hósdagur 1. februar 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
32
Í
gjár vóru 20 ár liðin, síðani Eirikur
Lindenskov var settur í starv
sum blaðstjóri á Sosialinum.
Síðani 2011 hevur hann verið
ábyrgdarblaðstjóri.
Eirikur Lindenskov byrjaði sum
blaðmaður á Sosialinum 1. juli í 1996,
og frammanundan hevði hann gjørt
nógv freelancearbeiði fyri blaðið. Tá
ið Eirikur var settur sum blaðstjóri,
skuldi hann serliga taka sær av at
menna blaðredaktiónina, nútímansgera
blaðframleiðsluna og standa fyri nýggja
átakinum við Internet-Sosialinum.
Nógv er hent við tøkni og menn
ing á Sosialinum hesi árini síðani.
Øll blaðframleiðslan varð talgilt og
nútímansgjørd. Internet-Sosialurin
var fyrsta føroyska blaðið við reglu
ligari útgávu á netinum. Og seinni gekk
Sosialurin undan við at skriva internet
tíðindi til Portal.fo, sum Føroya Tele átti.
Tá ið Portalurin í 2013 varð seldur, menti
Sosialurin nýggju tíðindasíðuna In.fo. Í
2005 flutti Sosialurin úr blaðhúsinum á
Argjum og í Miðlahúsið í Vágsbotni, og tá
tók Eirikur Lindenskov eitt óvanliga stórt
tak við at gera flytingina til veruleika.
Eirikur Lindenskov hevur sum
blaðstjóri verið í miðdeplinum fyri stóru
menningini á Sosialinum øll hesi árini,
og hann hevur verið íðin og áhaldandi
í arbeiðnum at menna Sosialin til eitt
veruligt miðlahús við fleiri miðlapallum.
Eirikur
Lindenskov
er
sera
arbeiðssamur, og hann er góður
skribentur og eygleiðari. Umframt at hava
ábyrgd og standa fyri dugir Eirikur eisini
at røkja so at siga allar aðrar uppgávur í
Miðalhúsinum, og mangan eru boð eftir
honum, um okkurt er galið við tøkni,
forritum, internetsambandi, servarum,
eini hurð, einum vindeygað ella hvat tað
skal vera. Hann er sjáldan ráðaleysur, og
hann kann loysa fløktar tøknitrupulleikar
og einfaldar handverkarauppgávur.
Eirikur Lindenskov hevur tíðindi og
skriving í blóðinum, og hann kann skriva
tær skjótu tíðindagreinarnar til In.fo, nær
á døgninum tað skal vera. Eirikur skrivar
eisini greinar, greiningar og oddagreinar
til Sosialin og atknýttar útgávur.
Eirikur er róligur av lyndi, og hann
órógvast ikki av trýsti – líkamikið um
nógv skal gerast eftir stuttari stund í
evstu løtu, ella um tað onkuntíð er rumbul
kring greinar ella dekning hjá Sosialurin.
Eirikur fer ikki upp á flákra, men hevur
fast fótafesti, líkamikið um klokkan
andar hann í nakkan ella misnøgd fólk
gera vart við seg.
Eirikur Lindenskov er havnamaður og
hevur útbúgving sum lærari. Mamman er
Jóna fødd Jacobsen og ættað úr Fuglafirði,
og pápin er Jacob Lindenskov úr Havn.
Jacob Lindenskov varð valdur á ting í
1958 og var seinni bæði landsstýrismaður
og fólkatingsmaður. Politikkur og
samfelagsviðurskifti fylti nógv í
heiminum í Torfinsgøtu, og tá ið Jacob
hevði nógv við Sosialin, sum tá helt til
á Heysgsbreyt at gera, ber til at siga, at
Eirikur snoddaði til samfelagsspurningar,
politikk og miðlar frá barnaárunum av.
Eirikur eigur systrarnar Elin og
Biritu. Hann er giftur Ingun Schiller, ið
er ættað úr Havn og arbeiðir sum lærari.
Børnini hjá teimum eru Anna og Jónas,
og bústaðurin er í Hoyvík.
Vit takka fyri gott samstarv hesi árini
og ynskja alt tað besta frameftir.
Starvsfelagar
BAKSÍÐAN
EIRIKUR LINDENSKOV BLAÐSTJÓRI Í 20 ÁR
Sum í einum Fellinifilmi
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
E
nn
ein
vín
smakking, tann
triðja – og tíverri
tann seinasta -
tann dagin.
Lagið var gott.
Vit komu til ein
víngarð
um
kvøldið. Minnist
ikki,
hvussu
s t a ð i ð
kallast.
