týsdagur 6. februar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Opnið slúsurnar! Tað var greiða
áheitanin hjá tryggingarmeklaran
um, Kim Hansen, í útvarpinum, tá
hann var spurdur um, hvat lands
stýrið eigur at gera við tað, at før
oyingar ikki sleppa at keypa trygg
ingar frá útlendskum tryggingum.
Sambært meklaranum er talan
um einar 30 til 50 milliónir, sum før
oyskt vinnulív má gjalda ov nógv í
tryggingargjøldum. Hetta tal kenna
vit av góðum grundum ikki.
Í Løgtinginum í dag verður eitt
annað mál reist. Men tað vendir øv
ugt, tí nú er tað ein løgtingsmaður,
sum heldur, at tað er for galið, at
føroyingar sleppa at innflyta pakk
ar við virði upp til 300 krónur uttan
at rinda mvg.
– Fyri at varðveita eitt ríkt hand
ilslív í Føroyum er minsta kravið
javnbjóðis kapping, tí er neyðugt,
at landsstýrið rættar ójavnan, sigur
Bárður Nielsen í fyrispurninginum
til fíggjarmálaráðfúnna.
Bárður Nielsen heldur tað ikki
vera rætt, at vanligi føroyingurin
fær hesi rættindi, tá handilslívið
ikki fær tað.
Og hendan trupulleikan kenn
ir Bárður Nielsen væl, tí umframt
at vera fólksins umboð á tingi, so
umboðar hann eisini handilsvinn
una í fleiri partafeløgum. Eitt av
hesum partafeløgum er BR-Leikur,
sum selur nógvar vørur, sum kosta
undir 300 krónur. Og hví skulu BR-
Leikur ikki hava somu rættindi
sum Føroya fólk?
Og vit skilja væl handilsmenn,
sum Bárð Nielsen, sum hugsa so
leiðis. Men vit sklilja ikki líka væl
løgtingsmenn, sum Bárð Nielsen,
sum hugsa soleiðis.
Tað er bara so, at úrvalið av vør
um úti í heimi er nógv størri, enn
tað nakrantíð fer at vera í Føroyum,
og tí hava føroyingar fingið ávíst
frælsi við at keypa á netinum.
Og tað er ikki bara handilsvinn
an, sum líðir undir trýstinum – ella
avbjóðingunum, sum internetið
leggur á samfelagið.
Tak bara okkum fjølmiðlar. Eins
og hjá Bárði, so er okkara gegni
heldur ikki óheft. Men vit eru fram
vegis nøkur, sum hóra undan, hóast
altjóðagerðin so sannliga hevur sett
síni fingramerki á okkara vinnu,
har eitt nú Facebook og Google
fara við tí mesta. Eisini lýsingar frá
føroyskum flokkum og almennum
stovnum fara tann vegin. Hvussu
nógv galda tey í mvg av hesum?
Tað er ikki uttan trupulleikar.
Tað vita vit. Men tað slepst ikki
undan mótstríðandi sjónarmiðum
– sæð við handilsmannaeygum, tá
fólkið skal hava rættindi at keypa
úr allari verðini.
Valið hjá Bárði Nielsen og hinum
32 tingfólkunum er í hesum føri,
um tey vilja taka atliti til fólkið ella
til handilsvinnuna. Vit kunnu við
vissu siga, at hetta málið snýr seg
um annað og meira enn at javnseta
handilsmenn við Føroya fólk.
Snýr tað seg um handils
vinnuna ella fólkið í Føroyum?
fólkið skal ikki hava pakkar
Látur
verjar hjá
fólkapen
sjónistum
Frank Davidsen
Kjak síða 17
Hanus
undir
Leitinum
til minnis
síða 15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Farið verður í næstum
undir eina samráðingartil
gongd um fríhandil millum
Japan og Føroyar, og góða
sambandið millum Klaksvík
og Taiji hevur havt stóran
týdning fyri hendan ný
komna møguleikan fyri frí
handli millum londini bæði.
Tað skrivar Klaksvíkar
kommuna í tíðindaskrivi.
Í gjár var Poul Michelsen,
landsstýrismaður í uttanrík
is- og vinnumálum á vitjan
hjá Jógvani Skorheim, borg
arstjóra í Klaksvík. Við sær
hevði hann gávu úr Japan,
har hann sjálvur vitjaði í
farnu viku.
Tá uttanríkis- og vinnu
málaráðharrin
vitjaði
í
Tokyo í farnu viku, hitti
hann
Kazutaka
Sangen,
borgarstjóra í Taiji, sum í jan
uar skrivaði undir vinarbýar
avtalu við Jógvan Skorheim,
borgarstjóra í Klaksvíkar
kommunu. Her fekk Poul
Michelsen gávu handaða at
hava við til Føroya at geva
borgarstjóranum í Klaksvík.
Talan er um vakrar og sið
bundnar japanskar knívar
at flensa við, og í pakkanum
vóru knívur til Klaksvíkar
kommunu og knívar at geva
Grindamannafelagnum.
– Sostatt er mentanarliga
skiftið millum nýggju vinar
býirnar komið væl og virði
liga frá byrjan, tí í samband
við, at vinarbýaravtalan varð
undirskrivað, fingu umboð
ini úr Taiji ein føroyskan
grindaknív í gávu frá bý
ráðnum, skrivar Klaksvíkar
býráð í tíðindaskrivinum.
Poul hevði knívaheilsan
til Jógvan við úr Japan
Í kvøld, mikukvøldið 7. febr
uar, skipar ÍSF fyri einum
evniskvøldi í skúlanum á
Giljanesi.
Tiltakið er ætlað nevndar
limum og ábyrgdarfólkum hjá
ítróttafeløgunum í Vágunum
og Norðstreymoy – ella øllum,
sum hava áhuga. Endamálið
er at kunna feløgini um ÍSF.
Evnini,
sum
verða
viðgjørd, eru m.a.:
• Bygnaðurin í ÍSF
•
Skattaviðurskifti
hjá
ítróttafeløgum
• Etisku leiðreglurnar
• Doping
• Tryggingarviðurskiftir
• Rúsdrekka- og rúsevna
politikkur
• Skeiðsvirksemi
• o.a.
ÍSF hevur sett sær sum
mál at koma út til øll økini í
landinum at kunna um virk
semið hjá ÍSF.
Tiltakið byrjar klokkan 19
og er í umleið 2 tímar.
ÍSF ferðast eisini til:
Klaksvíkar 21. mars – og
eitt væl vitjað tiltak var í
Runavík 24. januar, sigur ÍSF.
ÍSF á ferð á
Giljanesi í kvøld
Við sær úr Japan hevði Poul Michelsen, uttanríkisráðharri, siðbundnar
japanskar knívar at flensa við frá Kazutaka Sangen, borgarstjóra í Taiji
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin