hósdagur 1. februar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
8
EYÐUN KLAKSTEIN
27 ára gamli Alvi Joensen hevur
seinastu sjey árini gingið á
tónleikaskúla í Svøríki, har hann
hevur útbúgvið seg innan klassiskt
gittarspæl. Á ársins nýggjárs
konsert hjá Føroya Symfoni
orkestri var hann solistur, og nú
skal hann finna fótafestið í einum
nýggjum gerandisdegi uttan skúla
gongd.
– Nú skúlin er liðugur, skal eg
fóta mær, og tað vóni eg at gera
við einum blandi av undirvísing
og spælingum, sigur hann.
Alvi Joensen var fimm ára
gamal, tá ið hann byrjaði at spæla
klaver. Beiggjarnir spældu, og hann
vildi eisini læra seg. Pápin lærdi
hann at spæla í eini tvey ár, men
so broyttist tónleikaáhugin nakað,
og tá ið Alvi fekk sín fyrsta gittar
lærara setti tað gongd á spæl við tí
seksstreingjaða ljóðførinum.
– Tá eg spældi klaver, spældi eg
smástykki hjá Schubert, Chopin,
Beethoven og fleiri, og tað var stak
spennandi. Gittarspælið byrjaði
við hørðum rocki, tí beiggjarnir
hjá mær lurtaðu eftir bólkum
sum Rage Against The Machine,
Metallica, Megadeath og Judas
Priest, og eg fekk hug at læra meg
at spæla rocktónleik.
– Eg og beiggi mín Óðin spældu
gittar í eini fýra ár, so skifti hann
til bass. Eg spældi mest kassagittar,
men tá ið vit seinni keyptu ein el-
gittar, bleiv tað spælt við distortion
og ljóðaði meira.
Magnus Jakobsen var fyrsti
gittarlærarin hjá Alva og vísti hon
um klassiskt gittarspæl, sum kundi
bjóða evnarík unglinginum av.
– Tað var spennandi at spæla
klassiskt, tí tað var kompliserað við
fingrunum. Tað sá gott út at spæla,
og tað ljóðaði væl. Tey klassisku
stykkini komu inn ímillum rockin,
og við tíðini gjørdist eg alt meira
áhugaður at spæla klassiskt á
gittar við nylonstreingjum, sigur
hann.
Frítt og frælst
Áhugin fyri klassiska gittarspæli
num gjørdist enn størri, tá ið Alvi
Joensen í fólkaskúlanum var í
praktikk í Musikkskúlanum í Havn,
har hann møtti Ólavi Jakobsen,
sum er klassiskur gittarspælari.
– Eg spurdi Ólav, um eg kundi fáa
undirvísing frá honum, so eg kundi
koma inn á musikskúlamiðnám,
og tað lukkaðist. Eg gekk trý ár á
miðnámsskúla, og eftir tað fekk eg
hug at útbúgva meg víðari innan
gittarspæl, sigur Alvi Joensen.
Hann søkti inn á konservatorium
í Keypmannahavn og Malmö, slapp
inn á bæði, og valdi at fara til á
Musikhögskolan í Malmö í 2010.
– Eg hevði hoyrt, at tað var hart
og strangt at ganga á konserva
torium, men ivaleyst hevur tað
verið í Danmark, tí í Svøríki var
tað meira róligt, og gittarlærarnir
høvdu sín máta at undirvísa uppá.
Teir løgdu nógva ábyrgd á okkum
næmingar, tað var rímiliga frítt, og
teir vildu gjarna hava, at vit funnu
okkara egna stíl og ikki bara blivu
sum onnur, sigur Alvi Joensen.
– Tað eru fyrimunir og vansar
við hesum undirvísingarhátti, og
hann krevur disiplin og nærlagni
av næmingunum. Eg var bæði glað
ur og eitt sindur keddur um, at eg
var komin á hendan skúlan. Eg
mátti venja nógv teknikk sjálvur,
tí tað gjørdu vit ikki so nógv á
skúlanum, og sum heild vóru
krøvini ikki so strang, sum eg havi
skilt, at tey eru í Keypmannahavn.
Eg havi lært at vera sjálvstøðugur
og disiplineraður, og eg megnaði
hendan undirvísingarháttin. Eg
sá tó onnur detta niður ímillum, tí
tey ikki kláraðu hetta, sigur hann.
