Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt sýnda samkenslu, umsorgan og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Ane Elkjær Hansen fødd 03.06.1930 – deyð 06.06.2017 andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólkini í heimatænastuni og á Vesturskin fyri góða umsorgan hennara síðstu ár, somuleiðis takk fyri løtuna, tá hon varð borðin út. Takk til prestar, og øll tykkum sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk fyri blómur, kransar og peningargávur til Missiónshúsið Tabor, og takk til øll tykkum sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Somuleiðis vilja vit ynskja øllum eitt gott nýggjár, og “Guds fred”. Heilsan við Jesaja 54,10 Om også bjergene viger, og også højene rokkes, min kærlighed viger ej fra dig, min fredspagt rokkes ikke, så siger Herre, din forbarmer. Familjurnar vegna Hans Olav, Karen og Johan Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá góða mamma, omma, og langomma okkara Anna Louisa Joensen, f.Weihe f.01-07-1916 d.11-10-2017 andaðist og fór til gravar Tøkk til Berg prest fyri góð, og troystarrík orð, Somuleiðis takka vit kirkjutænarum og sangarum. Eina serstaka tøkk fáa tit øll á Kristianslon, ið hava fjálgað um Annu frá fyrsta degi. Vit takka fyri blómur, kransar, heilsanir og køkur til ervið. Stóra tøkk fáa tit øll, ið mintust Annu og fylgdu henni til hennara seinasta hvildarstað Margreta, Kári, Katrin og Jóhann TØKK Vit vilja hjartaliga takka øllum ,sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu tá mamma, verðmamma, omma og langomma okkara Halgerð Andreasen f.4 novembur 1931-d.20 desembur 2017 andaðist og varð jarðað Ein serstøk tøkk til starvsfólki á Giljagarði Takk til tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervið Takk til kirkjutænarar,sangarar og gravara Familjunar vegna Sigurd, Dánial, Steindora, Estrid og Eyðun TØKK TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá ið elskaði maður mín, pápi, abbi, langabbi og verfaðir fór frá okkum. Hans Marius Nielsen f. 11.11.30 d. 25.02.2017 Takk til Bergur Debus Joensen fyri troystarrík orð í Kapellinum. Takk til Meinhard Bjartalíð fyri vøkur orð, takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Glyvra Kirkju og tykkum sum fylgdu honum til hansara seinasta hvílistað. Familjunar vegna Hanna Dia, Jónfríður, Eyðfinn og Bergur v/familju TØKK Av hjarta takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona mín, mamma, svigarmamma, omma, langomma, systur og svigarinda okkara Odny Jógvansdóttir Thomsen fødd 31.12.1948 – deyð 29.12.2017 andaðist og varð jarðað Tøkk fáa starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hana hennara síðstu dagar, og ein serlig tøkk til dialysudeildina og Bjarna. Tøkk fáa Alfred Petersen fyri minnisløtuna í kapellinum og Theodor Olsen, prestur, kirkjutænarin og sangarar. Ragnar og Finnur fáa tøkk fyri vakran sang í Vesturkirkjuni. Tøkk øll tit, sum komu við bakstri og stákaðust til ervið, og Meinigheitshúsið fyri lán av høli. Tøkk fyri blómur og kransar og fyri minnisgávur til dialysudeildina á Landssjúkrahúsinum. Tøkk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Sólsetur fær tøkk fyri holla hjálp. Familjunnar vegna Tummas Pauli, Mary-Ann, Jonna og Eyðvør Magnus og Katrin Maria Sálin frí av likam troytta Sveimar løtt í myrkrið út Upp móti himli stjørnuprýdda Hjarta kennir sorg og sút Renna tár av mínum kinni Saknur longu svárur er Nú er mamma bert í minni Tíðin var og tíðin fer Hvar skal eg mær troyst nú finna Hvør skal okkum signa nú Mót vári aftur ljós vit vinna Og minnið um at tú vart tú Ársaðalfundur Ársaðalfundurin hjá Víkingi verður í Ítróttarhúsinum í Leirvík mánadagin tann 12. februar kl 20.00. Skrá sambært lógum felagsins. VÍKINGUR