Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Hóast lógin um fyristing av sjófeingi fór at virka á nýggj­ árinum, so er hon ikki full­ fíggjað enn. Fyri at lógin skal virka og landskassin fáa ætlaðu milljónirnar fyri at summi sleppa at gagnnýta sjófeingi, so skal ein lóg afturat sam­ tykkjast – lógin um veiðu­ gjald. Kortini er tað so, at tað sum verður veitt áðrenn lóg­in um veiðugjald kemur í gildi, tað skal gjalda sama gjald, sum higartil hevur verið galdandi fyri tey størru fiska­sløgini. Lógin er løgd fram og hevur fingið 1.viðgerð og er nú í vinnunevndini. Nevnd­ in hevur ásannað, at hon ikki megnaði at viðgera lógini innanfyri galdandi tíðar­ freistir og hevur biðið um longda freist at leggja álit fram. Páll á Reynatúgvu, ting­ for­maður hevur játtað hes­ um og hevur sett freistina til 16. februar. Tingið kemur samanaftur miku­dagin 7.februar og sama dag hevur vinnunevndin fund, har júst málið um veiðu­gjald er fremst á dags­ skránni. Trupult var at fáa lógina um sjófeingi samtykta og tað er onki sum bendir á, at lóg­in um veiðugjald sleppur lættari gjøgnum tingið. Uppskotið frá lands­ stýrismanninum við fiski­ vinnu­málum, Høgna Hoydal, hevur longu fingið nógvar nei­ligar viðmerkingar frá vinnu­ni. Sjálvt uppskotið Uppskotið til lógina um veiðu­gjald var lagt fyri tingið 3.november. Upprunaliga var ætlanin helst at tað skuldi viðgerast samstundis, sum lógarupposkotið um fyri­ siting av sjófeingi. Hetta vísti seg tó illa at lata seg gera og tí var avgjørt at útseta viðgerðina til eftir ársskiftið. Í fyrstu lógargreinini stend­ur at: § 1. Rættindahavari, sum hevur ræðið á rættindum, sum Føroyar ráða yvir, sam­ bært løgtingslóg um fyri­ siting av sjófeingi ella reglum sam­bært hesi lóg, skal rinda veiði­gjald til landið. Hetta er ein staðfesting av, at tey sum hava rættindi at fiska, ikki hava ognarrætt til tilfeingið, men skulu rinda fyri hendan rættin í lands­ kassan. Upprunaliga setti sam­ gongan sær fyri, ein skipan við veiðigjaldi skal setast í verk, so at øll, ið hava og gagnnýta føroysk fiski­rætt­ indi, skulu lata landinum eitt gjald. Í grein 13, um fyrisiting av sjófeingi er staðfest, at rættindahavari skal gjalda til­feingisgjald, ið samsvarar við tilfeingisrentuna. Hetta tilfeingisgjaldið kann vera antin sum gjald av­ gjørt á uppboði ella veiði­gjald, sum avgjørt í hesi løg­tings­lóg. Veiðugjaldið hongur sam­ an við búskaparliga fyri­brig­ d­i­n­um tilfeingisrenta. Tað er tað avlop, ið er eftir, tá ið kapi­talur og arbeiðsmegi eru lønt í samsvari við avkast til kapital og løn til arbeiðs­megi í øðrum vinnu­greinum. Tilfeingiisgjaldið ella veiðu­gjaldið er tað gjald, sum eigarin av tilfeinginum – í hesum føri landið – tekur inn av tilfeingisrentuni. Ein skatting av tilfeingis­ rentuni ella av eyka stórum vinn­ingi av fiskiskapi, kann ikki samanberaast við van­ ligan partafelagsskatt. Tilfeingisgjaldið kann dragast frá í skatti hjá felag­ num ella persóninum sam­ bært vanligu skattalógini. Eyka skipan Fyri at fáa eina slíkan at virka, so er neyðugt at gera ein serligan tilfeingis­rokn­ skap fyri bólkar av feløgum, sum eru undir skipanini. Í lógaruppskotinum verð­ ur sagt, at eyka stórur vinn­ ing­ur verður gjørdur upp so­leiðis: -Inntøkur frá sølu av fiski (og vøru, sum er virkað um­ borð) − Rakstrarkostnaður av fiskivinnurakstri (ikki rent­ ur, men íroknað hýrur) − Avskrivingar (10% av nettosølu) − Roknað avkast av netto­ sølu (10% í rakstrar­avkasti) - Eyka stórur vinningur ella “roknað avlop” Hendan uppgerðin skal so taka støði í rakstrar­ kost­naðinum, sum feløgini hava fyri at fáa hendur á til­feinginum – ella rættari fiski­num. Alt hetta verður gjørt so­leiðis at miðaltøl verða gjørd fyri fýra ymiskar veiðubólkar. Bólkarnir eru hesir: 1) Fiskiskapur eftir upp­ sjóvarfiski á øllum leiðum. 2) Fiskiskapur eftir botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard og svartkalva við Vesturgrønland og rækjum á øllum leiðum. 3) Fiskiskapur eftir botnfiski við troli aðrastaðni enn í Barentshavinum og við Svalbard. 4) Fiskiskapur eftir botnfiski við øðrum reiðskapi enn troli aðrastaðni enn í Barents­ havinum og við Svalbard. Avreidda nøgdin verður brúkt sum grundarlag fyri at áseta veiðigjaldið. Við hesum rinda rættindahavararnir eft­ir, hvussu nógv verður tik­ ið úr fiskastovnunum. Í uppskotinum verður eisini sagt, at rættinda­hav­ ar­arnir skulu lata 70 prosent av eyka stórum vinningi. Hetta er tað, sum er omanfyri tey gjøld, sum annars eru ásett, av­skriv­ ingar og vanligan vinn­ing. Tað vil siga, at tað sum er meira enn vanligi vinn­ing­ urin verður býtt so­leið­is at landið fær tey 70 prosentini og vinnan 30 prosent. Tað vil altíð vera ymiskt, hvussu stórt avlop hvør ein­stakur rættindahavari megnar at framleiða, eisini sjálvt um øll virka undir somu reguleringum og optimal­um fyritreytum. Tí verður ikki mett rætt at taka inn 100 prosent av eyka stóra vinninginum. Út frá hvat kann roknast við av spjaðing í inn­tøkunum hjá einstøku rætt­inda­havar­ un­um, verður mett, at ein við at taka 70 prosent av eyka stóra vinninginum tekur hædd fyri hesi spjaðing. Inntøkurnar frá veiðu­ gjaldi­num høvdu verið einar 300 milljónir krónur Vinnunevndin í holt við rættindagjøldini Næsta politiska avbjóðingin í tinginum er at gera av, hvussu nógv skal gjaldast fyri fiskivinnurættindini Høgni Hoydal, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur lagt fram uppskot um veiðugjald