Havi helst ongantíð vitað tað,
kanska eina stutta løtu tann dagin,
tá eg skeitti í skránna. Sama ger. Tað
var onkra staðni har norðuri í Italia,
á Milanoleiðini.
Familja eigur garðin sum alla
staðni har, trý ella fýra ættarlið í
somu húsum. Tey bjóðaðu okkum
inn, settu á borðið og skonktu í
gløsini.
Sum í einum Fellinifilmi.
Ein ung kvinna, ivaleyst ein dóttir
teirra tilkomnu í húsunum, øðrum
ættarliði, var við barn, so hon gjørdi
einki. Sat á einum beinki saman
við mammu sínari og brosaði
til okkum øll, eitt skálkabros
hálva leið og vælvera og
gleði annars.
Í svørtum kjóla,
sum var gliðin niður av
økslini á annan armin.
Ella skumpaður. Legði
ikki í at lyfta upp aftur
á økslina.
Hon sat úti við veggin í stóra
rúminum, men fylti tað kortini,
rúmið.
Magna mater um nakrar
mánaðir.
Sum í einum Fellini
filmi.
Vit fingu at eta,
og vit smakkaðu
vín. Og hon
bara sat har
brosandi
o
g
eygleiddi menninar, sum arbeiddu,
bóru inn og bóru út.
Veit ikki, hvussu er við barns
burðarfarloyvinum í Italia. Neyvan
sum her hjá okkum, har kvinnurnar
ikki fáa arbeitt ella sleppa at arbeiða
í eitt ár eftir, at tær hava átt.
Kanska vónar hon, okkara
komandi mamma, at fáa ein son.
Ella tveir synir.
Sigst, at mammurnar í Italia eru
best við synirnar. Sum í Føroyum.
Spiltir av móðurkærleika, spilt
um móðurkærleika.
Vit drekka vín og látast sum
hava vit skil fyri tí. Hetta er betri
enn hitt, sum vit fingu í áðni. Hóast
vit ongan mun smakka. Sleingja
vínið í glasinum, lukta, smakka
og sleingja vínið aftur, hesa ferð í
munninum. Svølgja so og smílast
væl hýrd. Sum hava vit skil fyri
víni.
Onkur sigur, at hevur tú ikki skil
fyri víni, smakkar tú ikki mun á 80
kronum og 400, so drekk tað bara,
uttan alt hatta snobbuta hóvastákið.
Drekk tað sum vatn. Lat vera við at
spæla tað, tú als ikki ert. Vínkennari.
Var hon vøkur, unga kvinnan,
sum var við barn og bara sat har og
brosaði við berari øksl.
Ikki objektivt vøkur. Hon var
eingin glansmynd, tíbetur. Men
subjektivt var hon vøkur. Slíkt sum
vakurleiki hjá kvinnum fær ongan
tíð verið ein objektiv meting. Hon
er bara subjektiv. Glansbíløt eru
ongantíð vøkur. Tey eru, ja, tann beri
glansur og kitsch.
Vakurleikin kemur innanífrá.
Tað er bara at duga at síggja hann,
varnast hann. Hámeta hann.
Sum í einum filmi hjá Fellini.
Saman við víni verður alt vakurt og
gott, siga tey. Men hon var eisini vøkur,
helt eg, áðrenn vínið kom á borðið og í
glasið og í búkin og í blóðið.
Nú hevur hon kanska átt, kanska
ikki, hetta var í oktober í fjør.
Eg dugi ikki at síggja á kvinnum,
hvussu langt, tær eru komnar, als
ikki. Hvussu leingi tær hava verið í
fleirtali.
Vit fingu okkara vín og okkara
mat, søgdu góða nátt og fóru gjøgn
um náttina til gistingarhúsið.
Kanska hevur hon hjálpt teim
um at rudda borðini og vaska upp.
Neyvan tó. Hon sat har á beinki
num við sínum búki og sínum brosi
og bíðaði. Pávin vælsignaði hana.
Hon lyfti svarta kjólan upp aftur á
økslina.
Eg visti alt fyri eitt, eg sá hana, at
hana skrivi eg um, tá eg komi heim.
Eg kundi tikið myndir, men eg taki
ikki myndir.
Ein mynd sigur meira enn 1000
orð, verður sagt. Ein klumma sum
hendan er 621 orð, so hon sigur ikki
líka nógv sum ein mynd hevði gjørt.
Hon krevur heldur ikki samtykki.
Sum í einum Fellinifilmi
eru myndirnar frá kvøldinum í
víngarðinum har norðuri í Italia.
Høgni
Djurhuus