Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31.januar 2017 · Nr. 13 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Nú stendur greitt fyri teim flestu, at høv­uðsætlanin hjá »el­it­uni« í sam­gong­uni er at skapa kon­front­ a­tión í ríkinum, nú tann so­kall­aða »stjórn­ar­skip­anin« skal sendast til fólka­atkvøðu... Soleiðis byrjar Báður Nielsen, for­maður Sambandsfloksins, les­ar­ a­bræv, har hann heitir á løgmann um at »traðka í kar­ak­ter« og seta hand­an ó­argaliga Arge­mann­in á Fólka­tingi upp á pláss. Sum vit hava nevnt fleiri ferð­ ir, so er orsøkin til, at Magni Arge gart­er­ar so tann einfalda, at hann er tjóð­veld­is­mað­ur. Somu­leið­is er orsøk­in til, at Bárður Niel­sen loyp­ ur á, at hann er sam­bands­mað­ur. Tjóðveldisfólk og sam­bands­fólk elska at klandrast um rík­is­rætt­ar­ ligu viðurskiftini. Og ein partur av hesum er at skjóta øðrum flokkum ivasom motiv í skógvarnar. Men hetta eru bara lótir. Hvørg­ in parturin meinar nakað við tað. Bárður Nielsen veit útmerkað væl, at Aksel V. Johannesen ikki fer at loysa Føroyar úr danska ríkinum. Men kortini staðfestir Bárður Niel­ sen, at »hetta er fyrsta stigið til at taka Føroyar úr ríkinum«. Sum um eitt lítið privat stunt á Fólka­tingi er eitt »stig hjá sam­gong­ uni at loysa Føroyar úr rík­i­num«. Hetta er jú tað reina tvætl. Og tað veit Bárður út­merk­að væl. Men kanska tað riggar at vill­leið­a onkr­ ar flákr­andi sál­ir. Løg­ið er tað, at politikarar hava sum út­gangs­punkt, at veljarin er býttur. Bárður Nielsen veit eisini, at egni formaður hansara í Danmark, Lars Løkke, út­merk­að væl veit, hvat før­ oyskur politikkur gongur út uppá. Í mun til aðrar danskar pol­itikarar, so kennir hann føroyskan pol­itikk út í æsir. Hann veit eisini, hvussu lítið hatta stuntið hjá Magna hevur við støðuna hjá Før­oy­um sum heild ella hjá lands­stýr­i­num at gera. Løkke hevur – sum Bárður Niel­ sen sigur, fleiri ferðir staðfest, at sjálvs­av­gerð­ar­rætt­urin er hjá Før­ oya fólki. Tá sjálvt Bárður Niel­sen sigur tað, so eru allir før­oysk­ir pol­ itikarar samdir um tað, tí í hesum máli man hugsan Sam­bandsfloksins vera lægsti fel­ags­nevn­ari. Bárður Nielsen eigur at skifta taktikk. Hann burdi ikki mjarrað so illa og ikki verið so negativur um alt. Sjálv­andi skal hann ikki bara halda, at alt er gott, sum lands­stýr­ ið ger. Men Bárður Nielsen hev­ur allar møguleikar at seta Sam­bands­ floks­ins fingramerki á politikkin. Bæði viðvíkjandi stjórnarskipan, pensjónsskipan og øðrum við. – Ger sum Jógvan Skorheim. Fá tær ávirkan, tí samgongan hevur ikki meiriluta. Tað er bara ein spurningur um at vera positivur og um at vilja nakað framá. Sum Oluf Palme segði á sinni: »Politikkur er at vilja broyt­ ing­ar«. Fær tí upp í kampin Bárður! Við at vísa gott politiskt tev fær Bárður stóra ávirkan Far við í kampin Bárður Fost­ ur­tøka – kunnu vera errin Sjúrður Skaale Kjak síða 15 Onnur loysn ikki ljóskurvar Heini Olsen Kjak Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! 