týsdagur 30. januar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað er slutt. Har er einki “go” eftir
í knænum. Hetta eru fyrstu orðini
Gert Hansen sigur, tá hann verður
spurdur um tað passar, at hann
gevst sum fótbóltsspælari.
Hann er partur av tiltiknum ár
gangi, sum var við til at gera EB/
Streym til topplið í føroyskum
fótbólti. Hartil hevur hann verið
partur av Víkingaliðnum, sum fekk
fyrstu FM heitini til høldar. Hann
iðrar seg um, at hann ikki náddi
at spæla nakran landsdyst, men
seinasti luturin hjá honum sum
spælari, var at vinna FM og koma
á ársins lið. Hann verður nú partur
av venjaratoyminum hjá Víkingi.
Knæið argar
Fyrr í ár segði Gert Hansen við
In.fo, at hann visti ikki hvussu
stóran lut hann fór at eiga í kom
andi kappingarári. Hann sleit
krossbandið í 2008 og tað hevur nú
innheintað hann. Høgri bakkurin
hevur roynt at vant við í ár, men
tað gongur ikki rætta vegin.
-Eg havi hugsað tankan um at
gevast í eina tíð. Læknin segði, at eg
kundi spæla, men at tað var upp á
lánta tíð, tí tú kanst ikki gera nakað
við slit í einum knæi. Tá tú ert
komin upp í árini, so tímur tú illa
at sita á eini súkklu í fleiri mánaðir,
tá tað ongan mun ger, sigur Gert
Hansen og leggur afturat:
-Tað hevur verið pínufult í løt
um í eini tvey ella trý ár, men tað
hevur ikki verið so ringt sum nú.
Seinastu tríggjar mánaðirnar und
an kappingarenda visti eg, at her
var okkurt galið. Krossbandið fór í
2008 og tá fekk at vita, at tað kundi
verða trupulleikar gigt og slit,
fortelur Gert Hansen, sum sleit
krossbandið, tá ein spælari lendi á
knænum.
33 ára gamli verjuspælarin hev
ur gjørt eina roynd, at blíva klárur
til hetta kappingarárið, men tað
gongur ikki.
-Eg havi vant í ár, men tað riggar
ikki. Eg havi trýst meg til markið,
men tað gongur ikki. Eg fari at
hjálpa til í venjaratroyminum.
Hans Jørgen Djurhuus verður
hjálparvenjari, men tá hann skal
spæla, so traðki eg til, sigur Gert
Hansen.
Hann hevur hjálpt til hjá teim
um yngru og heldur fyri, at hann
hevur áhuga fyri venjarayrkinum.
Fyribils verður hann partur av
venjaratroyminum hjá Víkingi, har
hann skal hjálpa til kring hópin.
Gevst sum meistari
Gert Hansen hevur seinastu tvey
árini vunnið FM við Víkingi. Tað
hevur gjørt tað lættari at gevast,
men saknurin eftir at spæla fótbólt
kemur kanska seinni.
- Tað er súrt, men eg havi havt tíð
at vant meg við tankan. Tað verður
heilt sikkurt ringt, tá kappingin
byrjar. Eg vil siga, at tað er ikki líka
ringt at gevast, tá tú ert tvífaldur
meistari, sigur Gert Hansen, sum
í fjør bleiv valdur til ársins høgra
bakk í føroysku kappingini.
Hann hevur fyri tað mesta spælt
á høgra bakki, men hevur eisini
spælt í miðverjuni og á verjukenda
miðvøllinum.
Tað eru eisini ting, sum Gert
Hansen iðrar seg um. Hann náddi
millum annað aldrin at spæla á
landsliðnum.
- Eg kann iðra meg um, at eg ikki
var meiri seriøsur tá eg var yngri,
so hevði eg kanska kunna røkki
eitt sindur longri og kanska fing
ið onkran landsdyst, sigur Gert
Hansen.
