Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. november 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 209 - 2. november 2004 Nr. 209 - 2. november 2004 39 Sjónleikurin, Fólk og dólg- ar í Kardamummubýnum, er nú aftur at síggja á palli í sjónleikahúsinum í Havn. Einki er at ivast í, at nógv børn kring alt landið við stórum spenningi síggja fram til at síggja hendan, og líka lítil ivi man vera um, at eins nógv foreldur gleða seg til til leikin. Talan verður sjávlandi um teir tríggjar, Kaspur, Jaspur og Jónathan. Suffíu mostur. Sebastian og nógv, nógv onnur, sum fara at vísa, hvussu lívið nú einaferð er í kardamummubýnum. Í blaðnum í morgin verður stórt ummæli av leikinum, sum ivaleyst man teljast millum best umtóktu barnaleikir, sum hava verið á palli her á landi. Dólgar í miku- dagsblaðnum Kaspur, Jaspur og Jónathan hava úr at gera. Í øllum førum, tá teir skulu hugsa um, hvussu teir klára seg best við at gera sum minst Mynd: Jonhard Hammer GUDS ORÐ Árni Helmsdal Seinastu 20 árini hava vit - onkuntíð við millumbilum - savnast um Guðs orð í Odense á móðurmálinum. Tí móðurmál er hjartamál. Vit byrjaðu ikki í 1984, tí skaldsøgan hjá George Orwell skuldi fara fram tá, og at vit gjarna vildu hava ein at halda okkum til, sum var yvir Big Brother. Bæði í Odense og í mongum øðrum býum her á flatlondum var stór anda- lig signing millum føroy- ingar í teimum árunum, tá Føroyar vóru í tungari aldu fíggjarliga - eisini tí so nógv fluttu hendanvegin, og at mong ikki fluttu heim aftan á loknan lesnað. Seinastu árini hevur tað ikki verið so nógv; men tað er kortini altíð ein gleði at savnast um Guðs orð á móðurmálinum. Tað riggar eisini best at luta andaligan humor á móður- málinum. Tá eg hugsi um hesi 20 árini við felags- skapi um Orðið á før- oyskum, so síggi eg tað sum glottar. Til dagligt eri eg í donskum umhvørvi og tosi danskt til arbeiðis og í kirkju/samkomu, tað er heldur enn ikki strævið onkuntíð, og so er tað sum at koma heim at sleppa at hoyra orðið og at sleppa at syngja og biðja á føroyskum. Hesi árini hava vit fyri tað mesta savnast heima hjá teimum ymsu í og utt- an fyri Odense - í 80´unum var Rasmus Rask kollegiið nærmast miðdepulin fyri andaliga verkið millum føroyingar her í Odense. Eysturoyggin hevur verið høvuðssponsor av fólki til bíbliutímarnar í Odense, Klakksvíkin og Havnin hava verið nøku- lunda javnar, og so hava nøkur fá verið aðrastanis frá - jú, jú, nakrir suðringar eisini. Tá vit hava havt fundir og okkurt stórt tiltak, hava vit lánt onkran skúla ella Pinsa-, Baptist- ella Metodistkirkjuna. Leygardagin 6. novem- ber klokkan 15 30 hava vit ein evangeliskan fund í sambandi við 20 ára haldið. Vit savnast í teimum høl- unum, sum vit oftast hava fingið innivist í hesi árini: í missiónshúsunum hjá Luthersk Missión, Vester- bro 9 B mitt í Odense. Tú skal inn gjøgnum eitt skot (trongt portur?) mill- um Parykhuset og Pizzaria Italiano (har Søndergade kemur út i Vestergade/- Vesterbro). Tú skalt ikki lata teg forskrekkja av ein- um tveimum messingskelt- um, sum siga: Privat - ad- gang forbudt for uved- kommende. Tað er grann- skoðarin, sum eisini húsast har, sum hevur keypt hesi skeltini. Eingin er óvið- komandi, tá tað snýr seg um at hoyra Guðs orð, og tú ert eisini sera vælkomin til drekkamuðin ein skerpi- kjøtsbita ella tveir og prátið aftaná. Sami grannskoðarin hevur eisini sett píkatráð á garðin kring parkerings- plássið aftan fyri, so har ber heldur ikki til at klatra upp- um - einasta gongda leiðin er tronga portrið... Øll hesi 20 árini hevur Øssur Berghamar vitjað og uppmuntrað okkum her í Odense, og hann verður eisini við tann dagin saman við øðrum úr Kristnastovu. Páll Dam Hansen var eisini við fyrstu 5-6 árini, og hann er eisini við leygardagin. Býrt tú Í Odense ella kemur framvið tann dagin, ert tú sera vælkomin at støkka inn á gólvið. Eg eri annars at hitta á 65 96 13 73 ella 30 25 13 73 arni- helm@post.tele.dk ES. Eg haldi, at kjøtið kemur úr Kunoy. 