Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Mikudagin skal Løgtingið viðgera eitt upp­skot frá Miðflokkinum viðvíkjandi borg­a­r­stjór­um, sum sita í øðrum beinleiðis fólka­valdum starvi. Endamálið við uppskotinum, sum er eitt upp­skot til samtyktar og ikki eitt lóg­ar­upp­ skot, er at broyta løgtingslógina um komm­ un­u­stýri soleiðis, at tað ikki longur skal bera til hjá einum kommunustýri at nokta full­tíð­ar­sett­um borgarstjóra at røkja starv­ið sum ting­fólk, um viðkomandi verður vald­ur á ting. Í grundini eitt løgið uppskot, sum á onkr­ an hátt virkar at verða tikið úr leysum lofti. Miðflokkurin hevur eisini reist málið um, at lands­stýrisfólk skulu sleppa at sita sum tingfólk – nakað tey ikki hava kunnað, síð­ani tann parturin av stýrisskipanini varð sett­ur í gildi í 1998. Helvtin av tingfólkunum hjá sam­gong­ uni end­aðu í landsstýrinum eftir valið. Tað merk­ir, at heltvin av tingmanningunum hjá teim­um trimum flokkunum, Javnað­ar­ flokk­i­num, Tjóðveldinum og Framsókn eru vara­fólk. Ímynda vit okkum, at tað var sum Mið­flokk­urin vildi, so hevði samgongan í veru­leika­num bara havt átta tingfólk, sum kundu arbeitt í nevndunum hjá Løg­ting­ i­num. Tí tað ber illa til hjá løgmanni og lands­stýrisfólki eisini at arbeiða í ting­ nevnd­um. Tá høvdu vit havt eitt skert fólk­a­ræði. Tað er ymiskt, hvussu skipanin er í øðr­ um lond­um. Okkara politiska skipan er sum vera man so lítil, at triðja hvørt tingfólk end­ ar í lands­stýrinum. Tað sigur seg sjálvt, at tá verð­ur tingið skert, um landsstýrisfólk eisini skulu vera tingfólk. Hinvegin fáa vit nógv onn­ur fólk inn á politiska pallin, har tey fáa roynd­ir at gerast góðir politikarar – og tað er kanska meira heppið hjá smáum flokkum sum eitt nú Miðflokkinum, har útskiftingin frammanundan er so lítil. Viðvíkjandi borgarstjórunum, so er tað komm­unulógin, sum noktar teimum at røkja tingstarvið. Tað er so ikki við atlitið til ting­ar­beiðið – men borgarstjórastarvið. Tað er løgið, at summir borgarstjórar sleppa at røkja tingarbeiðið og aðrir ikki. Har átti at verið ein felags regla – sum byggj­ ar á ta siðvenju, at ein politikari røkir eitt á­li­t­is­starv. Men fyri tað skulu borgarstjórar eins og øll onnur sleppa at stilla upp. Tí í pol­i­tikki broytist støðan skjótt, og brátt er borg­ar­stjórin ikki borgarstjóra – tá kann hann sessast á tingi. Kyndilsmessa er 2. februar. Kyndilsmessa var upp­run­a­liga ein Mariu­ messa til minn­is um at Maria vitjaði í halgi­dóm­ i­num 40 dagar aftan á føðingina, sum siður var hjá jød­iskum konum tá í tíðini. Kyndilsmessa er so­statt 40. dagurin eftir jóladag – tá jóladagur er í­rokn­aður. Henni og Jesusbarninum til minnis og heið­ urs vóru kertuljós og kyndlar tendrað í kirkj­u­ num, og av tí kemur navnið missa candelarum. Orðið candela kemur úr latíni og merkir voks­ljós. Tríggjar ferðir hevur løgtignsval verið 2. febr­ uar – kynd­ilsmessuval. Men tað er langt síðani, tí sein­ast var tað í 1914. Tá stillaðu tveir flokkar upp, Sam­ bandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Sam­ bandið vann – eins og tað hevði gjørt á øll­um teimum fimm valunum, sum høvdu verið framm­an­undan. Hesaferð fekk sambandið 52,8 og Sjálvstýrið 47,2 pro­sent av atkvøðunum. Í 1908 og í 1912 var eis­ini løgtingsva 2. febr­uar Hví miðsavna valdið hjá færri? 2. februar Les eisini blaðið á telefonini Jóhanna kom við fyrsta jólatrænum Siðsøga 26-27 Johnny hevur ikki fatað skattamálið Jørn Astrup Hansen Tíðargrein síða 22-23 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Mánakvøldið verður stovnandi fund­ur av áhugafelag, sum hevur til endamáls at skapa trivnað, samanhald og virka fyri málum til frama fyri bygdirnar við Kaldbaksfjørð Talan er um bygdirnar Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak. – Í kjalarvørrinum frá málinum um nátt­ úru­oyð­ingina á Sundi samtykti ein borg­ar­a­ fund­ur í juni at stovna eitt áhugafelag. – Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskot til við­tøkur fyri áhugafelagið, og hetta upp­ skot­ið skal stovnandi fundurin taka støðu til, siga fyrireikararnir. Arbeiðsbólkurin og og áhugabólkurin í Kaldbak hava eisini gjørt ein lista um mál, sum áhugafelagið skal virka fyri. Hesi mál verða løgd fyri fundin, sum er vælkomin at seta fleiri mál á listan. – Tað ætlaða áhugafelagið skal eisini vera »bak­land« hjá Kaldbaksnevndini. Skilt so­leiðs, at Kaldbaksnevndin kann umrøða mál, sum hava týdning fyri Kaldbaksfjørð og bygd­ir­nar, við áhugafelagið, siga fyrireik­ ar­ar­nir. Stovnandi fundurin verður í Kaldbaks skúla mánakvøldið klokkan 20, har ein drekka­muður eisini verður at fáa. Áhugafelag fyri fólk kring Kaldbaksfjørð Kaldbaksfólk vóur sera misnøgd við, at Tórshavnar býráð als ikki lurtar eftir ynskjum teirra í sambandi við útbyggingina á Sundi. Tey vístu sína ónøgd, tá býráðsfundur var 20. juni í fjør. Tá samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð endaliga, at ætlanin ikki fór at verða broytt 2. februar 2018 Kyndilsmessa var upprunaliga Mariumessa