Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 6 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Hendrik prinsur er bleiv sunnukvøldið innlagdur á Ríkissjúkrahúsið. Mikukvøldið blivu nevndirnar í Tvøroyrar býráði endiliga valdar av nýggjum. Týsdagin vóru fyrstu venjingarnar í Marghøllini í Vági. Scott Harrington er uppsagdur sum venjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Klaksvíkingar samlaður 143.000 krónur til nýtt mentanarhús. Ein maður er skuldsettur fyri brot á £266b aftaná eina ósemju í Havn týsdagin. Carles Puigdemont MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt føroyingar vóru arbeiðsleysir í desembur, t.e. 2,2%. 615 Fyrrverandi leiðarin í Katalonia vitjaði Danmark í síðstu viku, har Magni Arge bjóðaði honum á fund. Tað dámdi fyrrverandi fólkatingsmanninum Edmundi Joensen lítið, og teir báðir kjakaðust um hetta í kjakinum eftir Dag og Viku týskvøldið. Teir vóru ósamdir um tað mesta – eisini hvussu navnið úttalast. Satt at siga, so megnaðu hvørki teir báðir ella verturin at halda seg til eina úttalu gjøgnum alt kjakið. Hvat er so rætta úttalan av navninum? Nakað soleiðis: Karles Pu-igj-de-mon. Um burkhaforboð verður innført í Føroyum, verður tað so bara fyribils ella verður tað med alla? Lot til andøvsgul, 4 til 7 m/s, móti kvøldið andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 13 m/s. Mest skýggjað og turt, og hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og samdrigið og regn, men út á náttina klárar í. Hann snarar vindin í ein vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Hitin millum 2 og 5 stig. Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 4 og 7 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri á nátt, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður támut og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 7 m/s, um kvøldið og náttina millum vestan og útnyrðing og eitt skifti upp í stívt andøvsgul, 9 m/s. Sólglottar og okkurt æl, í støðum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig. 4-7 m/s 2-7 m/s 3-7 m/s Endiliga sær út til at okkarsa samfelag er vaknað og er til reiðar at veita avgerandi samfelagstænastur til barnafamiljur. Tað venda vit aftur til seini. Lat okkum fyrst fara til vinnuna. Vit hava samrátt okkum til 2500 tons av fiski á Flemish Cap – alt gott um tað. Línuskipini sleppa at fiska hesi tonsini, men av tí at siglingartíðin er so long, so hava skipini í fleiri ár landað fyrar túrin í Kanada ella á fronsku oyggjunum har. Í ár hevur Kanada loyvt føroyskum skipum at koma innaftur í kanadiskar havnir. Tað skuldi gjørt alt meira praktiskt. Fiskurin kom inn – var frystur og so sendur heim til Føroyar í bingjum við farmaskipið. Men nei! Kanadisku skrankipávarnir vilja ikki gera, sum føroysku reiðararnir ynskja, so fiskurin sleppur ikki úr landinum. Ein heilsuváttan manglar, so hann kann ikki flytast til Føroyar. Reiðarar og fiskimenn ilskast inn á, at fiskurin skal flytast til Føroyar at virkast. Tað er illa skiljandi, tí teir eiga at vita, at línuskipini hava fingið rætt at fiska á Flemish Cap framum til dømis saltfiskatrolararnar. Tí er tað ikki nakað serliga hart krav, at føroyska samfelagið fær gagn av hesum tonsunum, vit hava fingið tiltuskað okkum haðani. Nýggja fiskivinnulógin hevur fingið nógv niður yvir seg – og helst í fleiri førum av røttum – men at landsins kosnu vilja, at so stórur partur av virðisøkingini skal fara fram her á landi, eigur ongin at hava nakað ímóti. Um so er, so er tað tíð at egoistisk áhugamál viga tyngri. Og búskaparfrøðingarnir sum siga, at tað er betri at senda fisk óvirkaðan av landinum, tí tað gevur mest til samfelagið, er møsn úr teoribókum. Fyri at nakrar skal tíma at búgva her í landinum, so er neyðugt at vit skapa arbeiðspláss, sum ger tað spennandi hjá fólki at fara til hvønn einasta dag. Vit mugu virka og skapa nýggj virðir. Hitt um at tað er nóg mikið at klippa hvørjum øðrum heldur ikki – hvørki so ella so. Ein politisk visjón má og skal alla tíðina vera, at vit virka okkara ríkidømið úr havinum í Føroyum. Tað skal menning og arbeiðsgleði. Og tað skal til fyri at tað skal vera stuttligt at núgva í einum so fjarskotnum landi, sum Føroyum. Eg skal venda aftur tiltað, sum eg byrjaði við. Tað er sjálvandi eitt sindur dýrari fyri kommunurnar at hava ansingarstovnar opnar um kvbøldið, men soleiðis, sum vit hava innrættað samfelagið, so er hetta neyðugt. Abbar og ommur arbeiða eisini og kanska serliga støk foreldur hava tørv á, at børn teirra kunnu ansast – eisini aftaná pedagogtíð klokkan 17. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At Bjarni Hammer fekk síðsta nevndarsessin í fíggjarnevndini á Tvøroyri við lutakasti? Visti tú? 450.000 frikadellur og 150.000 knettir seldi Norðfrá í fjør Í gjáramorgunin fekk løgreglan eina frá­ boðan um, at nógvur seyður stóð van­ røktur í einum seyðahúsið í Norð­toftum. Tá løgreglan kemur á staðið, standa eini 40-50 seyðir í húsinum. - Teir sóu ikki út til at hava tað gott. Teir vóru rak, fleiri høvdu kastað ullina og rivjabeinin stungu út gjøgnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Hann greiðir frá, at seyðurin hevði atgongd til vatn, men har var lítið og einki gras í seyðahúsinum. - Djóralæknin bleiv boðsendur og sambært honum sá út til, at seyðurin ikki hevði fingið at eta í longri tíð, sigur vakthavandi. 56 seyðir vóru í húsinum, fýra teirra vóru deyðir og ein fimti bleiv avlívaður av djóralæknanum. Løgreglan bíðar nú eftir eini frágreiðing frá djóralæknanum, áðrenn farið verður víðari við kanningararbeiðinum. Seyður vanrøktur í Norðoyggjum