1. februar 2018 hevur Hendrik Andr­easen 40 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric. Tey fyrstu árini starvaðist Hendr­ik sum elektrikari, men síðani tíðliga í 80'unum hev­ur Hendrik starvast sum el in­stall­atør hjá Pf. Leif Mohr og síðan hjá Pf. LM Elec­tric. Hendrik er útbúgvin elek­trik­ari. Hann fór í læru hjá Tórshavnar Skipasmiðju og var útlærdur í juni 1976. Eft­ir hetta fór Hendrik at lær­a til installatør í Odense, og tók hann installatørprógv í jan­uar 1978. Í sínum langa arbeiðslívi hjá LM hevur Hendrik, sam­ an við øðrum, havt ábyrgd av nógv­um av Føroya størstu el­inn­legg­ingum. Nevnast kunnu til dømis frá byrjan av Norð­ur­landa­húsið, Hot­ el Før­oy­ar, Svimji­høll­in í Gunda­dali, ym­isk flaka­ virk­ið, Før­oya Handilsskúli, Brun­a­trygg­ing­in, Dimma­ lætt­ing, SMS, Albert Hall, Eik Bankar, Skúl­in við Løgmannabreyt, Bank­nord­ ik, SEV og nú ikki minst, - Glas­ir í Marknagili. Hendrik er 64 ár og ætt­ að­ur úr Haldórsvík, sonur Ed­vard og Piddu. Hendrik hev­ur fimm systkin, Henry, Christ­ian, Helena, Marianna og Andr­ea, sum tíverri ikki er mill­um okkum longur. Hendr­ik er føddur og upp­ vaks­in í Haldórsvík. Familjan hev­ur stóran týdning fyri Hend­rik. Hann hevur stóran á­huga fyri børnunum, og er ofta við til tiltøk hjá teimum, bæði til ítrótt, tónleik og annað. Hendrik er sera áhugaður í seyði. Nógv av sínari frítíð nýt­ir Hendrik til at rokast við seyða­haldi, og líknandi í heim­bygd­ini og í Tjørnuvík. Nátt­úran hevur hansara stóra áhuga, og oftani er hann túrar í føroysku fjøll­u­ num um summarið. Hendrik hevur nógvar dygd­ir. Hóast sera lítillátin, ger hann altíð sítt arbeiði til lít­ar. Hendrik er altíð til reið­ ar at hjálpa, og við sínum dugn­a­skapi og arbeiðssemi hava bæði kundar og starvs­ fel­ag­ar stórt álit á Hendrikki til stóra gleði hjá fyritøkuni. Við 40 ára royndum er hann eisini ein góður stuðul hjá bæði lærlingum og starvs­fel­øgu­m. Hendrik Andreasen 40 ára starvsdag hjá LM Electric Maria Lützen fram­sýning í Rib­ ar­húsi frá 1. til 21. februar Ferniseringin verður í morg­ in, hósdagin klokkan 16. Hon er ættað úr Oynd­ar­ firði, búsitandi í Svínáum. Hev­ur frá barni av dámt sera væl at tekna. Maria byrjaði at mála við olju fyrst í 70 unum. Fór at brúka akrylmáling í átt­ati áru­num. Hon málar mest nátt­úru lýsingar og hev­ur ver­ið við á nógvum fram­ sýn­ing­um saman við øðrum. Hon hev­ur eisini sýnt fram einsa­møll. Hon hevur eisini roynt seg við abstraktum mynd­um. Maria sigur um sjálva seg: – Fyrstu ferð eg var við á eini fram­sýning, var eg trett­ an ára gomul, har eg lut­tók við tekninum til fram­sýn­ing hjá Amnesty Int­er­nat­i­onal. Síðan luttók eg fast á páska­ fram­sýningini hjá Lionsclub í Runa­vík í fleiri ár. Annars havi eg verið við á framsýning hjá Skót­unum í Runavík, síð­ ani tey fóru undir hetta tiltak. Annars á hesum støðum: Føroya banki, Strendur Á stevnum á Skála, í Klaks­ vík Í Oyndarfirði, Müll­ers pakkhús, SMS, Ólav­søku­fram­ sýn­ing­ini í Listaskálanum og Smiðjuni í Lítluvík. Tað, sum eg kann siga um fram­sýningina í Ribarhúsi, er, at hetta eru málningar mál­aðir við akryl máling, og eru teir í ymiskum støddum. Máln­ingarnir vísa mest lands­ løg í Føroyum, tó er okkurt skip við eisini. Tað, sum eg hugsi mest um, tá ið eg máli, er sam­an­spæl í lit­um og ljósi. Maria Lützen sýnir fram í Ribarhúsi Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Hendrik Andreasen, Haldórsvík