hósdagur 1. februar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
10
TEMA: Kringvarpið
Kringvarpið
Orrusta í Kringvarpinum:
Tíðarlinja:
BARBAR HOLM
Í
Kringvarpinum hevur ikki
hissini stríð tikið seg upp
á tíðindadeildini seinastu
mánaðirnar. Fyrst kostaði
tað eina sjúkramelding til táver
andi tíðindaleiðaran. So kostaði
tað Liljuni Weihe starvið. Nú kost
ar tað Johnny í Grótinum tvær
klagur. Eina frá Liljuni Weihe um
hennara uppsøgn, og eina frá Jan
Lamhauge, Rólant Waag Dam og
Rógva Olavson til Kringvarps
stýrið.
Og nú kostar tað eisini Kring
varpsstýrinum eina kæru frá somu
journalistum til Mentamálaráðið.
Hví er tað nú komið so langt, at
tríggir journalistar hava valt at
kæra Stýrið til Mentamálaráðið.
Í temasíðunum hesaferð varpa
vit ljós á tað, sum Jan Lamhauge,
Rógvi Olavson og Rólant Waag
Dam vísa á sum trupulleikar í
Kringvarpinum.
Hví er tað
komið so langt?
1. SEPTEMBER
Johnny í Grótinum verður settur sum
stjóri í KVF
26. SEPTEMBER
Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, vitjar
í Dagur&Viku. Hetta elvdi til mikið
rok, tí Liljan Weihe og Jan Lamhauge
upplivdu hetta sum, at Johnny í
Grótinum gjørdi avtalur vegna
redaktiónina. Men Ivan Niclasen,
redaktørur hetta kvøldið, upplivi
hendingina sum verandi í ordan.
2. OKTOBER
Liljan Weihe, táverandi tíðindaleiðari,
verður sjúkrameldað í tríggjar vikur
orsaka av tí hon sjálv hevur kallað
”einari kenslu av ovurhondsstórum
eftirliti og misáliti frá stjóranum”.
FYRSTA VIKAN Í OKTOBER
Johnny í Grótinum vendir sær til
Fjølmiðlanevndina um Skattamálið.
Hetta verður síðani tikið aftur.
MIÐSKEIÐIS Í OKTOBER
Johnny í Grótinum mannar ein
eftirmetingarbólk at eftirmeta
Skattamálið.
23. OKTOBER
Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kunnar
stýrisformannin Rúna Heinesen um
støðuna í Kringvarpinum. Millum
annað um uppíblanding frá stjóranum
og um ógegni hansara í sambandi við
Skattamálið.
24. NOVEMBER
Vikuskiftis Sosialurin ger stórt
tema um støðuna við útgangsstøði í
skjølum, sum Kringvarpsstýrið hevur
fingið um støðuna.