1984 - 2004: Føroyingar savnast um Guds orð í Odense í 20 ár Týsdagin 02.11. kl. 2000 Týsdagin 02.11. kl. 2230 Mikudagin 03.11. kl. 2000 Mikudagin 03.11. kl. 2230 Hósdagin 04.11. kl. 2000 Hósdagin 04.11. kl. 2230 Týsdagin 02.11. kl. 1930 Mikudagin 03.11. kl. 1930 Hósdagin 04.11. kl. 1930 – Seinasta sýning HAVNAR BIO ✰ Tlf. 3119 56 ✰ www.bio.fo Týsdagin 02.11. kl. 2200 Mikudagin 03.11. kl. 2200 Hósdagin 04.11. kl. 2200 – Seinasta sýning P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. KOMANDI FILMAR Frumsýning fríggjadagin 05.11 Frumsýning fríggjadagin 05.11 C M Y K 39 38 KFUM og KFUK í Havn Týsdagin: Várgleði fyri børn. Filadelfia Landavegur 22 Í morgin kl. 17 Bøn fyri býnum og Ísrael, kl. 19 Delli. Fríggjadagin kl. 20 Ungdóms- møti. Leygardagin kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/ Tummas Jacobsen, kl. 11.50 Sunnudagsskúli og ABC v/ Onnu Guttesen, evnið er: Umsorgan 1. partur, kl. 18 Missiónsmøti v/ Jens og Malenu Meitilberg. Mánadagin kl. 20 Bønar- skúlin. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. Telefonin svarar man-frí frá 8-16. www.filadelfia.fo Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Hósdag kl. 20 Taizé-kvøld (bønarstund við sálmasangi úr Taize) í bønarrúminum hjá Franciskanasystrunum,Varða- gøta 16. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa/ Finn Arvé prestur í Mariu- kirkjuni. Aftaná verður kirkju- kaffi. Sunnudagsskúli kl. 14. Frelsunarherurin, Tórshavn Mikudag kl. 15 Bønarmøti. Mennirnir samlast kl. 19.30. Hósdag einki Heimaforbund, men stór Árasøla sum byrjar kl. 19. Øll eru vælkomin at stuðla. Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Awake við Jastrid Høj. Sunnudagin kl. 17 Møti við Tummas Jacobsen, Lee Hjaltalin syngur. Mánakvøldið 8. nov. kl. 21. Felags Bønarmøti við lovsangi. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera við drekkamunni verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30. Birgir Poulsen talar. Evnið: Bíbilskar meginreglur, sum økja persónliga lívsvirð- ið. Øll eru hjartaliga væl- komin. Ísraelsfundur á Kambsdali Í kvøld kl. 19.30 heldur Jørn Nielsen úr Danmark al- mennan fyrilestur í Kafeteria í Ítróttarhøllini á Kambsdali um evnið: Støða Ísraels í mið- eystri í dag. Øll eru vælkom- in. Sangbólkur í Eysturoynni syngur hebraiskar sangir. Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 20 Ungdóms- møti. Sunnudagin kl. 10 Morgun- møti, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 18 Møti. Betesda, Norðoyggjar Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð Harrans, kl. 12.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. fundur. Mánadag kl. 20 Bønarfundur. Mikudag kl. 20 Uppbygging- arfundur. Hósdag kl. 21 Ungdóms- fundur. Missiónshúsið í Skopun Mikukvøldið kl. 20 Bíbliu- tími, Áps. kap. 13. Hóskvøldið kl. 20 kemur Sjó- manskvinnuringurin saman. Mint verður á jólapakkarnar. Verið hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Týsdagin kl. 17 Juniormøti, kl. 20 Heimaforbundið. Evangeliskur fundur í Ålborg Leygarkvøldið 6. nov. kl. 19 Evangel. fundur í Daghammerskjolds gade 2, Ålborg. Talarar: Brøður úr Malta Hirtshals og onnur við. Eftir fundin bjóða vit kaffi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 1. november kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-17 Vit hugsa um jólini kl. 14-17 Kortspæl, telving, landastrok, bobbspæl, dart og onnur spøl. Møguleiki er at koma sum gestur til døgurðan miku- og fríggjadagin. Tilm. tlf. 316491 Týsdagin 2. november kl. 10.00–11.30: Vit syngja. Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15.00: Frálæra í nýtslu av gongustavum, Marita Tórsheim, fysioterapeutur Mikudagin 3. november kl. 10.00–13.00: Matgerð. Anne Grethe Harlou kl. 12.00: Døgurði kl. 15.00-17.00 Ágrýtin og gamal. Orðaskiftið við komandi býráðspolitikarar undir heitinum: »Vegamót har árini hittast« kl. 17.00–21.00: Opið hús Hósdagin 4. november kl. 10.00–10.30: Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 11.00–11.45: Eingilskt taluprát, Ásmundur Johanne- sen kl. 14.00–17.00: Telduprát kl. 14.00–16.00: Boccia í kjallaranum Fríggjadagin 5. november kl. 10.00–13.30: Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12.00: Døgurði kl. 13.00–17.00: Opið hús. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Eldrafelagið Kumlá á Skála hevur hugnaløtu í húsum felagsins í kvøld kl. 19. Nýggir limir kunnu tekna seg. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í ólíkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Tilhaldið Hugnin í Sandoy er opið mánadag og mikudag frá kl. 14 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Bløðini eru eisini til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 1. november Vit lurta eftir seinasta brotinum av »Fram við landi« við Dánjal í Klingruni. Dagtilhaldið Fløvi – í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tlf. 448279. Allir pensionistar eru hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag til fríggjadag kl. 15-18. Mánadagin 1. november Alla halgannadag er stongt Týsdagin 2. november: Hugnaløta við burturluting. Mikudagin 3. november: Vit fáa vitjan av lokalum valevnum til kommunuvali Hósdagin 4. november: Myndaveving fyri áhugað v/ Rannvu Gøte. Fríggjadagin 5. november: OPIÐ HÚS. Hvønn dag ein góður drekka- muður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Somuleiðis kort og spøl. Tú ert vælkomin at hava títt egna handarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Evangeliska Røddin, Odense Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Ørkin í Reykjavík Møti hvørt sunnukvøldið kl. 20.30. Leygarkvøldið 6. nov.: Hugnakvøld v/ Bjarna Bæk, dómprósti. Sunnudagin 7. nov. kl. 15.00: Gudstænasta í Háteigskirkju v/ Bjarna Bæk, dómprósti. Aftaná verður kaffi á Ørkini. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót- ing. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøldið kl. 19 í kjallaranum í Elias- kirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Sunnudagsskúli er í Elias- kirkjuni hvønn sunnudag kl. 14 í kjallaranum og kl. 11 í barnarúminum á Oyrasunds- kollegiinum, Dalslandsgade 8 á Amager. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32969995 ella Róa Rasmussen tlf. 32886480. E-mail: ek_fo@get2net.dk Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll oman fyri 60 ár eru væl- komin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri bókafundur Mikudag: kl. 20.00–21.00 Stiga- og siðafundur Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: Opin fundur kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og kl. 22.30-23.30 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ TILTØK Brúdleyp Leygardagin 6. november giftast í Esbjerg Kristine Emig, dóttir Susanne Emig, Esbjerg og Arni Weihe, Hósvík, son- ur Johan Weihe, Funning og Herdis Weihe, Strib, Fyn. Brúdleypsadr.: Matrosvænget 93, Hjerting, 6710 Esbjerg. Silvurbrúdleyp 13. november hava Klara og Torfinn Hansen, Leirvík silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í heiminum 13. novem- ber kl. 19.00. 24. nov. hava hjúnini Kristina og Andras Nybo, Hósvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík leygarkvøldið 20. nov. kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í silvurbrúdleyp, kunnu tekna seg á tlf. 422435 ella 214416 til og við 7. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 6. november kunnu hjúnini Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen, Klaksvík halda gullbrúdleyp. Tey eru stødd hjá dóttrini á Argjum, har opið hús er frá kl. 16.00. Adr. Reynstún 31, Argir.