Á skúlanum í Malmö fór Alvi
Joensen ígjøgnum nógv tíðarskeið
í klassiskum tónleiki. Summi av
stykkjunum vóru eini 500 ára
gomul, og umvegis romantikkin í
1700 og 1800 talinum, tað national
romantiska, Bach, tað spanska og
mangt annað fann hann sín serliga
áhuga í tónleiki í 20. øld.
– Mær dámar væl tónleik, har
tann tonali tónleikurin møtir tí
nýggja. Tað eru tvær verðir, sum
møtast, og har tú bæði spælir í dur
og mol, men eisini spælir ymiskt,
sum kann verða meira skerandi og
avbjóðandi fyri oyruni. Hetta slag
ið av tónleiki er blivið mín serligi
áhugi, og eg havi veruliga grivið
meg niður í verk hjá fleiri tóna
skøldum, sum skriva slíkan tón
leik. Tað neo-tonala er mín heimur,
sigur Alvi Joensen.
Undirvísir og spælir
Eitt er at ganga á konservatorium
og seta seg inn í øll hugsandi tón
leikasløg og gerast veruliga dugna
ligur at spæla gittar. Nakað annað
er at koma út aftur av skúla tíggju
ár seinni og skula fáa ein gerandis
dag at rigga.
– Tá ið tú hevur verið ígjøgnum
hesa longu útbúgving, kemur tú út
í arbeiðslívið og fært eitt sjokk av,
hvussu lítil áhugin í grundini er
fyri tí tónleiki, sum tú hevur brúkt
so nógva tíð og orku uppá. Eg veit
væl, at mín smakur er serligur, og
at tað ikki er tann stóra fjøldin,
sum dáma hetta slagið av. Tað eru
ikki nógvir pengar í at spæla hetta
slagið av tónleiki, og tí má eg spæla
og takast við annað fyri at klára
meg.
– Eg spæli keltiskan fólka
tónleik saman við einum øðr
um gittarspælara, og eg eri
partur av duo, sum spælir suður
amerikanskan tónleik. Hesi tón
leikasløg eru meira populer, og
tað hevur gingið væl hjá okkum.
Umframt framførslur og konsertir,
undirvísi eg næmingum, sum fyri
reika seg til konservatorium, og
eg havi eisini søkt annað undir
vísingarstarv í musikkskúla.
Flestu klassisku gittarspælarar –
undantikið stóru stjørnurnar, sum
ferðast víðahvar við sínum tónleiki
– liva av at undirvísa í gittarspæli
umframt at spæla konsertir og
hava aðrar framførslur.
Verður verðandi í Malmö
Alvi Joensen hevur brúkt sjey ár á
konservatorium, eftir at hann tók
musikkskúlaniðnám í trý ár, til
at læra seg gittarspæl. Hann tók
bachelor í 2013, master í 2015, og
hann hevur tikið solistútbúgving
seinastu tvey árini. Hesi árini
hevur hann búð í Malmö.
– Eg havi búð her so leingi og
kenni so nógv fólk, at tað er skila
best at verða búgvandi her. Tón
leikaheimurin snýr seg nógv um at
kenna fólk, og her í Malmö havi eg
nógvar kontaktir. Tí vil eg gjarna
vera verðandi her, og so fáa vit at
síggja, hvussu tað fer at ganga, og
hvar eg endi, sigur hann.
– Tað eru sera fá størv innan
klassiska heimin fyri gittar
spælarar, og tey, sum liva bert av
klassiskum tónleiki, eru sera virk
in og uppsøkjandi og mugu vera
kreativ og áhaldandi fyri at klára
seg.
Alvi Joensen brennir fyri at
spæla gittartónleik, og fyri hann
hevur tað stóran týdning at spreiða
kunnleikan til hendan tónleik.
– Tað kemur javnan fyri, at tá ið
eg hoyri onkran góðar klassiskan
gittartónleik, so vil eg sleppa at
spæla tað fyri fólki og vísa temum,
hvussu góður hesin tónleikur er,
sigur Alvi Joensen.
FINGRAFIMI
GITTARSPÆLARIN
SKAL FINNA
FÓTAFESTIÐ
– Tá ið tú hevur verið ígjøgnum hesa longu útbúgving og kemur út í arbeiðslívið,
fært tú eitt sjokk av, hvussu lítil áhugin í grundini er fyri tí tónleiki, sum tú
hevur brúkt so nógva tíð og orku uppá, sigur gittarspælarin Alvi Joensen,
sum nú skal fóta sær eftir 10 ára skúlagongd á tónleikaskúlum
PERSÓNSSØGA: Alvi Joensen