týsdagur 30. januar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Onkuntíð hevur verið sagt,
at ein handil við fiskavørum
í Føroyum hevur onga fram
tíð, tí føroyingar vilja ikki
keypa fisk og fiskavørur. Teir
handlar, sum burtur av hava
selt fiskavørur í Føroyum
gjøgnum tíðirnar, hava ikki
havt lív lagð, tí keypsáhugin
hevur verið ov lítil.
Hugburðurin
hevur
kanska verið, at fiskur er
nakað, sum maðurin, sonurin
ella onkur í familjuni taka
í land við sær, tá teir koma
aftur av skipi ella báti.
Tað er tó ikki hetta, sum
tey hjá føroyska framleiðara
num, Norðfra í Leirvík, upp
liva.
- Eftirspurningurin eftir
fiskavørum veksur støðugt,
og hjá okkum er tað serliga
raspað
hýsu-og
toskaflak,
fiskafrikadellur, ræstur fiskur
og kalvi, sum fólk spyrja eftir.
Jógvan Martin Hansen
vísir á, at Norðfra eisini
hevur nógvar aðrar fiskavør
ur í sínum útboði, sum før
oyska húsmóðurin vil hava.
- Tað eru ávísar vørur,
sum selja alt árið, og síðan
eru tað aðrar, ið líka sum eru
meira knýttar at árstíðini.
Her er eitt nú talan um kalva
og laks, sum serliga verður
keypt í samband við kon
firmatiónir, merkisdagar og
høgtíðir, sigur hann.
Tað er kanska heldur ikki
so vanligt at eta ræstan fisk
í brennandi sól á hásumri,
men kanska meira í tí
kaldaru tíðini av árinum.
450.000 frikadellur
Søluleiðarin
hjá
Norðfra
vísir á, at virkið í fjør seldi
umleið 450.000 frikadellur
og eini 150.000 knettir.
- Men, taka vit okkara
fiskavørur undir einum og
hyggja at samlaðu nøgdu
num, er tað serliga raspað
hýsu-og toskaflak, sum selur
ógvuliga væl.
Jógvan Martin Hansen
sigur, at nøgdin av raspaðum
hýsu-og toskaflaki liggur um
1,5 til tvey tons um vikuna, og
hetta fer alt út til føroyskar
handlar, matstøð og før
oyskar brúkarar kring landið
annars.
- Tað eru eisini fleiri
stovnar, sum keypa okkara
fiskavørur,
og
vit
hava
ókeypis útkoyring, tá keypt
verður fyri ávíst krónutal.
Søluleiðarin vísir á, at í
løtuni hanga nakrar túsund
fiskagreipur uppi í Leirvík,
sum nú eru klárar at selja.
- Vit hava altíð tær vanligu
fiskavørurnar á goymslu,
og vit plaga eisini at hava
ymiskar
meira
serstakar
vørur í útboði, sigur Jógvan
Martin Hansen.
Lomvigi fyri
160 krónur
Einaferð í fjør lýsti Norðfra
við skrædlaðum lomviga fyri
160 krónur stykki, sum má
sigast at vera rímiliga væl
”betalt” fyri ein skrædlaðan
fugl.
Hetta var lomvigi, sum
virkið
og
matvørufram
leiðarin
í
Leirvík
hevði
keypt úr Íslandi, og sagt var
úr Íslandi, at hetta var fleyg
aður fuglur.
- Eg kann ikki leggja høvd
ið á blokkin fyri, um fuglurin
var fleygaður ella veiddur á
annan hátt. Men, tað vóru
fleiri, sum - hóast trivaliga
prísin - vildu keypa sær ein
smakk av lomviga aftur, og
vit seldu allar fuglarnar, sum
vit í hesum umfari keyptu
heim.
Jógvan Martin Hansen
heldur, at Norðfra keyptu
einar 2000 skrædlaðar fuglar
úr Íslandi, sum allir vórðu
seldir.
- Í løtuni hava vit ongan
lomviga á goymslu, men eg
vænti, at vit fara at keypa
nakrar fuglar heim aftur úr
Íslandi, tá høvið býðst aftur,
sigur hann.
Veksandi í Danmark
Norðfra hevur tvey fólk
í starvi í Danmark, har
virkið eftir bílegging um
heimasíðuna - www.nordfra.
dk - selur og koyrur føroysk
ar fiskavørur kring um Dan
mark, har landafast er.
Haraftrat hevur Norðfra
nú sínar fiskavørur í Kvickly
handli í Roskilde.
Jógvan Martin Hansen
sigur, at goymslan hjá felag
num í Danmark liggur í Få
borg á Suðurfjóni, og tað er
haðani, at bíløgd vøra verður
koyrd út um landið.
- Vit eru eitt nú hvønn
mikudag í Keypmannahavn,
og vit eru hvørja viku í
Norðurjútlandi
og
aðru
hvørja viku í Suðurjútlandi.
Vøra, sum verður bíløgd
dagin fyri, at koyrt verður út
á ávísu støðini, eru longu hjá
keyparanum dagin eftir. Vit
koyra vøruna til dyrnar, og
keyp yvir 800 krónur gevur
ókeypis útkoyring í Dan
mark, sigur søluleiðarin hjá
Norðfra.
Seldu 450.000 frikadellur
til føroyskar familjur í fjør
- Tað er ikki rætt, at føroyingar ikki vilja keypa fisk og føroyskar fiskavørur. Hetta er ein
veksandi marknaður, sigur søluleiðarin hjá Norðfra í Leirvík, Jógvan Martin Hansen
Í fjør seldi Norðfra 450.000 frikadellur og umleið
150.000 knettir í Føroyum. Tað er tó raspað hýsu-
og toskaflak, sum mest verður selt av
Her hongur góður ræstur fiskur í Leirvík, sum er ein av høvuðsvørunum hjá Norðfra
- Tað vóru fleiri, sum vildu sleppa at smakka lomviga
aftur, tó at prísurin var 160 krónur fyri skrædlaðan fugl