Tiltikni árgangurin
Gert Hansen er partur av tiltiknum
árgangi, sum setti EB/Streym á før
oyska fótbóltskortið. Saman við
spælarum sum beiggjanum, Arn
bjørni Hansen og Marna Djurhuus,
Leif Niclasen, Brian Olsen, Hans
Paula Samuelsen og Bárði Olsen
vinna teir sær allir pláss á besta lið
num, sum vinnur seg fram í oddin.
Farna summar bleiv nógv tosað
um U21 landsliðið í hondbólti,
sum vann seg til HM endaspælið
í Algeria. Søgan handan liðið eru
ágrýtin foreldur, sum hava lagt
nógv fyri og eitt gott samanhald
millum spælararnar. Gert Hansen
kennir seg aftur í søguni.
- Eg kenni okkum eitt sindur
aftur í søguni um U21 landslsiðið
í hondbólti. Vit spældu saman frá
vit vóru tíggu ára gamlir. Vit høvdu
góð evnir, men eisini eitt gott
samanhald. Tað hava eisini verið
nøkur foreldur, sum hava givið okk
um nógv, fortelur Gert Hansen.
Trý serlig gullheiðursmerki
Gert Hansen spælir sín fyrsta dyst
í bestu deildini á sumri í 2003. Nú
fimtan ár seinni er tíðin komin
at hyggja afturá stóru sigarnar.
Fyri Gert Hansen eru tað trý gull-
heiðursmerki, sum standa sterkast
í minninum.
-Tað eru trý gull-heiðursmerki,
sum eg minnist serliga væl og eri
glaður fyri. Tað fyrsta er steypa
finalan í 2007, tá vit vinna móti
HB í Gundadali. Tað er fyrsta gull-
heiðursmerki hjá EB/Streymi, for
telur Gert Hansen.
Hann slítur síðani krossbandið
og er ikki á vøllinum í 2008. Tí
kennur hann heldur ikki nakran
lut í tí meistaraheitinum, hóast
hann er stórur partur av EB/
Streymi árini undan. Av tí saman er
meistaraheitið í 2012 nakað serligt
fyri høgra bakkin.
-FM í 2012 fyri EB/Streym og FM
í 2016 fyri Víking eru eisini heilt
serlig. Tað er fyrsta FM við EB/
Streymi fyri meg, meðan FM í 2016
er tað fyrsta hjá Víkingi, sigur Gert
Hansen.
Tú fær tó einki gull-heiðurs
merki, fyri at gita hvat ringasta
løtan hjá Gert Hansen er. Hann
byrjar inni lagnudagin á Mølini á
Eiði, tá Paul Clapson sáli, skorar
einasta málið í meistaradystinum
móti KÍ. Gullið endar í Havn hjá HB.
-Ringasta løtan sigur seg sjálvt,
hóast hon er dottin nakað úr
heildarmyndini hjá mær, sigur Gert
Hansen.
Hann gevst nú við fótbóltinum
og hevur nógvum at takka. Hann
vil illa nevna nakran serligan, tí
hann vil heldur ikki gloyma nakran.
- Eg vil gjana takka familjuni
og øllum rundaum meg, fyri at
tey hava havt so gott tol. Vónandi
stendur tað tolið við, sjálvt um eg
nú standi undanfyri vøllin, sigur
Gert Hansen.
Hann hevur spælt 375 dystir
fyri bestu liðini hjá EB/Streymi og
Víkingi.
trondur@sosialurin.fo
Gert Hansen hevur boðað Víkingi frá, at hann ikki fær spælt
fótbólt meir. Ein knæskaði ger, at verjuspælarin eftir 15 ár í bestu
deildini gevur skarvin yvir. Hann er fleirfaldur FM vinnari og
steypavinnari, men iðrar seg um at hann ikki fekk nakran landsdyst
FÁI IKKI
SPÆLT MEIR
Gert Åge Hansen: