Smuda,
var venjari hjá Póllandi til EM í
2012, og hevur havt eina ávirkan,
at eg valdi felagið. Eisini er nýggjur
sponsorur í felagnum, sum er í ferð
við at keypa eitt heilt nýtt lið. Hjá
bæði leiðsluni og sponsorunum er
kravið hjá felagnum, at felagið skal
klára tríggjar uppflytingar uppá trý
ár, og aftur gerast partur av bestu
pólsku fótbóltsdeildini. Í løtuni
liggur liðið nummar tvey í deildini,
men tað er leiðslan ikki nøgd við.
Tí eru fýra leikarar sendir heim
í vetrarsteðginum eftir bert fýra
mánaðir í felagnum, hóast onkrir av
teimum hava spælt í bestu pólsku
deildini. Tað sigur eitt sindur um
trýstið í hesum felagnum, og hetta
er eisini nakað sum ger tað spenn
andi at royna fyri meg. Eitt tilboð
frá hesum venjaranum, felagnum,
nógvu áskoðarunum og stóru mál
setningarnar hjá felagnum, kundi
eg ikki siga nei til, hóast eg hevði
okkurt tilboð úr hægru deildunum
úr Póllandi eisini, sigur Michal
Przybylski.
Tríggir føroyskir venjarar
eiga serliga stóra tøkk
Michal Przbylski, ið hevur búð í
Føroyum síðani hann var tvey ára
gamal, hevur í føroyskum fótbólti
umboða trý feløg. Tey eru B68, NSÍ
og Skála. Hjá honum,
er tað serliga ein úr
hvørjum felagið, ið eigur tøkk
fyri, at hann sleppur at royna seg
sum fulltíðaryrkisspælara.
Eg havi havt nógvar venjarar
sum hava hjálpt mær, síðani eg
byrjaði at spæla fótbólt sum seks
ára gamal. Havi lært frá teimum
øllum, og allir eiga part í, at eg nú
sleppi at royna meg í pólskum fót
bólti. Havi tó verið í trimum før
oyskum feløgum, har tað serliga
er ein úr hvørjum felag, ið eigur
serliga stóra æru. Í B68 er tað
Jóhan Petur Poulsen, sum við
fleiri
hundrað
eykavenjingum,
lærdi meg at spæla og at hugsa
fótbólt, og veruliga gav mær hugin
til fótbólt. Í NSÍ er tað Egil Olsen,
sum var tann, ið fekk meg uppí
vaksnamannafótbólt. Hann trúði
uppá meg, hóast eg var yngst og
minst, og skifti
meg runt á øllum
plássunum, soleiðis at eg altíð
spældi, tí hann trúði uppá, at eg
kundi gera tað líka so gott á øllum
plássunum. Eisini Pauli Poulsen á
Skála eigur serliga stóra tøkk. Hann
hevur fingið meg at hugsa meira
frameftir, og at vera meira bein
leiðis, og gav mær ein leiklut, sum
var høvuðsorsøkin til, at eg eftir
kappingarárið í 2017 var valdur til
ársins unga leikara í føroyskum fót
bólti, sigur Michal Przbylski.
Michal Przybylski byrjar longu
í komandi viku í pólska felagnum,
Widzew Lodz, har hann altso hevur
ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála.
andre@sosialurin.fo
Michal Przybylski: